Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-30, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. november 2004síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 229 - 30. november 2004 29 Tað vóru bindi- klubbakonurnar í Æðuvík, sum fingu hugskotið at gera serliga nógv burtur úr bygdini sum jólabygd. – Hetta var eftir, at Æðuvík varð kosin at vera best røkta bygd í 2001, sigur Sólrun Johannesen JÓLAHÝRUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sólrun Johannesen í Æðu- vík sigur, at hugskotið at gera so nógv burtur úr bygdini í jólamánaðinum er sprottið úr práti millum bindiklubbakonur í Æðu- vík. – Flestu konur í bygdini eru við í bindiklubbanum, og eftir at bygdin í 2001 varð kosin at vera best røkta bygd í Føroyum, fóru vit at tosa um, hvat vit annars kundu finna uppá. Í Æðuvík er ógvuliga gott samanhald og ein slíkur heiður, sum at vera kosin til best røktu bygd, skapar enn størri samanhald. Hon sigur, at tá ið hug- skotið um at gera serliga nógv burtur úr at pynta bygdina til jólar, kom upp at venda, tóku fólk beinan- vegin undir við hesum. – Vit tosaðu saman, eis- ini við tey, sum ikki eru knýtt at bindiklubbanum, og øll vóru samd um at gera nakað við hetta. Sólrun sigur, at øll bygdin stendur saman um at pynta til jólar, og tað er líkasum, at hvør roynir at gera meira enn annar. – Tað eru trý ár síðan, at vit fóru undir hetta tiltak, og á hvørjum ári er bygdin vorðin pyntað meira og meira. Í ár hava fleiri keypt sær ymiskar lýsandi "fig- urar", sum settir eru upp á húsaveggirnar. Hini árini hava hesir í størri mun ver- ið heimagjørdir. Keyptu "figurarnir" eru vakrari, og teir pynta nógv um - aftrat øllum tí, sum vit framman- undan hava í vindeygunum og uppi á húsunum. Hon sigur, at hópur av fólki úr ymiskum heraðs- hornum vitja bygdina í jólamánaðinum. – Men hetta hevur ikki verið nakar trupulleiki, tí Æðuvík liggur við endan av vegnum – og við ongari gjøgnumkoyring, ið kann elva til trupulleikar, sigur Sólrun. Sólrun sigur, at tá ið tey fingu hugskotið at pynta bygdina til jólar, hugsaðu tey, at Æðuvík er ein passa- liga lítil og avmarkað bygd til eitt slíkt tiltak. – Eg vil siga, at serliga børnini eru púra "vekk" í øllum hesum, og hetta er sjálvsagt eisini til miklan hugna og stóra gleði fyri okkum vaksnu, sigur Sólr- un Johannesen at enda. Hvørt einstakt húski í Æðuvík ber kostnaðin av tí, tey gera, men øll bygdin stendur saman um Jesus- barnið, Mariu og Jósef, sum standa og lýsa við minnisvarðan. Samanhald skapar jólabygdina Ljósini tendrað: Æðuvík í jólahýri Árni Joensen, borgar- stjóri í Oyndarfirði, helt røðu og hornork- estur spældi, tá ið ljósini í Æðuvík al- ment vórðu tendrað í regni og vindi sunnu- kvøldið JÓLAHÝRUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hóast veðrið var vánaligt við regni og vindi høvdu nógv fólk leitað sær til Æðuvíkar sunnukvøldið, tá ið tey mongu og vøkru ljós- ini í "jólabygdini" alment vórðu tendrað. Hetta er triðja árið á rað, at æðuvíkingar gera nógv burtur úr at pynta bygdina til jóla – og hvørt ár hava tey gjørt meira og meira burtur úr. Hvørt hús er pyntað við ljósum – tey flestu heilt úr túninum og upp í skjøld- urin. Tað skerst ikki burtur, at Æðuvík í jólamánaðinum er nakað heilt fyri seg – til gleði fyri bæði børn og vaksin, sum búgva á staðn- um og fyri tey mongu, sum leita á hesar leiðir. Og tey eru mong, sum koyra sær ein túr til Æðu- víkar um kvøldarnar hesa tíðina av árinum. Tað var borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Rod- mundur Nielsen, sum beyð vælkomin. Eitt væl mannað horn- orkestur við bæði børnum og vaksnum setti sín ser- staka dám á løtuna. Árni Joensen, borgar- stjóri í Oyndarfjarðar kommunu, helt røðu, sum fall væl í oyruni hjá teim- um, sum komin vóru at lýða á og síggja væl pynt- aðu bygdina. Eftir røðu og hornatón- leik, sum framborin vórðu undir vánaligum veðurlík- indum, bjóðaðu æðuvíking- ar holukøkur og gløgg. Hetta er fyrstu ferð, at æðuvíkingar hava skipað fyri almennum tiltaki, har ljósini í bygdini verða tendrað. Tiltakið vardi umleið ein tíma og eydnaðist stak væl. Hornorkestrið setti sín serstaka dám á við sínum tónleiki Mynd: Vilmund Jacobsen Tað var Árni Joensen, borgarstjóri í Oyndarfirði, sum helt røðuna Mynd: Vilmund Jacobsen Við minnisvarðan stóð krubban við Jesusbarninum, Mariu og Jósefi Mynd: Vilmund Jacobsen Eftir sjálvt haldið, fingu fólk holukøkur, gløgg og sodavatn, sum kom væl við í vánaliga veðrinum Mynd: Vilmund Jacobsen Borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Rodmundur Nielsen, beyð vælkomin Mynd: Vilmund Jacobsen