týsdagur 30. november 2004síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 229 - 30. november 2004
23
Talvið hesa vikuna
GM Timofeev (2611) —
GM Kasparov (2813)
57th ch-RUS Moscow (9.
umfar), 25.11.2004
1.e4 c5 2.Rif3 d6 3.Bc4
(Timofeev hættaði sær
ikki út í vælkendar teoriir
í Naidorf variantinum,
sum Kasparov kennir til
fulnar) 3...Rif6 4.d3 Ric6
5.c3 g6 6.0—0 Bg7 7.Bb3
0—0 8.Re1 b5 9.a3 a5!
(Kasparov hevur initiativ-
ið, men støðan er fram-
vegis nøkunlunda jøvn)
10.h3 Rid7 11.Be3 a4
12.Bc2 Rib6 13.Ribd2 e5
(Steðgar d4) 14.b4 axb3
15.Bxb3 Bd7 16.Fc2 Ra6
17.Reb1 Fa8 18.Fc1 Ria5
19.Ba2 Fc6 20.d4 c4
21.dxe5 dxe5 22.Bxb6
Rxb6 23.a4 (Framvegis er
tað svartur sum trýstir.
Hvítur roynir eitthvørt
kontra við a4 leikinum)
23...bxa4 24.Rxb6 Fxb6
25.Rixc4 Rixc4 26.Bxc4
Fc5!
27.Fd1
Fxc4
28.Fxd7 Fxe4 29.Fxa4
Fd3 30.c4 e4 31.Rd1 Fe2!
32.Nh2 (Ikki ber til at
leika: 32.Re1?? exf3!!
33.Rxe2 fxe2 34.Fa5 Re8
35.Fe1 Bc3 og svartur
vinnur) 32...Bc3 (Hóttann
er Be1) 33.Rf1 Bd4
34.Fc6 h5! (Hvíti riddarin
er væl goymdur nú)
35.Fd5 Fd3 36.g4? (Pan-
ikkur, men hvat skuldi
hvítur leikt? c5 bar ikki til
orsakað av Bxf2+ og
Fxd5) 36...hxg4 37.hxg4
Kg7 38.Kg2 Rh8 39.Fd6
Fh3+ 40.Kg1 Fd3 41.Kg2
(41.Ff4 e3! er avgerandi)
41...Fh3+ 42.Kg1
Støðumynd eftir 42.Kg2
42...Fc3! Og Timofeev
fær ikki vart fyri Be5.
Frálík og orkurík telving
av russiska meistaranum
2004 0—1
Sterkasti russiski
meistaraskapurin
síðani 1988 endaði
leygardagin. Garry
Kasparov var í ser-
klassa og vann ruddi-
liga
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Eftir fyrstu fýra umførini
tyktiskt tað ikki sum um, at
Garry Kasparov fór at
skúgva flestu mótstøðuna
til viks. Hann hevði vunnið
eitt talv, leikt tríggir javn-
leikir og lá tá á øðrum
plássi aftanfyri Alexander
Grischuk. Í tí eina javnleik-
inum yvirsáð Kasparov ein
hampiliga lættan vinnandi
leik og nógv metti tí
kanska, at 41 ára gamla leg-
endan ikki hevði nóg nógva
orka at stríðast um heiður
og æru á hesum sinni.
Úrslitini seinastu tvey árini
tala eisini fyri, at Kasparov
hevur
mist
nakað
av
stjørnuglæmuni hjá sær.
Tó so, eftir varðligu byrjan-
ina, vann Kasparov fýra
talv á rað og legði seg
samstundis trygt á odda
innan seinastu tvey um-
førini. Eingin megnaði at
fylgja
spurtinum
hjá
Kasparov, sum einfalt telv-
aði í serklassa.
Innan tíggjunda og sein-
asta umfar, var kappingin
um fyrsta pláss avgjørd.
Nærmasti kappingarneytin
hjá Kasparov, Grischuk,
tapti óvæntað í níggjunda
umfari ímóti Alexander
Korotylev. Við javnleikin-
um í sama umfari móti Al-
exander Morozevich, hevði
Kasparov hálvtannað stig
niður til teir næstu í røðini,
Grischuk og Alexey Dreev.
Stríðsvilji
Øll høvdu framanundan
vónað at talvið millum
Kasparov og Grischuk í
seinasta umfari, fór at
verða eitt slag av einum
finalutalvið. Kappingin var
tíverri longu avgjørd og
eingin hevði tí kritiserað
teir um ein skjótur javn-
leikur varð úrslitið. Men
nei, báðir vildu vinna og
faktiskt varð hetta talvið
eitt tað drúgvasta í seinasta
umfarinum. Grischuk - við
hvíta fólkinum í yndis-
byrjanini hjá Kasparov,
Naidorfvarianturin í sisili-
onskum - trýsti mestapartin
av talvinum. Í tíðneyðini
vann hann eisini eina finnu,
men Kasparov vísti góðan
endatalvsteknikk og teir
samdust um javnleik beint
eftir tíðarneyðin var av.
20 ár á toppinum
Kasparov hevði eina av-
riksstyrki (performance rat-
ing) uppá 2855, sum merkir
at hann vinnur sær sindur
av rating fyri kappingar-
sigurin. Í tjúgu ár hevur
hann verið ovastur á rating-
listanum og við sigrinum í
Moskva heldur hann fast
um hesa støðu. Indarin
Viswanathan Anand (2781)
er beint í hølunum og fleiri
eru tey sum vænta, at ind-
arin yvirhálar russaran í
2005.
