týsdagur 30. november 2004síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 229 - 30. november 2004
Kyndil hevði speedar-
an í botni fyrsta góða
korterið, og tann
munin megnaði VÍF
ongantíð at vinna
aftur. Men hóast
hetta, so varð talan í
longum løtum um
eina spennandi og
undirhaldandi útgávu
av føroyska hond-
bóltsklassikaranum
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Ein at kalla stúgvandi full
høll. Til tíðir gott spæl. Vilji
aftan fyri hvørja einastu
kropstackling. Heitt blóð
millum leikararnar. Stutt
sagt – intensitetur.
Tað eru høvuðsorðini,
sum renna til hugs, tá næsti
dysturin millum VÍF og
Kyndil hetta kappingarárið
skal greinast.
Hóast munurin millum
liðini tað fyri tað nógva var
somikið stórur, at Kyndil
alla tíðina líktist einum
vinnara, so var nervin í
dystinum alla tíðina til
staðar. Við einum Kyndils-
liði, sum av øllum alvi
stríddist fyri at halda fast
um leiðsluna, sum teir
høvdu vunnið, og við ein-
um VÍF-liði, sum av eins
nógvum alvi royndi at
fanga teir grønu aftur.
Ferðin og Johan
At munurin gjørdist so
hampuligur beinanvegin,
vóru fyrst og fremst tvær
orsøkir til.
Fyrsta av hesum var, at
Kyndil fyrstu longu løtuna
spældi við speedaranum í
botni. Ferðin varð skrúvað
upp á eitt støði, sum sjáldan
er at síggja í føroyskum
hondbólti, og tað legði eitt
ovurstórt trýst á VÍF. Ikki
minst tóktist tað at órógva,
at Kyndil alla tíðina vóru so
kvikir at geva bóltin upp, tá
VÍF hevði skorað. Málið
tóktist heilt einfalt vera, at
trýstið á VÍF verjuna skuldi
vera støðugt og hart, og
hetta eydnaðist eisini.
Longu eftir fyrsta góða
korterinum, vóru eini fimm
mál á muni, og tó at VÍF
eftir hetta fótaði sær, og tó at
Kyndil ómøguligt kundi
halda somu leikferðini allan
dystin, so tóktist hetta longu
nú hava avgjørt dystin.
Hartil, so kom eisini, at
Johan Danielsen enn eina-
ferð hevði ein góðan dag í
Kyndils-málinum. Sjálv-
andi fekk hann góða hjálp
frá verjuni, sum í stóran
mun kundi trýsta skjúttar-
nar hjá VÍF, men í fleiri før-
um var talan eisini um heilt
góðar bjargingar, og einar
tvær ferðir tók hann eisini
royndir frá púrasta leysum
vestmenningum.
Her megnaði Dejan La-
cok ikki í eins stóran mun
at hava leiklutin sum av-
gerandi maður.
Noktaðu at gevast
Í løtunum eftir hetta tóktist
tað, sum skuldi intensitet-
urin og spenningurin fara
heilt úr dystinum. Kenslan
hjá áskoðarunum mundi
vera, at var munurin á lið-
unum veruliga somikið
stórur, so var ikki stórvegis,
ið VÍF kundi gera.
Men tað kundu teir
kortini. Frá fyrsta bríksli í
seinna hálvleiki tóktust teir
hava sett sær fyri, at her
skuldi vend koma í. Sam-
stundis tóktust teir grønu
als ikki vera til reiðar til
hetta mótsvarið frá VÍF.
Og so gjørdist talan kort-
ini um satt drama, sum
minti um støðuna, har illa
sperdi veiðurmaðurin at
enda verður kroystur upp í
eitt horn av stóru bjørnini.
Har veidda djórið brádliga
verður til tann, ið veiðir. Og
so spældi VÍF eisini stóran
part av hesi tíðini uttan Inga
Olsen. Hann hevði fingið
tvær útvísingar fyri steðgin,
og tí valdi venjarin at hava
hann á beinkinum í longum
løtum eftir steðgin. Ein
heldur merkisverd støðu-
takan, tí við hesum mistu
vestmenningar sín kanska
týdningarmesta
leikara.
