týsdagur 30. november 2004síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 229 - 30. november 2004
27
Spenningurin um
DM er burtur. Um tað
aftur skal gerast
spennandi, so skal
Brøndby missa alt í
fýra umførum, tá ið
kappingarneytarnir
samstundis skulu fáa
fult
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Sunnudagin varð punktum
sett fyri heystarhálvuni í
donsku
landskappingini.
Átjan av teimum 33 umfør-
unum eru avgreidd. 19.
umfarið verður sunnudagin
13. mars. Í vetrarsteðginum
tykist spenningurin um,
hvør verður meistari, at
vera lítil og eingin. Brønd-
by er tíggju stig framman-
fyri FCM, sum er næst-
fremst, og teir eru sekstan
stig frammanfyri meistara-
liðið tvey tey seinastu árini,
FCK, sum av Brøndby
venjaranum,
Michael
Laudrup, higartil hevur
verið roknað sum størsti
kappingarneytin um DM.
Hóast Brøndby síðsta
kappingarár misti stóra
leiðslu, og FCK gjørdist
meistari, so tykist møgu-
leikin fyri endurtøku at vera
lítil og eingin. Brøndby
hevur ment seg nógv, og
FCK tykist ikki hava styrk-
ina, sum teir høvdu í vár. Í
19. umfarinum skal Brønd-
by spæla á heimavølli móti
AaB, og FCK skal spæla á
heimavølli móti FCM. Í
løtuni tykist tað meiri
sannlíkt, at munurin millum
tey bæði stóru feløgini í
høvuðsstaðnum fer at verða
størri eftir 19. umfarið, enn
at hann fer at verða minni,
enn hann er nú.
Í vikuskiftinum dragnaði
tað uppaftur meiri millum
Brøndby og FCK. Leygar-
dagin var FCK í Esbjerg.
Todi Jónsson verður fram-
vegis ikki mettur at vera
nóg væl fyri at taka lut í
superliguni. Hann var eftir í
Keypmannahavn. Liðfelag-
arnir fingu eitt stig burtur-
úr. Soleiðis sum tað lagaði
seg í Esbjerg, kunnu teir í
FCK ikki vera annað enn
fegnir um 1-1. Esbjerg
legði seg stutt undan steðg-
inum á odda eftir frágera
gott álop. Høgri vongverj-
in, Ole Tobiasen, javnaði
fyri FCK í 2. hálvleiki.
FCK
venjarin,
Hans
Backe, staðfesti sunnu-
kvøldið, at fleiri av lykla-
spælarunum síðsta kapp-
ingarár ikki hava rokkið
støðinum, sum teir áður
hava víst. Millum hesar
nevndi hann fyrst og fremst
Zuma og eisini Álvaro
Santos, sum tó hevur verið
nógv skaðaplágaður.
Brøndby spældi einki
serligt sunnudagin, tá ið
teir vóru í Herfølge og á
gamla heimavøllinum hjá
John Faxe Jensen, sum fyri
gott og væl fýra árum
síðani var oddamaður, tá ið
Herfølge við Jákupi Mikk-
elsen millum stólparnar
vann DM.
Í fótbóltshøpi eru fýra ár
long tíð. Herfølge hevur
verið í næstbestu deildini
og vent. Í løtuni eru teir aft-
astir í superliguni. Nýggj
niðurflyting lúrir. Sunnu-
dagin vóru teir í Herfølge
óførir og ágangandi. Teir
løgdu oddaliðið undir trýst,
men kortini vann Brøndby.
Úrslitið var 2-1. Svenski
Johan Elmander skoraði
bæði Brøndby málini. Eftir
trilvandi byrjan er hann nú
vorðin sannur gullfuglur í
Brøndby.
FCM er framvegis næst-
fremst. Hesa ferð vunnu teir
á heimavøllinum, SAS aren-
uni, 2-1 á Randers, sum eftir
eina
viku
omanfyri
niðurflytingarstrikuna, nú
aftur er næstniðast. Úrslitið
var merkisvert á tann hátt, at
hetta var sekstanda ferðin, at
FCM spældi landskapping-
ardyst á nýggja heimavøll-
inum, og at tað ikki enn er
komið fyri, at teir eru farnir
tómhentir av nýggja gras-
vøllinum.
Leygardagin var OB,
sum er á triðja plássinum, í
Aalborg. Úrslitið var 1-1,
eftir at AaB leingi hevði
verið á odda. Tá ið tað vóru
tíggju minuttir eftir, misti
OB ein mann, men kortini
megnaðu teir at javna, tá ið
tað restaðu tríggir minuttir.
Mesta tosið eftir dystin
stóðst av, at løgreglan í Aal-
borg syrgdi fyri, at við-
haldsfólkini hjá OB ikki
fingu høvi at fara inn í
miðbýin
undan
dystar-
byrjan. Løgreglan segði seg
óðra ilt og rokna við nógv-
um
rumbli. Tað
vóru
gestirnir úr Odense ikki
glaðir fyri at hoyra.
