týsdagur 30. november 2004síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 229 - 30. november 2004
Sjey ferðir Mjølnir
Sjeyndu ferð á rað
fingu kvinnurnar hjá
Mjølni tvey stig
FLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað tykist ikki vera tann
heilt stóri spenningurin í
bestu kvinnudeildini í flog-
bólti.
Higartil í ár hava kvinn-
urnar hjá Mjølni verið at
kalla einaráðandi, og tann
staðfestingin
varð
ikki
broytt nevnivert um viku-
skiftið.
Hesaferð
vitjaðu
klaksvíkskvinnurnar
hjá
stigaleysa SÍ, og har var so
ongantíð nakar ivi um
útfallið.
Tað var tað heldur ikki, tá
TB vitjaði í Hoyíkarhøllini
leygardagin. KÍF hevur
annars hótt við at ota seg
upp ímóti teimum heilt
sterku liðunum, men hóast
tær sprellaðu nakað hesa-
ferð, so var tað ikki nóg
mikið. TB hevur nevnliga
framvegis eitt av teimum
heilt sterku kvinnuliðunum,
og við greiðum sigrum í
triðja og fjórða settinum
eydnaðiast at fáa stigini til
høldar.
Á Kambsdali gekk tó
ikki heilt soleiðis, sum fólk
flest høvdu roknað við.
Dráttur hevur í fleiri førum
argað bæði TB og Mjølnir,
og tí varð roknað við, at tær
ikki skuldu hava stórvegis
trupulleikar av ÍF á Kambs-
dali.
Men høvdu tær roknað
við einum løttum sigri, so
gjørdust tær vónbrotnar. ÍF
vildi tað nevnliga nakað
væl øðrvísi. Frá byrjan
tóktust tær uppsettar upp á,
at her skuldu stigini ikki
nakran veg. Fyrsta og næsta
settið var lítil ivi, og tó at
Dráttur raknaði við til
seinasta settið, so var tað ov
seint. ÍF hevði nú tevið av
stigunum, og so gjørdist
einki.
Ein góður sigur hjá ÍF,
sum við hesum er farið at
ota seg nakað uppetir,
meðan Dráttur hinvegin
misti týðandi fet í kapping-
ini um bronsuna, har tað
annars fyrst og fremst hev-
ur verið KÍF, sum tær hava
kappast ímóti. Ein kapping,
sum altso nú eisini er
víðkað til at fevna um ÍF.
Hóast KÍF royndi at muta ímóti, so vóru tvørakvinnur eitt vet ov sterkar
Mynd: Álvur Haraldsen
Mjølnir taptu næsta
dystin á rað, og nú er
tað SÍ, sum er best
fyri í manskappingini
FLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Alt meira bendir á, at talan
í ár verður um eina framúr
spennandi manskapping í
flogbólti. Eftir at Mjølnir
fyrstu nógvu vikurnar tókt-
ust vera fullkomuliga eina-
ráðandi, komu teir niður á
jørðina við tapinum fyri
Fleyr seinasta vikuskifti, og
leygardagin varð enn eina-
ferð staðfest, at eingin skal
taka nakað sum helst fyri
givið hetta kappingarárið.
Hesaferð vitjaðu klaks-
víkingarnir í Sørvági, og
aðru ferð á rað mátti
Mjølnir fara stigaleyst av
vøllinum. Teir tóku annars
fyrsta settið í sín part, men
so setti SÍ ferð á. Í einum
spennandi næsta setti fingu
teir ta so týðandi sálarligu
yvirvágina, og so gekk tað
við fullari ferð. Tvær ferðir
25-18 staðfestu sigurin,
sum altso sendi SÍ einsa-
malt í oddin.
Og umframt Mjølnir, so
er Fleyr altso eisini partur
av oddastríðnum. Fleyr
vitjaði
sunnudagin
á
Kambsdali, og tó at ÍF
sprellaði nakað, so fekk
Fleyr stigini. Tað mundi tó
órógva, at fuglirðingarnir
skuldu taka sær av næsta
settinum, og í fjórða settin-
um var eisini um reppi, at
Fleyr vórðu tvingaðir út í
eitt seinasta sett. Men
stigini gjørdust kortini nóg
nógv, og við einum betri
settmuni enn Mjølnir, hava
havnarmenninir so lagt seg
á næst ovasta sessin á
stigatalvuni.
So
er
spurningurin,
hvussu tað fer at tørna út, tá
Fleyr um eina viku vitjar í
Sørvági. Tann dysturin fer
at gera av, hvussu enda-
støðan í grundspælinum
verður.
So er SÍ einsamalt
Flogbóltsstøður
Meistaradeild, kvinnur
v
t
+/-
d
v
-
t
sett
sett
sett
stig
1 Mjølnir
7
7
-
0
21
4
17
14
2 TB
7
6
-
1
18
7
11
12
3 KÍF
7
4
-
3
13
12
1
8
4 Dráttur
7
2
-
5
13
16
-3
4
5 ÍF
7
2
-
5
8
15
-7
4
6 SÍ
7
0
-
7
2
21
-19
0
Meistaradeild, menn
v
t
+/-
d
v
-
t
sett
sett
sett
stig
1 SÍ
6
5
-
1
16
6
10
10
2 Fleyr
6
4
-
2
14
8
6
8
3 Mjølnir
6
4
-
2
14
9
5
8
4 Fram
5
1
-
4
5
13
-8
2
5 ÍF
5
0
-
5
2
15
-13
0
Flogbóltsúrrslit
Meistaradeild kvinnur
KÍF-TB
1-3 (19-25, 25-18, 20-25, 19-25)
SÍ-Mjølnir
0-3 (18-25, 17-25, 17-25)
ÍF-Dráttur
3-0 (25-21, 25-16, 25-23)
Meistaradeild menn
SÍ-Mjølnir
3-1 (20-25, 25-23, 25-18, 25-18)
ÍF-Fleyr
1-3 (17-25, 26-24, 14-25, 23-25)
Fleyr fekk enn ein sigur til
høldar um vikuskifti, og nú
hava teir møguleikan at
syrgja fyri fullkomnari
javnstøðu, tá teir vitja í
Sørvági næsta vikuskifti