týsdagur 30. november 2004síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 229 - 30. november 2004
VÍF-Kyndil 25-11 (11-5):
Trygt hjá VÍF
Fýra nýggj met til Elspu
Hóast mansverju av
Ioanu Rápa, so eydn-
aðist ongantíð hjá
Kyndli at fáa spenn-
ing í dystin móti VÍF
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Ioana Rápa var um nakar
munurin, tá Kyndil og VÍF
dystaðust í Havn í fyrra
dystinum
sínamillum
í
grundspælinum. Ta ferðina
skeyt stórskjúttin hjá VÍF
18 mál, og ta søguna vildi
Kyndil so ikki hoyra um-
aftur, tá liðini hittust í Vest-
manna sunnudagin.
Frá fyrsta bríksli royndu
tær at taka Ioanu úr spælin-
um, og fyrstu løtuna tóktist
hetta eisini at geva úrslit.
Kyndil var á odda 3-1, tá
níggju minuttir vóru farnir,
men so gekk alt av skriðjuni
til. Eftir eitt time-out broytti
VÍF verjuna til eina 5-1, so
Randi Wardum ikki skuldi
sleppa so væl framat at
skjóta, og so var mest sum
liðugt hjá Kyndli. Tær vórðu
tvingaðar at skjóta útifrá, og
við Manuelu Stan í málin-
um, var hetta ikki nakað,
sum gav VÍF stórvegis
trupulleikar.
Samstundis borgaði hetta
fyri, at Manuela kundi nýta
kanska vandamesta vápn
sítt, tá hon ferð eftir ferð
sendi viðleikarar í skjót-
álop, ella við eini neyvari
sending alt fyri eitt legði
trýst á Kyndils-verjuna.
At munurin so ikki gjørd-
ist størri enn tað sama,
kann Kyndil fyrst og fremst
takka sínum málverja fyri.
Guðrun í Lágabø hevur í ár
víst seg sum sannur fongur
hjá Kyndli, og aftur hesa
ferð prógvaði hon, at hon
avgjørt telist millum bestu
málverjarnar í landinum.
Við sigrinum kom VÍF
upp á fimta plássið, har tær
nú eru ájavnar Søljuni í
stigatali. Um tann støðan
fer at halda, er so ein annar
spurningur.
Kyndil er hinvegin fram-
vegis partur av botnstríðn-
um, har tað fyrst og fremst
er í dystunum móti StÍF og
Tjaldri, at stigini skulu
fáast til høldar.
Elspa Mørkøre úr
Fuglafjarðar Svimji-
felag seti fýra nýggj
met um vikuskiftið.
Eisini vórðu tvey
bólkamet sett
SVIMJING
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað tykist ikki valda nakar
ivi um, at eitt tað mest
spennandi føroyska svimji-
navnið í løtuni er Elspa
Mørkøre úr Gøtu.
Hon hevur longu fleiri
ferðir í vetur sett nýggj met,
og nú stórkapping varð
hildin í Leirvík og Klaksvík,
komu enn fýra av slagnum.
Hesaferð vórðu metini í
100m blandað við tíðini
1.09.92, 100m rygg við
tíðini 1.07.98, eisini setti
hon nýtt met í 200m frí við
tíðini 2.13.93 og í 200m
blandað við tíðini 2.30.19.
Eisini Kári J. á Høvd-
anum,
sum
somuleiðis
svimur fyri Fuglafjarðar
Svimjifelag, setti nýggj
bólkamet. Í bólki 4 svam
hann 50m rygg við tíðini
0.30.75 og í 100m rygg
hevði hann tíðina 1.04.66.
Annars verður sagt, at
luttøkan til kappingina var
stór. Einir 150 svimjarar úr
Tvøroyrar
Svimjifelag,
Vágs Svimjifelag, Havnar
Svimjifelag, Flot, Skeggjar,
Reki, Fuglafjarðar Svimji-
felag og Ægir tóku lut.
Kappingin er annars býtt
nakað øðrvísi, enn vit van-
liga kenna tað í Føroyum.
Talan er nevnliga um so-
kallaðar
norðurlendskar
bólkar, og eru luttakandi
svimjararnir flokkaðir so-
leiðis:
Kvinnur: Bólk 2 árg 93-
95 Bólk 1 árg 91-92 Juni-
or árg 89-90 Senior árg 88
og eldri
Menn: Bólk 2 árg 91-93
Bólk 1 árg 89-90 Junior
árg 87-88 Senior árg 86 og
eldri
Samanlagt gjørdi Fugla-
fjarðar Svimjifelag størsta
hálið. Tey vunnu ikki færri
enn 54 gullmerkir. Samlaða
býtið av heiðursmerkjum
varð annars hetta:
G.
S.
B.
