hósdagur 14. februar 2019síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. FEBRUAR 2019
SOSIALURIN 19
15
danska ríkinum miðsavna hjá
danska ríkisdegnum. Tað vil siga
øll lóggáva, ið varð samtykt í Før
oyum, bleiv samtykt í Ríkisdegn
um. Tí var umboðanin nógv meira
týdningarmikil, tí tað var har man
hevði ávirkan á lógarsmíð og har
við føroysk viðurskifti.
Heimastýrislógin
Hendan støðan er sum heild
óbroytt fram til 2. veraldarbardaga,
tá Føroyar og Danmark verða
hersett av Onglandi og Týsklandi
og sambandið millum londini varð
harvið munandi skert.
So meðan ríkisdagsumboðini
ikki høvdu møguleikan at røkja
sessirnar undir krígnum, fekk
Løgtingið størri heimildir og
fekk við amtmanninum reelt lóg
gávuvald. Tá kríggið endaði var
trupult at venda aftur til gomlu
skipanina og endin bleiv Heima
stýrislógin, ið hevur verið berandi
stjórnarskipanin í Føroyum síðan
1948.
- Tá hendi eitt týðiligt skifti.
Tá verður tað formelt sett í gildi,
at Løgtingið hevur lóggávuvald
í yvirtiknum føroyskum málum,
meðan lóggávan í felags málum
verður í Danmark. Samstundis
minkar uppgávan hjá føroysku
ríkisdagsumboðunum, tí lóggáv
an verður flutt til Føroyar og
yvirtikin A-mál nýtast ikki longur
at fara gjøgnum danskar myndug
leikar, vísir Hans Andrias Sølvará
á.
Síðan er føroyska samfelagið
farin gjøgnum eina tíð, har alsamt
fleiri mál eru vorðin yvirtikin, ið
áður vóru donsk málsøkir. Og so
líðandi er meginparturin av lóg
gávuvaldinum nú flutt til Føroyar,
meðan nøkur fá mál eru eftir í
Danmark. Men enntá í teimum
málum hevur Løgtingið fingið
størri ávirkan.
- Meginreglan er tann í dag, at
føroysk lóggáva verður slett ikki
samtykt á Fólkatingi. Í staðin
er tað Løgtingið, sum lóggevur í
teimum málum gjøgnum ríkis
lógartilmælum. So í praksis er
tað vorðið soleiðis, at í yvirtiknum
málum lóggevur Løgtingið bein
leiðis, men eisini tá tað snýr seg
um tey økir, ið framvegis eru
undir donskum ræði. Sostatt
hevur Løgtingið yvirtikið tað
mesta av arbeiðinum, ið áður lá
undir fólkatingsumboðunum, sig
ur søgufrøðingurin.
Umhugsa sítt arbeiði
Tað at Løgtingið í stóran mun
hevur yvirtikið tær uppgávur, ið
áður lógu hjá fólkatingsumboðun
um ger, at umboðini mugu sjálvi
skipa sítt arbeiði í dag, metir søgu
frøðingurin.
- Fólkatingsumboðini hava
nógv størri rúmd at skapa sítt
arbeiði í dag enn fyrr, tá tað var
føroysk lóggáva, ið bleiv samtykt
í Ríkisdegnum. Tá var teirra upp
gáva at halda eyga við og royna at
ávirka lóggávuni, ið fór at verða
sett í gildi í Føroyum. Tann upp
gávan er so at siga ikki til longur,
tí Løgtingið hevur yvirtikið tann
partin. So onkursvegna mugu tey
umdefinera sína uppgávu til at
vera okkurt slag av umboðsmonn
um í Danmark, sigur hann.
Søgufrøðingurin væntar tó ikki,
at tað verður í nærmastu framtíð,
at sessirnir verða avtiknir, tí man
skal minnast til upprunaliga enda
málið við teimum.
- Fólkatingssessirnir eru eis
ini ein máti at knýta Føroyar
nærri Danmark. Tað var ætlanin
longu í 1830´unum, tá vit fingu
umboðan. So har er eitt slag av
tilknýti, ið verður skapt við sess
unum, ið merkir nakað fyri bæði
danir og teir føroyingar, ið ynskja
at Føroyar verða verandi partur
av danska ríkinum. Tey vilja varð
veita sambandið, hóast teir ikki
merkja so nógv í dag, sigur Hans
Andrias Sølvará og leggur afturat.
- Men um hugt verður í ein
søguligum høpi, hevur rákið verið
tað, at teir fáa ein minni og minni
týdning fyri føroyska politikk.
Um teir einaferð verða avtiknir
fer tíðin at vísa, men tað er ikki
ósannlíkt, at teir glíða burtur.
- Hetta er upprunin til
fólkatingsumboðini, ið vit kenna í dag.
Tey koma frá teimum báðum umboðum,
ið Føroyar fingu í teimum donskum
tingunum, tá vallógin kom í gildi í 1851.
yar