Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. februar 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. FEBRUAR 2019 SOSIALURIN 19 10 TEMA Fólkatingsval Lítil áhugi fyri fólkatings­ valinum Tað er ikki bara valluttøkan, ið bendir á, at lítil áhugi er fyri fólkatingsvalinum. Í hesum døgum rigga politisku flokkarnir til val og hava fleiri feløg seinastu vikurnar lýst til aðalfundir og uppstillingarfundir. Felags fyri fleiri av hesum fundum er, at lýst verður til uppstillingarfund til komandi løgtingsval, meðan einki verður nevnt nakrastaðni um uppstilling til fólkatingsvalið HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO N æstu mánaðirnar skulu føroyingar ikki færri enn tvær ferðir á val. Hóast eingin veit við vissu nær Lars Løkke Rasmussen, danski forsætisráðharrin, og Aksel V. Johannesen, løgmaður, út­skriva ávikavist fólkatingsval og løgtingsval, so er tað mest sann­líkt, at fólkatingsvalið verður tað fyrra av teimum. Fólkatingsval skal vera í sein­asta lagi týsdagin 18. juni í ár, men tað er ikki vanligt í Danmark, at Fólka­tingið situr alt skeiðið út. Tí vænta politiskir eygleiðarar, at valið verður útskrivað fyrr og við in.fo fyrr í vikuni segði Hans Engell, politiskur eygleiðari í Dan­mark, at hann væntar valið verð­ur einaferð millum 19. mars og 26. mai. - 19. mars er eitt gott boð upp á ein fólkatingsvaldag, men tað kann líka so væl haldast ein av teim­um trimum týsdøgunum í mars og í apríl. Eftir páskir síggi eg ikki annan møguleika, enn 26. mai, segði Hans Engell við in.fo. Í Føroyum bendir einki á, at løg­mað­ur er um at útskriva løg­tings­val enn og er tað sostatt sannlíkt, at tað verður sama støðu sum fyri fýra árum síðan, tá fólkatingsvalið var nakrar fáar mánaðir áðrenn løg­tings­valið. Lítil áhugi Tað er kortini eingin ivi um hvat val fyllur meira í huganum hjá føroyingum. Fyri fýra árum síðan var valluttøkan til løgtingsvalið 88,8 prosent, meðan valluttøkan til fólkatingsvalið var 65.6 prosent, ið enntá var ein framgongd frá 2011, tá einans 59,8 prosent av veljarunum vóru á vali. Um valluttøkan til løg­tingsvalið og fólkatingsvalið verð­ur samanborið er talan um ein mun á 23,2 prosent, Tjóðveldi gjørdist størsti flokk­ur til fólkatingsvalið við 24,5 prosentum av atkvøðunum, men størsti bólkurin til valið vóru tey 34,4 prosentini av samlaða veljara­fjøld­ini, ið als ikki fóru á val. Tað er ikki bara valluttøkan, ið bendir á, at lítil áhugi er fyri fólka­tingsvalinum. Í hesum døg­um rigga politisku flokkarnir til val og hava fleiri feløg seinastu vik­urnar lýst til aðalfundir og upp­still­ingarfundir. Felags fyri fleiri av hesum fundum er, at lýst verð­ur til uppstillingarfund til kom­andi løgtingsval, meðan einki verður nevnt nakrastaðni um upp­stilling til fólkatingsvalið. Hetta samsvarar eisini við tey sjónarmið, ið stjórn­mála­frøð­ing­urin Uni Holm Johannesen, før­ir fram aðrastaðni í blaðnum, har hann vísir á, at sum heild er tað ein lunk­aður áhugi fyri fólka­tings­val­in­um millum veljarar, flokkar og polit­ikarar. Stilla upp Søguliga sæð hevur fólkatingsvalið síðan heimastýrislógina ikki altíð verið sett í fremstu røð hjá flokkunum, og hongur tað kanska saman við, at sessirnir hava mist nakað av sínum týdningi, ið søgu­frøð­ingurin Hans Andrias Sølvará vísir á aðrastaðni í blaðnum. Nakrir flokkar hava enntá av ymiskum ávum valt ikki at stilla upp til fólkatingsval. Fólka­flokk­urin stillaði ikki upp í 1950 og 1953, Sjálvstýrisflokkurin var ikki á vallistanum í 1957, 1960, 1964, 1966, 1968 og 1975, meðan Miðflokkurin ikki stillaði upp í 1994 og 1998. Kendasta dømi er nokk Tjóð­veldi, har formaður floksins fleiri ferðir hevur sagt, at hann ikki tekur undir við, at flokkurin still­ar upp til fólkatingsval. Kortini hev­ur flokkurin stillar upp til hvørt fólkatingsval síðan 1973, men í 1964, 1966, 1968 og 1971 varð sam­tykt ikki at stilla upp, aftaná at flokk­urin fyrstu ferð var á vallist­an­um til fólkatingsvalið í 1960. Hóast tað sostatt ikki er óvan­ligt, at flokkar halda seg aftur at stilla upp til fólkatingsval, so bend­ir alt á, at teir veljarar, ið fara á val til komandi fólkatingsval, fáa høvi at velja millum allar flokkar. Sam­bært spurnarumfari millum floks­formenninir, ið til ber at lesa aðrastaðni í blaðnum, er tað nevni­liga eingin teirra, ið ikki ætl­ar at stilla upp.