Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-30, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. november 2004síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 229 • týsdagur • 30. november 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Neistin fer ígongd Sum vit skrivaðu í sein- astu viku, so arbeiddu kreftir í Neistanum við eini ætlan, har felagið skal byggja egna hond- bóltshøll við Landa- vegin. Eftir at áhugafelagið í longri tíð hevur arbeitt við ætlanunum, var mál- ið nú komið somikið langt, at hetta varð lagt fyri aðalfundin at taka støðu til. Eykaaðalfundur varð hildin sunnudagin, og her var breið undirtøka fyri, at tað skal arbeiðast víðari við projektinum. Tað vil ikki siga, at talan er um nakra enda- liga góðkenning frá lim- unum, men meira ein tilsøgn um, at nevndin kann arbeiða víðari við málinum. Soleiðis verð- ur farið undir at gera eitt at kalla skitsu-projekt, har ein kostnaðarmeting samstundis verður gjørd. Tosað hevur verið um eitt projekt áleið 18 mió kr., og arbeiðið frameftir fer so at staðfesta, um hetta er ein upphædd, sum hevur samband við veruleikan, ella um ætl- anin skal leggjast á hill- ina. Tá úrslitið av hesum er greitt, verður málið lagt fyri nýggjan aðalfund til støðutakan. 42 fólk vóru møtt á eykaaðalfundin hesa- ferð. Av teimum at- kvøddu 41 fyri uppskot- inum. Ein atkvøða var blonk. -jm B68 hevur beina kós uppeftir Um vikuskiftið gjørdist greitt, at Jann Ingi Petersen fer at spæla við B68 komandi kapping- arár B68 Jákup Mørk Toftamenn tykjast ikki vera í iva. Teir skulu upp aftur í bestu deildina, og tað kann á ongan hátt ganga nóg skjótt fyri seg. Tað hevur longu verið greitt leingi, at tey á Toftum ikki ætlar sær at dvølja leingi í næst bestu deildini, og nú tykist felagið so hava fingið tilgongd av enn einum leikara, sum man teljast millum teir stinn- astu í landinum. Tað er Jann Ingi Peter- sen, sum eftir eitt ár í Fremad Amager nú setir kósina heimaftur. Tosað varð annars um tað heilt stóra ævintýrið, tá hann í fjør heyst fór til Frem- ad Amager, men eftir eina hampuliga góða byrjan í felagnum, hev- ur tað fyri tað nógva gingið afturá seinasta hálva árið. – Eg havi valt at koma aftur til Føroya at byrja av nýggjum. Eg vil hava »mítt« pláss á landsliðn- um aftur og eg vil fegin spæla fótbólt hvørt vikuskiftið. Tað hevur verið ørkymlandi at sita á beinkinum í Danmark væl vitandi, at eg framvegis kundi havt spælt í Føroyum, segði Jann Ingi Petersen við D i m m a l æ t t i n g fríggjadagin. Nú er so greitt, hvar fótbólturin skal spælast, og einki er at ivast í, at tey á Toftum eru fegin um, at tey nú hava fing- ið enn ein profil á liðið, sum í 2005 skal prógva, at niðurflytingin ikki var meira enn eitt óheppið fyribrigdi. FIMLEIKUR tíðindaskriv Havnar Fimleikafelag hev- ur, sum størsta fimleika- felag í landinum, tikið á seg at skipa fyri kappingum innan felagið eins væl og at skipa fyri kappingum, har fimleikarar úr øðrum feløgum kunnu luttaka. Nú Havnar Fimleikafelag hevur 95 ár á baki, er tað ein sannroynd, at bæði fim- leikarar, venjarar og aðrir fyriskiparar eiga æruna, at felagið kann loyva sær at síggja fram til nógv góð fimleikaár afturat. Eitt tiltak, ið sigast kann, reiðiliga at seta dám á fim- leikaárið, er rútmukapp- ingin, ið seinastu 4 árini hevur drigið mangar fim- leikarar út á Stórheygg at sýna síni kynstur. Fimleikararnir, ið meldað til kappingina, seta saman lið við fýra ella fimm fim- leikarum. Liðið skipar fim- leikarøð, ið