Kasparov russiskur meistari
Gary Kasparov hevur í 20 ár verið hægstur á altjóða
styrkislistanum. Hann hevur í dag 2.855 ratingstig
H71-StÍF 25-33 (14-16):
So sprellaðu strandingarnir
Eftir ein laka byrjan,
har einki hevur borið
til, vundu strandingar
seg upp, tá teir
vitjaðu H71
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Higartil í ár hevur tað ikki
verið nakað serliga stuttligt
at vera StÍF-viðhaldsfólk.
Eftir fleiri ár, har liðið støð-
ugt hevur verið við til at
mynda føroyska hondbólts-
oddin, er kósin í ár umløgd
nakað.
Boðini hava verið, at
ungir leikarar nú skulu
sleppa framat, og tí hava
pengarnir ikki verið nýttir
til útlendskan styrk hetta
kappingarárið.
Og tó at liðið vann fyrsta
dystin á árinum móti Neist-
anum, so hevur staðið í
botni síðani. Altso fram til
sunnudagin, tí tá riggaði
aftur hjá strandingunum.
Aftur á slóðina
Og tað var serliga við at
leita aftur á slóðina, at tað
hesaferð riggaði hjá StÍF.
Frá byrjan løgdu teir fyri
við eini sera offensivari
verju, har teir løgdu alstór-
an dent á at órógva stóru
skjúttarnar hjá H71. Part-
víst gav hetta útslag í, at
hoyvíkingarnir
gjørdust
nógv minni vandamiklir,
enn teir annars plaga at
vera, og hartil fekk StÍF so
eisini kontraálopini, sum
áður vóru vørumerki teirra,
men sum í ár hava mangla í
ólukkumát.
Fram til steðgin leikaði
tó rímiliga javnt á, men so
varð enn ein trumfur send-
ur á vøllin. Síðani hálvfin-
aluna móti VÍF í steypa-
kappingini í fjør, hevur
Marian Cirloganescu verið
skaddur í knænum, men nú
røkist loksins fyri, at hann
er tøkur aftur. Hesaferð
fekk hann ein góðan hálv-
leik á vøllinum, og hóast
tað man vera so sum so við
dystarvenjingini, so sýndi
hann í fleiri førum, at hann
framvegis
skal
roknast
millum avgjørt bestu mál-
verjarnar í landinum.
Spruttaðu av
spæligleði
Hetta gav av álvara at bíta
seinastu tjúgu minuttirnar.
Líka mikið, hvussu hoyvík-
ingarnir royndu, so fingu
teir bóltin í meskarnar, og
tá stóru menninir so fóru út
at fáa eina tiltrongda pausu,
skrædnaði av álvara. StÍF-
spælararnir spruttaðu nú av
spæligleði, og tá so er, so er
ikki gott at standa fyri. Tá
avtornaði, vóru átta mál á
muni, og ikki minst munnu
teir í StÍF fegnast um, at tað
eydnaðist at halda mótstøð-
uni á einum so lágum mál-
tali. Tað hevur fyrst og
fremst verið verjuspælið,
sum hevur haltað higartil í
ár, men nú hetta er komið í
rættlag aftur, er als ikki
óhugsandi, at StÍF eisini fer
at arga liðini, sum eru
omanfyri H71 á talvuni.
Og so er spurningurin,
hvørt hoyvíkingarnir nú eru
fullkomuliga uppsteðgaðir.
Tapið hesaferð økti ikki um
frástøðuna til oddin, tí VÍF
eisini var fyri tapi. Men
skal liðið halda fast um
støðuna sum avbjóðari, so
má vend koma í nú. Kom-
andi vikuskifti skulu teir
royna seg móti Kyndli, og
tað plagar at borga fyri
spenningi.
H71-StÍF 25-33 (14-16)
Málskjúttar
H71: Henrki Gerster 6(2), Halgir Dahl Olesen 4, Piti
Negru 4, Johnny Durhuus 4, Esbern Patursson 3,
Heini Bendtsen 2, Birgir Kass 1, Olaf Vesturgarð 1
StÍF: Sveinur Justinussen 8, Alexandur Johansen
5(1), Artur Johansen 5, Borgar Danielsen 5, Bent
Djurhuus 4, Bárður Danielsen 3, Leivur Justinussen
1, Jón Rasmussen 1, André F. Danielsen 1
Brotskøst: H71 3, StÍF 3
Útvísingar: H71 10, StÍF 4
Dómarar: Uni Wardum & Hannis Wardum
FAKTA UM DYSTIN
Endaliga støðan
Garry Kasparov
(2813)
7,5/10
Alexander Grischuk
(2704)
6,0
Alexey Dreev
(2698)
5,5
Alexander Morozevich
(2758)
5,0
Alexander Motylev
(2651)
5,0
Peter Svidler
(2735)
5,0
Evgeny Bareev
(2715)
5,0
Alexey Korotylev
(2596)
4,5
Vladimir Epishin
(2599)
4,5
Artyom Timofeev
(2611)
4,5
Vitaly Tseshkovsky
(2577)
2,5