1 FS
54
21
9
2 HS
47
33
30
3 Flot
19
22
16
4 TS
19
16
8
5 Ægir
19
16
5
6 VS
5
7
12
7 Skeggjar
3
11
13
8 Reki
0
3
6
VÍF-Kyndil 25-11 (11-5)
Málskjúttar
VÍF: Fríða Marjunardóttir 5(1), Finngerð Jensen 5,
Eyðritt Andreasen 4, Alis Høghamar 3, Linda Jo-
hannesen 2, Ioana Rápa 2(1), Annfríða Helgadóttir
2, Manuela Stan 1, Kirstin Helgadóttir 1
Kyndil: Randi Wardum 7(4), Súsanna Petersen 2,
Linda Weihe 1, Hildur Mikkelsen 1
Brotskøst: VÍF 6, Kyndil 8
Útvísingar: VÍF 4, Kyndil 3
Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen.
Komu væl frá uppgávuni, sum tó heldur ikki var ov
trupul
FAKTA UM DYSTIN
Stórkappingin er størsta
svimjitiltakið hesumegin jól í
hesum kappingarárinum
Mynd: SáH
Eina løtu tóktist ganga rætta vegin hjá Kyndli, men so strammaði VÍF takið, og tá var ikki nógv
meira at tosa um
Mynd: Álvur Haraldsen
Stjørnan tóktist
merkt av vantandi
dystarvenjingini,
men tær fingu tó
togað ein sigur heim
móti Søljuni
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað hevur ikki so nógv
verið spælið á vøllinum,
sum
hevur
eyðkent
Stjørnuna seinastu tíðina.
Heldur hevur tað verið
mangul upp á sama, nú
liðið tvær ferðir á rað
hevur verið rakt av avlýs-
ingum. Nakað sum hevur
fingið bæði spælarar og
venjara at ilskast um, at
vantandi dystarvenjingin
kundi raka liðið meint, nú
nakrir truplir dystir stóðu
fyri framman.
Og fyrstu løtuna á
Giljanesi tóktist eisini
nakað at vera um hetta
tosið. Søljan legði bragdl-
iga frá byrjan. Tær strídd-
ust væl í verjupartinum,
soleiðis at Stjørnan ikki
slapp framat, og í álops-
partinum royndu tær at
halda høvdið kalt.
Og tað gav eisini at
bíta. 10 minuttir gingu,
áðrenn Stjørnan skoraði
fyrstu ferð, og tó at tað nú
tóktist ganga framá, so
stóð 9-3 á talvuni, tá tveir
triðingar av hálvleikinum
vóru farnir.
Stjørnan hevði tá júst
gjørt nýtslu av sínum
time-out, og so fingu tær
brádliga ferð á. Verju-
spælið fór knappliga at
ganga nakað væl betri,
seks málum upp á eins
nógvar minuttir, vóru tað
nú brádliga tær, sum vóru
á odda.
Orkan á muni
Fram til steðgin gekk so
nakað javnt á, og søgan
var hin sama, fyrsta góða
korterið eftir steðgin.
Seinastu løtuna kom tó
til sjóndar, hví Stjørnan í
løtuni er liðið, sum hini
skulu vinna á, um vónir
skulu gerast um nakað
gullmerki. Sum tær so
ofta áður hava prógvað
tað, so hevur liðið bæði
neyðugu orkuna og nóg
sterkar nervar, tá farast
skal undir seinasta partin
av dystinum.
Fimm mál á rað at kalla
pumpaðu bæði luft og
sjálvsálit úr Søljuni, og so
var
leyst
og
liðugt.
Stjørnan hevði enn eina-
ferð avgjørt ein hond-
bóltsdyst seinasta korter-
ið, og við hesum sigrinum
er helst einki at ivast í, at
tær í hvussu so er enda
næstovast, tá grundspælið
skal gerast upp.
Um
endastøðan
so
verður heilt ovast, fara
fyrst og fremst heima-
dysturin móti VB og
útidysturin móti Neistan-
um at gera av.
Hjá Søluni tykist spurn-
ingurin hinvegin vera,
hvørt liðið skal megna at
bjóða Neistanum av í
stríðnum um bronsukrón-
urnar. Enn eiga tær so
heimadystin móti Neist-
anum á í grundspælinum,
og tann dysturin fer iva-
leyst at geva eina heilt
góða ábending í so máta.
Søljan-Stjørnan 19-25 (11-12):
Rustaðar
Stjørnur
Søljan-Stjørnan 19-25 (11-12)
Málskjúttar
Søljan: Lina Andriulyte 8(2), Heidi Maria Akselsen
3, Nicoleta R. Hansen 3, Arnleyg Haraldsen 2,
Hertha J. Simonsen 2, Fía Selma Nielsen 1
Stjørnan: Una Olsen 6, Joan M. Djordjevic 6,
Annika Ljósstein 4(4), Beinta Joensen 3, Anna
Kristina Samson 2, Louisa Andreasen 2, Katarina
Stepanov 1, Bára S. Klakstein 1
Brotskøst: Søljan 6, Stjørnan 4
Útvísingar: Søljan 4, Stjørnan 2
Dómarar: Kristian Johansen & Dánjal Samuelsen
FAKTA UM DYSTIN