Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. februar 2019síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. FEBRUAR 2019 SOSIALURIN 19 16 TEMA Fólkatingsval ALLIR FLOKKARNIR STILLA UPP Vald og sessir til Føroyar - Fólkaflokkurin heldur at í Føroyum skulu føroyingar ráða og í Danmark skulu danir ráða. So okkara ynski er at fáa valdið og fólkatingsmenninar til Føroyar. Tað sigur Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, tá hann verður spurdur um hvørja støðu flokkurin hevur til fólkatingssessirnar. Síðan flokkurin bleiv stovnaður er tað einans hent tvær ferðir, at flokkurin ikki hevur verið á vallist­ anum til eitt fólkatingsval og var tað í 1950 og 1953. Tá flokkurin so stillaði uppaftur til fólkatingsvalið í 1957 var undirtøkan so mikið stór, at Hákun Djurhuus gjørdist fyrsti maður valdur fyri Fólkaflokkin á Christiansborg. Síðan tá hevur føroyski veljarin altíð havt møgu­ leika at velja lista A og tann møguleikan fáa teir aftur til kom­andi val, vissar formaðurin um. - Í verandi støðu hava vit ikki alt vald í Føroyum. Og so leingi vald liggur í Fólkatingum yvir føroysk viður­skifti, stilla vit upp og vilja hava umboð á Fólka­ tingi. Men um so verður, at ein fólkafloksmaður vinnur sæti á Fólkatingi í ár, so fer viðkomandi í mest møgu­ ligan mun at halda seg burtur úr donskum politikki. - Útgangsstøðið hjá okkum er, at vit blanda okkum ikki upp í danska politikk. Vit eru neutralir í donskum blokk­politikki. Men vit kunnu enda í teirri støðu, at danir ikki klára at finna út av tí sjálvir. Tað vil siga, at so vil ein atkvøða hjá okkum, hóast hon er blonk, verða avgerandi. So um vit verða tvungnir at taka støðu, so eru vit eisini borgarligir í Danmark, sigur Jørg­en Niclasen. Sess­irnir undir­grava polit­isku skip­anina Síðan Framsókn bleiv stovnaður í 2011 hevur flokk­ urin stillað upp til fólkatingsvalini í 2011 og 2015. Men um Poul Michelsen, formaður floksins, fekk sín vilja, var einki slíkt val yvirhøvur. - Um eg slapp at atkvøða í løgtinginum um at avtaka føroysku fólkatingssessirnar, so hevði eg gjørt tað. Tað er ein órógvandi partur av politisku skip­ an­ini, sum á nógvan hátt undirgravar tað politisku skip­anini í Føroyum, er greiða meiningin hjá Poul Michel­sen. Men hóast hesa støðu, so verður listi F at finna á vallist­anum, tá føroyingar seinni í ár skulu seta kross til fólkatingsvalið. - Politiskt er tað soleiðis, at vit hava eina uppgávu, og tað er at røkja tey fólksligu áhugamálini. Til tað mugu vit brúka tey politisku høvini, ið eru. Her er eitt politiskt forum, og tað kann man ikki lata fara fram­við, sigur floksformaðurin. Um so er, at Framsókn fær eitt umboð valt á Fólka­ ting fer viðkomandi ikki at atkvøða í málum, ið einki hava við Føroyar at gera. - Tað vildi verið øgiliga natúrligt at valt tann bláa blokkin. Eg dugi ikki at síggja nakað annað alternativ. Men eg veit ikki, um tað liggur í tí, at man harvið av­gerð at luttaka í donskum politikki. Eg havi hvørt fall tí áskoðan, at vit ikki eiga blanda okkum upp í hvussu danskur politikkur verður rikin, sigur hann. Stuðla eina sosial­demo­ krat­iskari stjórn Javnaðarflokkurin stillaði á fyrsta sinni upp til fólkatingsval í 1932, tá flokkurin fekk 9,9 prosent av atkvøðunum. Flokkurin hevur stillað upp til øll fólkatingsval síðan, og frá 2011 hevur Sjúrður Skaale sitið á Fólkatingi fyri flokkin. Hóast eina langa og ríka søgu á Fólkatingi, so er tað ikki eitt mál í sær sjálvum hjá flokkinum at varð­ veita sessirnar á Christiansborg. - So leingi avgerðir verða tiknar á Fólkatingi, ið hava ávirkan á føroysk mál og føroyska viður­skifti, haldi eg, at vit skulu varðveita føroysku fólka­tings­ sess­irnar, sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javn­aðarflokkinum, og leggur afturat hvat skal til fyri at sessirnir verða avtiknir. - Um tað kemur hartil, at øll mál verða yvirtikin, so kann man seta spurningin, um týdningin av fólka­ tingssessunum Men so leingi tað eru mál, har Fólka­ tingið er lóggevandi vald í Føroyum, so haldi eg, at í eini slíkari demokratiskari skipan eiga føroyingar at hava ávirkan á tað lóggávuvaldið. Formaðurin ger greitt, at Javnaðarflokkurin still­ ar upp til komandi val og at flokkurin hevur eina greiða støðu til hvør skal mynda stjórnina eftir valið. - Greiða útgangsstøðið er, at vit fara at stuðla eini sosialdemokratiskari stjórn eftir komandi fólka­ tings­val, sigur Aksel V. Johannesen. Men hóast flokkurin ikki heldur seg aftur at velja mill­um blokkarnar, so vil man helst vil sleppa undan at blanda seg í danskan innanríkispolitikk. - Vanliga leggja vit okkum ikki út í innanríkismál í Danmark, men tá man stuðlar einari stjórn er man parla­mentariskt grundarlag. Men seinastu sjey árini, ið vit hava havt umboð á Fólkatingi, hava vit ikki lagt okkum út í innanríkis viðurskifti í Danmark, og er ætlanin heldur ikki at gera tað framyvir. Men sjálv­andi fara vit eftir førimuni at ávirka donsku stjórn­ina, tá tað kemur til mál, ið hava við føroysk viður­skifti at gera, sigur løgmaður.