Hjá AGF var tað stórt
vónbrot, at teir á heimavølli
taptu 3-1 móti Silkeborg.
Tá ið støðan var 2-0, mis-
nýtti Stig Tøfting brots-
spark. Hann helt sjálvur
eftir dystarenda, at hansara
lið hevði havt vunnið, um
hann hevði havt skorað úr
ellivu metrum. Úrslitið bar
við sær, at Silkeborg, sum
alt kappingarárið hevur
riðið um niðurflytingar-
strikuna, nú er sjey stig
omanfyri strikuna. Talan
var um fínan endaspurt
undan
vetrarsteðginum.
Hóskvøldið fingu teir trý
stig á heimavølli móti FCN,
og nú fingu teir aftur fult.
Um Viborg hevði havt
fingið góða úrtøku móti
botnliðunum, so høvdu teir
verið klárt nummar tvey í
landskappingini. Felagið,
sum John Petersen nú venur
í, hevur staðið seg illa móti
botnliðunum, og sunnudag-
urin var einki undantak.
Teir vóru í Farum, har
heimaliðið vann 3-2. Tá ið
tað restaðu tríggir minuttir,
var Viborg á odda 2-1, men
so skoraði FCN tvær ferðir.
Harvið
lyftu
teir
sær
akkurát uppum niðurflyt-
ingarstrikuna. Hetta var
fyrsta ferðin í tólv dystum,
at FCN fekk fulla úrtøku.
Fleiri á veg uttanlands
Stóri spurningurin í donsk-
um fótbólti er í løtuni,
hvussu nógvir og hvørjir av
bestu spælarunum í super-
liguni fara at verða seldir til
útlendsk feløg í vetrar-
steðginum. Í januar verður
aftur loyvt at keypa og selja
spælarar. Í Danmark verður
mett, at tað er sannlíkt, at
tríggir og kanska fýra spæl-
arar kunnu fara uttanlands
heilt skjótt. Talan er um
AaB málverjan, Jimmy
Nielsen, AGF verjuspælar-
an Leon Andreasen, FCM
álopsspælaran Mohammed
Zidan og Brøndby álops-
spælaran Johan Elmander.
Stórur áhugi sigst vera
fyri tí síðst nevnda í Týsk-
landi. Brøndby keypti hann
í summar fyri 4,5 milliónir
krónur, og tað verður mett,
at teir kunnu fáa mangt
slíkt fyri hann. Men bæði
spælarin sjálvur og felagið
staðfesta, at talan verður
ikki um søluprát fyrrenn í
summar.
Jimmy Nielsen stendur í
boði at royndarvenja í Ong-
landi. Spælarin er áhugaður
í at sleppa uttanlands, og
felagið hjá honum er
áhugað í at selja, tí teimum
restar pengar. Men talan
verður ikki um, at AaB
málverjin skal renna frá
felagi og til felag og
royndarvenja. Tað heldur
hann seg vera og gamlan og
royndan til.
Fleiri týsk feløg sigast
vera áhugað í Leon Andrea-
sen. Áhugin fyri Moham-
med Zidan, um í síðstu
viku varð kosin besti spæl-
arin í superliguni í heyst -
hann varð eisini kosin at
vera bestur undan summar-
steðginum - er stórur, og
tað er møguleiki fyri, at
hann fer at verða seldur til
okkurt stórt felag. Men tað
kann eisini hugsast, at tað
fer at ganga, sum tað gjørdi
hjá Zuma. Áhugin fyri
honum segðist í síni tíð at
vera stórur, men tá ið tað
kom til stykkis, var eingin
áhugaður í at gera álvara av
at keypa, og nú bendir lítið
á, at dreymurin hjá Zuma
og FCK um at fáa nógvar
pengar burturúr fer at
gerast til veruleika.
Fleiri hava kós uttanlands
Tað røkist einki fyri nøkrum serligum spenningi í donsku
superliguni í ár. Til tess eru Brøndby alt ov einaráðandi,
meðan kappingarneytarnir eru óstøðugir
Danska superligan
v
t
d
v - j - t
mál mál
+/-
stig
1 Brøndby (S)
18
13 - 4 - 1
31
10
21
43
2 FCM
18
10 - 3 - 5
29
24
5
33
3 OB
18
9 - 3 - 6
42
23
19
30
4 Viborg
18
7 - 6 - 5
21
18
3
27
5 FCK (M)
18
7 - 6 - 5
29
27
2
27
6 AGF
18
7 - 5 - 6
31
31
0
26
7 AaB
18
7 - 4 - 7
28
25
3
25
8 Esbjerg
18
6 - 5 - 7
35
31
4
23
9 Silkeborg
18
6 - 3 - 9
28
33
-5
21
10 FC Nordsj.
18
4 - 4 - 10
22
37
-15
16
11 Randers FC
18
3 - 5 - 10
20
34
-14
14
12 Herfølge
18
4 - 2 - 12
15
38
-23
14
Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK)