hósdagur 14. februar 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. FEBRUAR 2019
SOSIALURIN 19
13
Hann hevur so eisini talað fyri, at
donsk skúlabørn skulu vita meira
um Føroyar.
- Tað sama við Magna Arge, sum
hevur blandað seg uppí viður
skiftini í Katalonia, hann hevur
bílagt veljarakanningar, hann
hevur gjørt frágreiðingar um
føroyska loftferðslu, um Arktis,
heimsmálini og havsins tilfeingi.
Tað er arbeiðið, sum neyvan hevði
verið gjørt annars. Men teir gera
tað við sínari egnu umsiting sum
fólkatingsmenn á Christiansborg.
Ikki sum løgtingsmenn.
Skapa egin størv
Í stóran mun passa føroysku
fólkatingsumboðini seg sjálvi. Tí
verður tað eisini teir sjálvir, ið
skapa innihaldið í teirra arbeiði.
- Føroysk fólkatingsumboð hava
onga ítøkiliga arbeiðsuppgávu,
sum er givin frammanundan. Sum
útgangsstøði er tað eingin í polit
isku skipanini í Danmark, sum
spyr eftir teimum. Eingin spyr,
hvar teir eru, og hvat teir gera, sig
ur sigur Uni Holm Johannesen og
leggur afturat.
- Tí er uppgávan hjá føroysku
fólkatingsumboðunum í stóran
mun sjálvi at gera seg áhugaverd.
At profilera seg og gera vart við
síni sjónarmið í føroyskum og
donskum fjølmiðlum og aðra
staðni.
Stjórnmálafrøðingurin bólkar
leiklutin sum ein føroyskur fólka
tingslimur kann átaka seg í fýra.
- Tú kann gott sita og gera einki
í fýra ár. Tú kann eisini vera pol
itiskur og royna at gera avtalur
við donsku stjórnina um millum
annað fígging til verkætlanir og
annað í Føroyum. Tað ber serliga
væl til, tá tú sum fólkatingsmaður
er avgerandi fyri, hvør er forsætis
ráðharri í Danmark, sigur hann og
leggur afturat.
- Tú kann eisini vera ideolog
iskur og gera vart við tíni ideo
logisku sjónarmið um ríkisfelags
skapin og viðurskiftini millum
Føroyar og Danmark – ein for
sprákari fyri sambandsvongin
ella sjálvstýrisvongin í Føroyum.
Og so kann tú vera teknokraturin,
sum vil loysa onkur ítøkilig mál í
viðurskiftunum millum Føroyar
og Danmark.
Neyvan nøkur broyting
Hóast flestu mál, ið hava týdning
fyri Føroyar, verða í dag avgreidd
á løgtingi, og hóast áhugin millum
føroyskar veljarar og politisku
skipanini tykist at vera lítil fyri
fólkatingsumboðunum, so er
einki, ið bendir á, at skipanin
verður broytt, metir Uni Holm Jo
hannesen. Hetta tí, at kjakið ikki
fyllir nakað í Danmark.
- Danska orðaskiftið, um Før
oyar skulu verða umboðaðar í
danska Fólkatinginum, hevur ikki
fremstu raðfesting í Danmark, og
danskir politikarar eru sum heild
heldur ikki forsprákarar fyri, at
Føroyar eiga at missa sína um
boðan.
Tað einasta, ið kann vekja eitt
slíkt kjak aftur er, um vit aftur
enda í einari støðu, har føroysku
umboðini fáa eina avgerandi støðu
valdsjavnvágina í Fólkatinginum.
- Eg rokni við, at kjakið av
álvara tekur seg uppaftur, um
norðuratlantisku
umboðini
verða avgerandi fyri, hvør verður
forsætisráðharri í Danmark. Tað
mundi hent á fólkatingsvalinum
seinast. Blái vongurin hjá Løkke
vann valið við 90 ímóti teimum
85 hjá Helle Thorning. Hevði tað
staðið 89-86, so var Thorning
forsætisráðharri í dag, sjálvt um
hon tapti valið, tí øll tey fýra norð
uratlantisku umboðini vóru reyð,
sigur Uni Holm Johannesen.
Valstríð
uttan fyllu
At virðið á fólkatingssessinum
er minkaður gerst eisini sjónligt
undir sjálvum valstríðnum í
Føroyum. Tey mál sum vanliga
fáa rúmd undir valstríðnum
eru nevniliga mangan mál,
ið fólkatingsumboðini onga
ávirkan hava á.
- Seinast snúði valstríðið seg
um hesin ella hasin lovaðu at
røkja starvið fulla tíð. Og tað
er kanska eisini avjóðingin. At
fylla reelt innihald inn í val
stríðið, tí valstríðið snýr seg í
høvuðsheitum ikki um tað, sum
fólkatingsumboðanin kann
gera nakað við, sigur Uni Holm
Johannesen.
Sum dømi vísir stjórnmála
frøðingurin á valstríðið í 2015,
tá ein rúgvu av málum settu
dagsskránna, men fá av teimum
vóru av slíkum slag, at tey hava
nakað at gera við arbeiðið á
Christiansborg.
- Í 2015 snúði tað seg mill
um annað um flóttafólk og
Schengen. Men tað hevur sum
so einki við føroysku fólkatings
umboðanin at gera. Um stjórn
arskipanina. Men hon skal
smíðast í Føroyum, ikki í Dan
mark. Um at yvirtaka útlend
ingamál. Tað verður avgjørt í
Føroyum, onga aðrastaðni, sigur
hann og leggur afturat.
- Fólkatingsvalið snýr seg
eisini vanliga um viðurskiftini
millum Føroyar og Danmark.
Tann avgerðin verður eisini
tikin í Føroyum, onga aðra
staðni. Tað eru somuleiðis
landsstýrið og danska stjórn
in, sum samráðast um donsku
ríkisveitingina, eingin annar.
Viðurskiftini millum Føroyar
og ES verða avgjørd í Føroyum,
ikki í Danmark. Hetta eru alt
mál, sum føroysku fólkatings
umboðini ikki hevur mandat
at taka støðu til.
Hinvegin eru hetta mál, ið
onkursvegna fylla nógv hjá
politikarum og veljarafjøldini,
og spurningurin er hvat skuldi
fylt valstríðið, um hesi evnið
ikki blivu tikin við, vísir Uni
Holm Johannesen á.
- Pilkar man tað vekk, hvat
er so eftir? Tað hevði verið eitt
tamt valstríð, staðfestir hann.
Ein avleiðing av, at vallut
tøkan er so lág og kjakið í val
stríðnum er merkt av málum,
ið ongan týdning hava fyri
sjálvt arbeiðið, er at vinnarin
av valinum mangan verður tann
flokkurin, ið megnar at reka
flest av sínum veljarum á val.
- Til løgtingsval veitst tú, at
okkurt um 90 prosent fara á
val, óansæð hvat. Men til fólka
tingsvalið mugu flokkarnir
mobilisera veljararnar í nógv
størri mun og eggja teimum til
at velja. Og júst, hvør flokkur
klárar at reka flestar veljarar
á val, kann vera avgerandi fyri,
hvør vinnur valið, sigur Uni
Holm Johannesen.
- Vit kunnu í øllum førum staðfesta, at
týdningurin av føroysku fólkatings
umboðunum er munandi minni nú, enn
hann hevur verið. Og argumentini fyri
at varðveita tveir føroyskar fólkatingslimir við júst
somu rættindum sum aðrir fólkatingslimir eru eisini
viknaði við tíðini, so hvørt sum Føroyar hava tikið
sær størri sjálvræði