týsdagur 30. november 2004síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 229 - 30. november 2004
25
ast minuttirnar eftir á mál
nú vóru heilt fáir í tali, so
tóktist teir í Kyndli nakað
lættari, hvørja ferð mistøk
vórðu framd frá VÍF.
Og tá avtornaði, so var
hetta eisini nóg mikið hjá
Kyndli. Tier megnaðu at
halda fast um leiðsluna
allan vegin, og nú eru teir
ájavnir VÍF í oddinum.
Í serflokki
Og tað man eftir dystin
vera lítil ivi um, at tað vóru
tey bæði sterkastu hond-
bóltsliðini í landinum, sum
vóru á vøllinum. Tekniska
støði á spælinum – og har-
við eisini leikferðin – var í
minsta lagi ein klassa om-
anfyri tað, sum onnur lið
hava víst hetta kappingar-
árið, og hartil tóktist ein
brennandi stríðsvilji eisini
at búgva í hvørjum einasta
leikara.
Hetta seinasta gav eisini
at bíta í fleiri førum. Talan
var ikki um nakran óreinan
dyst sum so, men neistarnir
fuku ofta millum leikarar-
nar, tá spentar støður
íkomu. Útvísingarnar fyri
beinleiðis kjaftaslit og alt
ov ógvusligar kropstack-
lingar vóru eisini fleiri í
tali. Verjurnar fóru allan
dystin á tamb hart í mót-
støðuna, men alt kortini í
allar bestu meining. Ítrótt-
arliga avrikið var snøgt sat í
topp, og tá hetta kann lata
seg samantvinna við so-
mikið góðum dramatikki,
sum talan var um hesaferð,
so fær tað ikki verið annað
enn ein fragd at hyggja at.
Og so kann eisini stað-
festast, at tað í løtuni er
Kyndil, sum hevur munin
av hesum báðum. Fyrst og
fremst, so hava teir vunnið
báðar innanhýsis dystirnar
higartil í ár, men hartil, so
tykist grøni hópurin hava
nakrar dygdir, sum teir gulu
í løtuni sakna. Ikki minst
hevur breiddin her nógv at
siga. Við einum somikið
sterkum beinki, sum tí hjá
Kyndli, so ber til hjá venj-
arunum at fremja støðugar
útskiftingar, soleiðis at
leikferðin
framhaldandi
kann haldast høgt. Tað
kann VÍF so ikki gera í løt-
uni. Men teir hava fleiri
leikarar, sum eru á veg
aftur á liðið eftir skaða-
steðg, og so kann væl
verða, at talan verður um
enn meira spennandi upp-
gerðir enn hana, sum var á
skránni sunnudagin.
Næstan spell, at vit nú
skulu bíða fram til endan av
januar mánaði, áðrenn vit
aftur síggja hesi bæði liðini
tørna saman. Tann dysturin
verður tó neyvan minni
spennandi ella avgerandi
enn tann, sum varð leiktur
sunnudagin. Undir øllum
umstøðum man tað vera
ógvuliga avmarkað, hvat
liðini fara at missa av
stigum móti øðrum pørtum,
um innsatsurin framhald-
andi fer at verða á nær
námind sama støði, sum
hann var tað sunnudagin.
8-31 (13-19):
ivið ókeypis
VÍF-Kyndil 28-31 (13-19)
Málskjúttar
VÍF: Áki Olsen 7(2), Agnar Joensen 7. Ingi Olsen
6(3), Sámal Joensen 4, Jákup S. Andreasen 2, Karl
Johan Djurhuus 1, Harald Bjørgvin 1
Kyndil: Hans Áki Dal Christiansen 7(2), Høgni
Klein 6, Jakob Jónsson 5, Janus Einar Sørensen 5,
Josef Abrahamsen 3, Rókur Akralíð 3, Hans Arni
Thomsen 1, Finnur Hansson 1
Brotskøst: VÍF 6, Kyndil 2
Útvísingar: VÍF 8, Kyndil 4
Dómarar: Krisian Joensen & Karstin Joensen.
Høvdu eina trupla uppgávu, sum teir ikki komu heilt
nóg væl frá. Serliga tí linjan ikki varð sett nóg greitt
upp frá byrjan
FAKTA UM DYSTIN
Tað var merkisvert, at Ingi Olsen varð
hildin so nógv á beinkinum eftir steðgin.
Helst vildi venjarin halda honum burturi
frá eini triðju útvísing, men harvið varð
liðið eisini skert
Mynd: Álvur Haraldsen
Kyndil hevði sett
sær fyri, at VÍF
skuldi køvast við
høgari leikferð
fyrstu longu løtuna
HONDBÓLTSPRÁT
Jákup Mørk
Ein løtu stóð hann og
spruttaði eftir dystin.
Einamest um dømingina,
men tá vit hittu hann á
orði um hetta, tóktist
Janus Einar Sørensen
kortini ikki vilja siga tað
heilt nógva um akkurát
tann partin.
– Tað er væl altíð so-
leiðis, tá vit spæla móti
VÍF. Tú ert brennandi
heitur, meðan dysturin
stendur á, og tað verður
bæði givið og tikið av
heilum hjarta. So vit vita
av, at tað verður heitt.
Men tá tað er sagt, so
haldi eg samstundis, at
dómararnir kundu lagt
eina betri linju, staðfesti
hann.
Tá tosið fall inn á
sjálvan dystin, staðfesti
sterki strikuspælarin, at
spæliætlanin hjá Kyndli
var eydnast nærum til
fulnar.
– Vit tosaðu um, at vit
skuldu seta ferðina í topp
frá fyrsta bríksli. Tann
parturin eydnaðist framúr
væl, og seks mál framman
fyri í steðginum skuldu
eisini verið nóg mikið at
tryggja okkum sigurin.
Men tað var um reppið,
at VÍF tók tykkum aftur.
Vóru tit ikki nóg klárir til
seinna hálvleik?
– Tað er sama søgan
aftur hjá okkum. Tá leik-
ararnir byrja at dúva upp á
einmansavrikini, heldur
enn at koyra sum eitt lið,
koma vit í trupulleikar.
Tað var eisini um reppið,
at hetta kostaði okkum
heilt dýrt hesaferð. Eisini
tí at talan móti endanum
gjørdist um nógv stríð og
ov lítið spæl.
– Ikki tí. Stríðsvilji og
harðir nærdystir hoyra til
eina slíka uppgerð, og eg
haldi so eisini, at áskoðar-
arnir eisini fingu onkrar
góðar detaljur. Men sum
heild kundi eg ynskt mær,
at okkara avrik var meira
støðugt skipað ígjøgnum
allan dystin, segði altso
Janus Einar Sørensen at
enda.
Leik-
ætlanin helt
– Tá leikararnir byrja at dúva upp á einmansavrikini,
heldur enn at koyra sum eitt lið, koma vit í trupulleikar,
helt Janus Einar um støðuna, sum íkom eftir steðgin
Mynd: Álvur Haraldsen