hósdagur 14. februar 2019síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. FEBRUAR 2019
SOSIALURIN 19
11
- Tað hevur at kalla onga ávirkan á
gerandisdagin hjá okkum í Føroyum, um
fólkatingsumboðini eita Annika, Edmund,
Sjúrður ella Magni. Tað er løgtingið, sum ger
lógirnar, sum eru galdandi í Føroyum. Ikki
Christiansborg. Tað sigur Uni Holm Johannesen,
stjórnmálafrøðingur, um hví valluttøkan til
seinastu fólkatingsval hevur verið so lág
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
F
øroysku flokkarnir skulu
ikki vænta tað stóru val
lutøkuna, tá fólkatingsval
verður ein av komandi
mánaðunum. Áhugin fyri fólka
tingsvalinum er nevniliga so
mikið lítil millum føroyskar velj
arar, politikarar og flokkar, at
tað er ringt at ímynda sær eina
vallutøku, ið bara líkist henni, ið
er til løgtingsval. Tað er metingin
hjá stjórnmálafrøðinginum Una
Holm Johannesen.
- Eg ivist í, um tað ber til. Ikki
uttan so, at fullveldið er ovast á
politiska breddanum í Føroyum,
sum var støðan í 2001. Týdningurin
av valinum er snøgt sagt ov lítil,
sammett við løgtingsvalið, er
svarið, tá hann verður spurdur,
hvat skal til fyri at økja um val
luttøkuna til fólkatingsval.
Uni Holm Johannesen, ið
flestu føroyingar kenna frá hans
ara gamla leikluti sum vertur í
Dag&Viku, hevur bæði gjøgnum
sítt yrki sum journalistur og síni
útbúgving sum stjórnmálafrøð
ingur, fylgt væl við í kjakinum um
føroysku fólkatingsumboðini og
lunkaða áhuganum hjá føroyska
veljarafjøldini at fara á val, tá
umboð skulu sendast á Christians
borg.
Í høvuðsritgerðini, ið hann lat
úr hondum á Syddansk Universit
et fyri trimum árum síðan, var
evnið lítla valluttøkan í Føroyum
til fólkatingsval og hugburðin hjá
føroyskum flokkunum mótvegis
teimum báðum føroysku sessun
um.
Onga ávirkan á
gerandisdagin
Hann vísir á, at ymsar orsøkir liggja
til grund fyri, at fólkatingsval ikki
hevur somu støðu millum veljara
fjøldina sum løgtingsvalið, harav
tann fyrsta er manglandi ávirkan
á okkara gerandisdag.
- Tað hevur at kalla onga ávirkan
á gerandisdagin hjá okkum í
Føroyum, um fólkatingsumboðini
eita Annika, Edmund, Sjúrður ella
Magni. Tað er løgtingið, sum ger
lógirnar, sum eru galdandi í Før
oyum. Ikki Christiansborg. Og
tað eru landsstýrið í Tinganesi
og stjórnin á Christiansborg, sum
gera avtalur um viðurskiftini mill
um Føroyar og Danmark. Ikki
fólkatingsumboðini, sigur stjórn
málafrøðingurin.
At 65,6 prosent av føroysku
veljarunum kortini valdu at fara
á val seinast er tí, at veljarin hevur
tí fatan, at hóast valið ikki er týdn
ingarmikið fyri okkum, so er tað
ein fólkaræðislig skylda at brúka
okkara atkvøðurætt, vísir Uni á.
Trupult hjá flokkunum
Vantandi áhugin hjá føroyingum
fyri sessunum á Christiansborg
sæst ikki bara aftur á valluttøkuni,
men eisini í talinum av valevnum,
ið politisku flokkarnar stilla upp
til valið.
- Tað eru bara tveir politiskir
sessir at kappast um. Tað ger, at
politisku flokkarnir fáa ikki mobil
isera so nógv valevni, sum veruliga
rokna við, at tey hava ein kjans at
verða vald. Ein stórur partur av
valevnunum eru heilt einfalt ikki
nóg eldhugaði, eisini tí løgmaður,
landsstýrisfólk, floksformenn og
aðrir politiskir profilar stilla upp,
vísir hann á og samanber við løg
tingsvalið, har tað ber til at koma
inn um tinggáttina við 200 atkvøð
um.
Samstundis brúka flokkarnir
eisini sjálvir munandi minni orku
og pengar upp á at vinna sessirnar
á Fólkatingi samanborið við á Løg
tingi.
- Runt roknað, so brúka stóru
flokkarnir í Føroyum umleið
300.000 krónur til at føra valstríð
til fólkatingsvalið, og teir brúka
okkurt um eina millión krónur
til løgtingsvalið. Tað ger eisini, at
fokusið verður ikki tað sama, sigur
Uni Holm Johannesen.
Upphæddin á 300.000 krónur
er ikki tilvildarlig, men samsvarar
tað við tann politiska stuðulin, ið
stóru flokkarnar fáa frá Fólka
tinginum.
- Flokkar, sum fáa fleiri enn
1000 atkvøður til fólkatingsvalið,
fáa eina upphædd fyri hvørja at
kvøðu. Føroysku flokkarnir fáa
okkurt um 300.000 krónur yvir
fýra ár, vísir hann á.
FÓLKATINGIÐ
AT KALLA ONGA
ÁVIRKAN Á
GERANDISDAGIN
- Ein stórur
partur av
valevnunum
eru heilt
einfalt ikki nóg
eldhugaði, eisini
tí løgmaður,
landsstýrisfólk,
floksformenn og
aðrir politiskir
profilar stilla
upp