hósdagur 14. februar 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. FEBRUAR 2019
SOSIALURIN 19
14
- Fólkatingsumboðini hava nógv størri rúmd at skapa sítt arbeiði
í dag enn fyrr, tá tað var føroysk lóggáva, ið bleiv samtykt í
Ríkisdegnum. Tá var teirra uppgáva at halda eyga við og royna
at ávirka lóggávuni, ið fór at verða sett í gildi í Føroyum. Tann
uppgávan er so at siga ikki til longur, tí Løgtingið hevur yvirtikið
tann partin. Tað sigur søgufrøðingurin Hans Andrias Sølvará,
um hvussu fólkatingsumboðanin er broytt gjøgnum árini.
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
S
øgan um hví Føroyar
hava tvey umboð í danska
Fólkatinginum er nærum
200 ára gomul. Man skal
aftur til eina tíð, tá eitt politiskt
medvit so spakuliga byrjaði at
vaksa millum føroyingar, sam
stundis sum gomlu kongshúsini
og samfelagsskipanirnar vórðu
hótt av fólkaræðisliga andanum,
ið blásti yvir evropeiska megin
landið.
Søgufrøðingurin Hans Andrias
Sølvará greiðir frá, at søgan við
føroyska umboðanini byrjaði, tá ið
einaveldið varð um at vera avtikið
í Danmark fyrst í 1830'unum, og
stættatingini blivu innkallað á
fyrsta sinni. Danmark, Føroyar og
Ísland skuldu umboðast á stætta
tinginum, men ógreitt var hvussu
man kundi skipa tað á besta hátt
fyri oyggjarnar úti í Norður
atlantshavinum
- Avbjóðingin við Føroyum var,
at man líktist ikki tí danska sam
felagnum. Føroyska samfelagið
var ikki eitt stættasamfelag og
fólk høvdu ikki innlit í donsku
skipanina, greiðir hann frá.
Endin var, at danir blivu um
boðaðir við eini blanding av
kongsútnevndum umboðum og
fólkavaldum umboðum, meðan
Føroyar og Ísland einans blivu
umboðað av nøkrum kongsút
nevndum umboðum. Men meðan
íslendsku umboðini vóru íslend
ingar, vóru føroysku umboðini
fyrrverandi donsk embætismonn
um í Føroyum.
Hvør sína leið
Tað er í kjalarvørrinum av hesum,
at leiðirnar hjá grannatjóðunum
Íslandi og Føroyum skiljast í
danska ríkinum. Tí meðan ís
lendingar gera greitt, at teir ikki
vilja umboðast á einum donskum
stættatingi, og fáa í staðin eftirlíka
ynski um egið ting, ganga tað nøk
ur ár, áðrenn føroyingar seta fram
somu krøv.
Men áðrenn tað kom so langt
hendi aðrar broytingar úti í
heimi, ið broyttu valdsjavnvágina
innanríkis í Danmark.
- Upprunaliga skuldu stætta
tingini einans ráðgeva kongi,
men so kom kollveltingarárið í
1848. Fyri Danmark merkti tað, at
kongur mátti uppgeva reelt vald
og fór man tá burtur frá stætta
tingunum og í staðin bleiv tosað
um eitt lóggevandi ting, greiðir
Hans Andrias Sølvará frá.
Tá hevði Ísland longu fingið sítt
ting endurreist í 1843 og vildu teir
ikki umboðast av einum donskum
stovni. Allarhelst við íblástri úr
grannatjóðini royndi føroyingar
nú tað sama.
- Føroyingar søktu í 1844 og 1846
um at fáa ein líknandi stovn sum
íslendingar, men í Danmark var
fatanin tann, at Føroyar eru ov
lítlar til ein slíkan stovn og fólkið
ov lítið upplýst. Tí máttu vit hava
eitthvørt tilknýti til Danmark.
Tað gjørdist so umboðini í Lands
tinginum og Fólkatinginum, sigur
søgufrøðingurin, ið sigur hetta er
sama hugsan, ið gjørdi seg gald
andi, tá grundlógin bleiv tinglýst
í Føroyum.
Seinkað umboðan
Tá grundlógin bleiv samtykt í
Danmark var eingin føroyingur
umboðaður í ríkisdegnum, tí
eingin vallóg var í gildi í Føroyum
um hetta mundi. Orsøkin var at
vallógin mátti tillagast føroysk
viðurskifti, áðrenn føroyingar
kundu fáa umboð á ting.
- Danska vallógin staðfesti, at
í einum valøki skulu verða 14.000
íbúgvar, um tey skuldi fáa eitt
umboð valt. Í Føroyum búði um
hetta mundi einans eini 8.000 fólk,
so tað var ikki nokk til eitt umboð.
Tí mátti man gera eina nýggja lóg
fyri Føroyar, sigur Hans Andrias
Sølvará.
Einansta umboð fyri Føroyar í
Ríkisdegnum var sostatt fyrrver
andi amtmaðurin Christian Pløy
en, ið var útnevndur av kongi at
sita í grundlógarásetandi tjóðar
fundinum.
- So tá vallógin fyri Føroyar bleiv
samtykt í 29. desember 1850 var
eingin føroyingar í Ríkisdegnum,
men fekk man fyrstu umboðini til
valið í 1851. Tá fáa føroyingar rætt
til at velja eitt fólkatingsumboð og
eitt landstingsumboð, hóast tað í
mun til fólkatalið er talan um yv
irumboðan mótvegis restina av
ríkinum, sigur Hans Andrias Sølv
ará og leggur afturat.
- Hetta er upprunin til fólka
tingsumboðini, ið vit kenna í dag.
Tey koma frá teimum báðum um
boðum, ið Føroyar fingu í teimum
donskum tingunum, tá vallógin
kom í gildi í 1851.
Løgtingið ráðgevur
Júst hvønn leiklut umboðini í
Ríkisdegnum hava havt síðan
1851 kann millum annað síggjast í
leiklutinum hjá løgtinginum. Frá
byrjan av var tað nevniliga ríkis
dagsumboðini, ið høvdu størri
ávirkan á føroyska lóggávu, með
an Løgtingið mest ráðførdi, men
so hvørt sum Løgtingið fekk meira
vald í seinni helvt av 20 øld, mistu
fólkatingsumboðini sína ávirkan.
- Tá Løgtingið bleiv endurreist í
1852 var tað eitt ráðgevandi ting, ið
skuldi veita ráðgeving til danska
Ríkisdagin og danskar myndug
leikar viðvíkjandi føroyskum
viðurskiftum. Soleiðis er tað fram
til 1953, tá Landstingið varð avtikið
við eini broyting í grundlógini og
fáa vit tá í staðin tvey fólkatings
umboð, vísir søgufrøðingurin á,
áðrenn hann greiðir frá broytta
leiklutinum hjá ríkisdagaumboð
unum.
- Arbeiðið hjá fólkatings
umboðunum er broytt nógv tí
heimildirnar í Føroyum eru nógv
broyttar. Tá vit av fyrstan tíð fingu
umboðan var alt lóggávuvald í
TEMA
Fólkatingsval
- So tá vallógin fyri Føroyar bleiv
samtykt í 29. desember 1850 var eingin
føroyingar í Ríkisdegnum, men fekk
man fyrstu umboðini til valið í 1851. Tá
fáa føroyingar rætt til at velja eitt fólkatingsumboð
og eitt landstingsumboð, hóast tað í mun til
fólkatalið er talan um yvirumboðan mótvegis restina
av ríkinum
Sessirnir knýta Føroy
og Danmark saman