Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. februar 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. FEBRUAR 2019 SOSIALURIN 19 12 Langt niður á listan Áhugin í politisku skipanini fyri fólkatingsvalinum kann eisini endurspeglast í hugburðinum, ið teir leiðandi politikararnir í Føroyum hava yvir fyri sessunum. Tí hóast fleiri leiðandi politikarar eru at finna á vallistanum, eru tað fleiri, ið bera seg undan, tá sessurin stendur teimum í boði. - Tað er merkisvert, at okkara størstu politisku profilar stilla upp til fólkatingsvalið. Høgni Hoy­dal stillaði upp seinast og lov­aði veljarunum, at varð hann vald­ur, so fór hann í farloyvi, tí sum floks­for­maður fór hann at fyri­reika flokkin til løgtingsvalið. Og hann varð valdur kortini. Sostatt bleiv tað nummar tvey á listanum, Magni Arge, ið tók við sessinum. Men tá hann nakrar mánaðir seinni søkti farloyvi, tí hann tók sæti á tingi, mátti Tjóð­ veldi heilt niður til nummar seks á list­anum fyri at finna ein, ið var sinn­aður at taka sæti á Fólka­ tingið. Og tað er ikki bara Tjóðveldi, ið velur at stilla teir kendastu polit­ ik­ararnar upp, hóast tað neyvan er sann­líkt, at teir ætla sær á Fólka­ ting. - Kaj Leo Holm Johannesen still­aði upp sum løgmaður. Øll vita, at hann hevði eisini farið í far­loyvi í fyrsta umfari, varð hann valdur. Jørgen Niclasen still­aði upp sum landsstýrismaður í fíggj­ ar­málum. Øll vita, at hann hevði farið í farloyvi, varð hann valdur, sig­ur Uni og leggur afturat. - Tað er greitt tekin um, at før­ oysk­ir topppolitikkarar vilja ikki í Fólka­tingið, um teir hava stórt polit­iskt vald í Føroyum. Men teir stilla upp kortini fyri at vinna flokk­inum atkvøður. Týdningurin av sessinum minkaður Tá áhugin fyri fólkatingsvalinum sostatt tykist ikki at vera serliga høgur millum hvørki veljarar, tey uppstillaðu ella politiskar flokk­ar, reisir spurningurin seg, um tað yvirhøvur er nøkur orsøk at hava umboðini. Spurningurin verð­ur eisini javnan viðgjørdur í al­menna rúm­inum, og vísir stjórn­mála­frøð­ ingurin á, at tað eru góðar grund­ gevingar bæði fyri og ímóti hes­ um. - Vit kunnu í øllum førum stað­ festa, at týdningurin av føroysku fólkatingsumboðunum er mun­ andi minni nú, enn hann hev­ur verið. Og argumentini fyri at varð­ veita tveir føroyskar fólka­tings­ lim­ir við júst somu rætt­indum sum aðrir fólka­tings­limir eru eisini viknaði við tíðini, so hvørt sum Føroyar hava tikið sær størri sjálv­ræði, sigur hann. Hitt sjónarmiðið er tað, ið flestu politisku flokkarnir brúka, tá teir boða frá uppstilling til fólka­ tingsval. - Hinvegin ber til at siga, at sjálv­ andi skulu Føroyar hava umboð í Fólkatinginum, tí vit eru í einum ríkis­felagsskapi, og Christians­ borg stýrir einum parti av okkara uttan­ríkispolitikki, verjupolitikki og valuta­politikki. Politiski pallurin dregur Fleiri av føroysku flokkunum hava áður gjørt greitt, at um teir høvdu møguleikan av avtikið føroysk fólkatingssessirnar, høvdu teir tikið av. Kortini stillar teir trúfast upp val fyri val. Tað kann tykjast sum ein andsøgn at stilla upp til eitt val, ið man ynskir var avtikið, men sam­bært Uni Holm Johannesen er drívmátturin fyri at stilla upp rætti­liga einføld. - Tað er heilt einfalt tann polit­ iski pallurin. Og tað er í fleiri lið­ um, sigur hann. Tá sipar hann millum annað til, at sjálvt valstríðið er ein hent­ ur møguleiki hjá flokkunum at fáa síni sjónarmið út til veljara­ fjøld­ina. - Flokkurin sleppur at vera við í sjónvarpskjaki, flokkurin er við á veljarafundum og flokkurin fær umrøðu í fjølmiðlunum. Umrøða, sum flokkurin annars ikki hevði fingið. Tann pallin vilja flokkarnir ikki uttan víðari lata øðrum flokk­ um, vísir hann á. Ein onnur orsøk, ið flokkarnir eis­ini mangan vísa á, tá teir skulu grundgeva fyri uppstilling, hó­ast sannlíkindini fyri at fáa eitt um­ boð valt eru lítil, er at man ynskir at halda upp á egnar veljarar. - Flokkar vilja ikki venja sín­ ar veljarar við at velja ein ann­ an flokk. Stillar Tjóðveldi ikki upp til fólkatingsvalið, fara tjóð­ veldis­veljarar kanska at velja Fólka­flokkin ella Framsókn á fólka­tings­valinum ístaðin. Og júst tað kann gera tað lættari hjá hes­um veljarunum at seta kross við Fólka­flokkin og Framsókn á løgtings­valinum eisini, staðfestir stjórn­málafrøðingur. Lukrativar arbeiðsumstøður Umframt teir fyrimunir, ið flokk­ ar­nir fáa við at stilla upp, eru tað eisini aðrir fyrimunir, um tað eydn­ast at vinna ein av teimum báðum umboðunum á Fólkatingi. - Sum fólkatingsmaður hev­ur tú ómetaliga lukrativar arbeiðs­ um­støður at gera vart við teg, og tú fær ein sera góðan pall. Tú fær nógv­ar pengar at arbeiða við, og tú kann hava fólk í starvi. Tú setur tína egnu politisku dagsskrá, sigur Uni Holm Johannesen og heldur á. - Tú velur sjálvur, hvørji mál tú vil blanda teg uppí, og tú skal so at siga ikki standa fyri svars fyri tað, sum hendir í føroyskum polit­ ikki. Tú hevur góða atgongd til før­oyskar fjølmiðlar. Og tú hevur eis­ini góða atgongd til danskar polit­ikarar og danskar ráðharrar. Hann metir at man nýtist ikki at hyggja longur enn til núverandi fólkatingsumboð fyri at finna eitt dømi um hetta. - Sjúrður Skaale hevur brúkt peng­ar at gera kanningar og skipa fyri tiltøkum, sum ikki bein­leiðis er áhugavert fyri sjálvt lógar­ smíðið á Christiansborg. Mill­um annað um fiskivinnuna í Før­oyum, um Føroyar og ES, um skatta­ skipanina í teimum skandin­ av­isku londunum, um Brexit, um eina føroyska plastikplan og shipp­ingvinnuna í Føroyum. TEMA Fólkatingsval - Runt roknað, so brúka stóru flokkarnir í Føroyum umleið 300.000 krónur til at føra valstríð til fólkatingsvalið, og teir brúka okkurt um eina millión krónur til løgtingsvalið. Tað ger eisini, at fokusið verður ikki tað sama