Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-30, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. november 2004síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 229 - 30. november 2004 KÍF er nú ájavnt H71 á bronsuplássinum. Neistin tykist hinveg- in vera fallið full- komuliga í fátt HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Kollfirðingar hava í ár fleiri ferðir prógvað, at hóast liðið á pappírinum skuldi verið veikari enn tað, sum í fjør endaði á aftasta sessin- um, so skulu teir so sanniliga takast í álvara. Tí um nakað, so tykist liðið vera styrkt. Stríðsvilj- an hava teir altíð havt, og til tíðir hevur hetta eisini verið kombinerað við effektivit- eti, har liðið eisini hevur hildið høvdinum kalt sein- astu avgerandi minuttirnar. Nakað sum annars hevur verið mest eyðsýna mang- ulvøran hjá liðnum. KÍF-eindin sterkari Tað var tó ikki, tí teir høvdu so stóran tørv á hesum báðum lutum leygardagin. Neistin var komið á vitjan, og tað var skjótt sjónligt, at hetta skuldi ikki gerast nøkur møtumikil uppgáva hjá kollfirðingunum. Neistin var í miðvikuni fyri eyðmýkjandi stórtapi í grannauppgerðini móti Kyndli, og tó at teir nú aftur høvdu Damir Oros á liðnum, so tóktist hetta ikki gera stórvegis mun. Snøgt sagt, so tykist øll spæligleði og allur stríðs- vilji í løtuni at vera sogin úr Neistanum. Longu frá byrjan av var sjónligt, at her var ikki nakað felags stev hjá leikarunum. Heldur varð roynt við óskipaðum einmansavrikum, og tá KÍF so samstundis megnaði at skumpa verjuna væl út móti sterku skjúttunum hjá teimum bláu, so lá tað líka- sum í luftini, at heimaliðið skuldi fáa sigurin. Og tann ábendingin gjørdist bara greiðari, sum minuttirnir gingu. Óprovok- eraðu mistøkini gjørdust alt fleiri í tali, og tá retur-renn- ingarnar at kalla ikki vóru til staðar, kundu KÍF-leikar- arnir veruliga dusa sær í góða plássinum. Í botni Nú skal avrikið hjá KÍF als ikki undirmetast, tí fram um nakað, so prógvaðu teir aftur hesaferð, at teir ætla at taka hvønn tann einasta møguleika, sum teir fáa. Men 16 mál í samfullar 60 minuttir mundi ikki vera tað, sum bláu áskoðararnir høvdu vónað móti einum av liðunum, sum verður mett í veikara endanum av kappingini. Her má Neistin so bara ásanna, at teir sjálvir nú eru í veikara end- anum, og tað kann í øllum førum staðfestast, at verða avrikini á sama støði fram- yvir, so gongur ikki long tíð, áðrenn teir eru av- byrgdir á botnsessinum. Hjá KÍF man lagið vera øðrvísi betri fyri tíðina. Við sigrinum hesaferð komu teir upp á liðina á hoyvíkingun- um, og eru teir soleiðis part- ur av heiðursmerkjastríðn- um í bestu deildini. Um tað so er ein støða, sum fer at halda sær alt kappingarárið, er ein onnur søga. Men tað skal ikki vera nakar ivi um, at kollfirðingar sjálvir fara at gera alt tað, sum stendur í teirra makt, til tess at halda fast um góðu avrikini. Líka mikið hvør mótstøðan er. Tíverri hava vit ikki fingið fatur á nøkrum dómaraseðli frá dystinum. KÍF-Neistin 27-16 (12-9): Neistalagið í botni Kollfirðingar prógvaðu enn einaferð, at teir ikki eru so lættir at syfta kortini. Liðið er nú ájavnt H71 á bronsuplássinum Mynd: Álvur Haraldsen Hondbóltsstøður v. t. mál- dystir v - j - t mál mál mun. stig 1 VB 7 6 - 0 - 1 214 142 72 12 2 Stjørnan 6 6 - 0 - 0 163 123 40 12 3 Neistin 7 5 - 0 - 2 212 158 54 10 4 Søljan 8 4 - 0 - 4 223 198 25 8 5 VÍF 8 4 - 0 - 4 187 186 1 8 6 StÍF 7 1 - 1 - 5 150 186 -36 3 7 Kyndil 7 1 - 1 - 5 131 192 -61 3 8 Tjaldur 6 0 - 0 - 6 119 214 -95 0 v. t. mál- dystir v - j - t mál mál mun. stig 1 Kyndil 8 6 - 0 - 2 252 194 58 12 2 VÍF 8 6 - 0 - 2 228 203 25 12 3 H71 8 4 - 0 - 4 241 234 7 8 4 KÍF 8 4 - 0 - 4 206 220 -14 8 5 Neistin 8 2 - 0 - 6 211 247 -36 4 6 StÍF 8 2 - 0 - 6 215 255 -40 4 Máltindarnir Kvinnur Nicoleta Radu Hansen Søljan 78 (10) Ioana Rápa VÍF 77 (23) Daiva Tuomaite VB 66 (27) Simona Petersen Neistin 62 (14) Lina Andriulyte Søljan 52 (4) Aukse Vysniaskaite VB 47 (1) Randi Wardum Kyndil 41 (10) Vesna Tomajek Tjaldur 39 (19) Rebekka Justinussen StÍF 38 (8) Marjun Tróndarson Neistin 37 (2) Lotte Sørensen Kyndil 35 (10) Heidi Maria Akselsen Søljan 33 Ása Dam á Neystabø Neistin 33 (2) Alina Olaru Stjørnan 33 (4) Poula D. Olsen StÍF 32 Menn Ingi Olsen VÍF 59 (18) Henrik Gerster H71 52 (6) Agnar Joensen VÍF 50 (2) Sveinur Justinussen StÍF 50 (7) Halgir D. Olesen H71 48 (2) Áki Mørk Neistin 47 (7) Josef Abrahamsen Kyndil 45 (11) Piti Negru H71 43 (2) Høgni Klein Kyndil 41 (1) Damir Oros Neistin 37 (9) Jakob Jónsson Kyndil 36 Hans Áki Dal-Christiansen Kyndil 34 (6) Leivur Justinussen StÍF 30 (4) Finnur Hansson Kyndil 28 (8) Blagoje Buha Neistin 27 (1)