síðani verður víst fram í kappingini. Ymsar treytir eru til fim- leikarøðina og við øllum teimum frálíku venjingun- um fimleikararnir vístu fram sunnudagin, var sjón fyri søgn, at fimleikurin í Føroyum hevur ment seg nógv seinastu árini. Í ár var sunnudagurin 21. november dagurin, ið settur var til rútmukappingina. Eins og undanfarnu árini varð býtt í bólkar eftir aldri. Av tí at fimleikararnir vóru nógvir, vóru teir býttir í 3 bólkar. Í hvørjum bólki vóru eini 6 - og í hvørjum liðið vóru 4-5 fimleikarar. Ein vinnarabólkur skuldi síðani kjósast í hvørjum bólki. Vinnarar í rútmu- kappingin 2004 hjá Havnar Fimleikafelag Bólkur 1 1 Smá stjørnuskot Bólkur 2 1 Lucky girls 2 Stjørnurnar 3 Super star Bólkur 3 1 Sash 2 Super star 3 Butterflyes Nógvir áskoðarar vóru til kappingina, sum var sera spennandi. Fólk fóru glað til húsar aftur eftir væl- eydnað tiltak, ið fimleik- arar og áskoðarar longu nú kunnu gleða seg til verður aftur komandi ár. Tað tykist mær nyttu- leyst at spæla, tá eg í samfullar 60 minuttir skal haldast burturi frá øllum, heldur stórskjúttin hjá VÍF MANSVERJA Jákup Mørk Eitt av vápnunum, sum venjarar ofta taka til, tá tættir dystir skulu koppast rætta vegin, er mansverja. Við at taka ein týðandi leikara á mótstøðuliðnum úr spælinum, er málið tá oftast at órógva javnvágina hjá hinum. Forða teimum í at sjóta avgerandi málini, og á tann hátt fáa stigini í egnan part. Við hvørt verður slík mansverja umrødd sum eitt framúr taktiskt trekk av venjaranum, men tað finn- ast eisini dømi, har hetta fer út um mark. Eitt slík er uttan iva verj- an, sum Ioana Rápa hevur verið offur fyri í ár. Tað er einki dulsmál, at rumenski stórskjúttin hjá VÍF hevur harðastu vinstru hondina í føroysku kvinnudeildini, og tí vilja mótstøðuliðini helst gera nógv, fyri at forða henni í at avrika alt ov nógv. Tað hevur Ioana eisini fyri langari tíð síðani góð- tikið, men kortini heldur hon, at stuttleikin nú er um at fara av spælinum. – Sum støðan hevur verið í ár, so havi eg verið mans- vard frá at kalla fyrsta minutti í hvørjum einasta dysti. Eg dugi væl at skilja, um hetta verður gjørt, tá tættir dystir skulu avgerast, ella sum eina roynd at venda einum dysti. Men tað kann væl ikki vera mein- ingin, at ein góður spælari als ikki skal sleppa at spæla. Sjálvandi er eingin lóg, sum forbjóðar mans- verju, men spælararnir máttu um ikki annað havt somikið av virðing fyri spælinum, at hetta ikki varð gjørt somikið konsekvent, heldur hon. – Sjálv má eg í øllum før- um siga, at hetta drepur all- an hugin at spæla. Eg veit, at tá eg traðki fram um miðstrikuna, stendur ein spælari klár at taka ímóti mær, og so má eg bara bíða. Fái eg loksins møguleika til skot, eri eg sum so ikki til reiðar til hetta, tí tú ert jú als ikki upphitað. So vildi tað verið til nógv størri gleði hjá mær sjálvari, um eg bara var heima saman við manni og barni og hugnaði mær, er turrisliga staðfestingin hjá henni. Og við at líta á dystirnar higartil í ár, ber illa til at geva Ioanu annað enn rætt. Hóast munurin í nógvum førum hevur verið stórur annan vegin, so hevur mansverjan støðugt verið partur av spælinum hjá mótstøðuni. Eisini hóast dystirnir væl og virðiliga hava verið avgjørdir. Góð rútmukapping 480 minuttir við mansverju Hóas støðugu mansverjuna, so er Ioana enn at finna ovarliga á máltindunum, men sjálv sigur hon, at verandi støða er fullkomuliga drepandi fyri gleðina við hondbóltsspælinum Mynd: Álvur Haraldsen Johan í essinum Síða 24-25