Spurningurin er, um tað so
ikki var betri at nýta Inga so
langt, sum tað nú einaferð
rakk. Ein triðja útvísing
hevði so ikki havt størri
avleiðingar, enn tað at hava
mannin á beinkinum.
Langar løtur av seinna
hálvleiki stóð Kyndil við
rygginum móti múrinum.
Ljóðbylgjurnar í høllini
fóru upp í topp, hvørja ferð
VÍF fekk minkað munin
niður í eini tvey-trý mál,
men mest sum í berum
treiskni fingu teir grønu
kortini økt aftur um munin.
Endaliga avgerðin tóktist
fella, tá góður helmingur av
seinna hálvleiki var farin.
VÍF hevði aftur minkað
munin í tvey, men tá Sámal
Joensen fyrst fekk tveir
minuttir, og Ingi Olsen lítla
løtu seinni misnýtti brots-
kast, tóktist luftin fara úr
teimum gulu. Kyndil fekk
økt upp í seks mál, men
hóast støðan nú tóktist vón-
leys, so noktaðu teir gulu at
geva seg. Ferðin varð bara
sett enn meira upp, og hó-
VÍF-Kyndil 28
Einki varð g
Agnar Joensen, sum
aftur var sera eyð-
sýndur hjá VÍF, var
ikki nøgdur um, at
teir gulu misnýttu
ov nógvar møgu-
leikar fyri steðgin
HONDBÓLTSPRÁT
Jákup Mørk
– Vit brenna ov nógv fyri
steðgin. Kanska skjóta vit
ikki nóg væl, men eg
haldi so heilt avgjørt, at
Johan átti sín stóra lut í
sigrinum hjá Kyndli.
Somikið avgjørdur var
Agnar Joensen hjá VÍF, tá
vit eftir dystin sunnudag-
in fingu orðið á hann og
spurdu, hvørja áskoðan
hann hevði um dystin.
Serstakliga sipaði hann
við hesum til fyrstu løt-
una, tá Kyndil vann sær
munin, sum skuldi vísa
seg sum avgerandi fyri
dystin.
Men tað at tit brenna.
Kann tað ikki eisini koma
av, at verjan hjá Kyndli
riggar so sera væl hesa
løtuna?
– Tað ger hon kanska
eisini. Men tað vita vit av.
Vit kenna teirra leikarar,
og teir fara hart út í
álopið. Eg haldi sum so
eisini, at tað eydnaðist
okkum at koma hampu-
liga væl til skot hóast alt,
men sum sagt, so sótu tey
antin ikki nóg væl, ella
eisini var Johan fyri
teimum, staðfesti Agnar.
Seks mál vóru á muni í
steðginum, men hóast
hetta, so góvust vest-
menningar ongantíð. At
síggja til, so trúðu teir alla
tíðina uppá, at hetta
skuldi bera til, og Agnar
helt eisini sjálvur, at teir
ongantíð góvu upp.
– Vit fóru inn til seinna
hálvleik fyri at venda
dystinum.
Og
sjálvur
haldi eg, at eg trúði ordi-
liga uppá møguleikan, tá
vit høvdu minkað munin í
tvey mál. Men tað gekk
so tíverri ikki.
Hóast teir við hesum
mistu heitið sum einsa-
malt oddalið, so er tó
einki at ivast í, at tað
framvegis er nógv at
spæla um hjá VÍF. Eisini
hóast tað nú er meira enn
hálvt annað ár síðani, at
teir seinast vunnu á
Kyndli.
– Enn er so einki av-
gjørt. Vit hava tveir dystir
eftir móti Kyndli, og vit
eru javnir í stigum. So
kappingin er framvegis
púrasta opin, staðfesti
Agnar Joensen at enda.
Brendu ov
nógv
– Antin sótu skotini ikki nóg væl, ella eisini var Johan fyri
teimum, staðfesti Agnar Joensen eftir dystin