Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-14, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. februar 2019síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. FEBRUAR 2019 SOSIALURIN 19 17 Flestu flokkarnar høvdu ynskt at fólkatingssessirnir vórðu avtiknir, men so leingi sum Fólkatingið hevur vald yvir føroysk viðurskifti stilla teir upp til fólkatingsval. Tað vísir eitt spurnarumfar millum floksformenninar í føroyskum politikki LAGT TIL RÆTTIS: HALLUR AV RANA & PÆTUR HJALMAR EVENSSON Í spurnarumfarinum blivu floks­for­ menn­inir spurdir um teirra støðu til fólka­tingssessirnar og um flokkarnir stilla upp til komandi val. Og meðan teir flestu formenninir svara, at teir høvdu ynskt at fólkatingssessirnir vóru avtiknar, ásanna teir samstundis, at neyðugt er við teim­um so leingi sum Fólkatingið umsitur eitt ávíst vald yvir føroysk viðurskifti. Harumframt blivu formenninir spurdir, um teirra støðutakan til danska innanríkis- og blokkpolitikk, um nú flokkurin vinnur annað umboðið á valinum seinni í ár. Tíverri eydnaðist ikki at fáa fatur á for­ manninum í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, áðr­ enn blaðið fór til prentingar. Natúr­ligt at hava umboð­an á Fólka­tingi Síðan Oliver Effersøe og Fríðrikur Petersen í 1906 blivu valdir á ávikavist Fólkating og Landsting fyri nýstovnaða Sambandsflokkin, hevur flokkurin verið tann føroyski flokkur, ið hevur havt flest umboð á Christiansborg. Tí er tað eisini greiða málið hjá flokkinum, at vinna ein av sessunum aftur, tá val verður seinni í ár. - Sjálvandi stilla vit upp og ætla okkum heilt av­ gjørt at vinna sessin aftur, ið vit halda okkum eiga. Ætl­anin er at brúka sessin konstruktivt at reka felags áhuga­mál og ikki minst føroysk áhugamál, sigur Bárð­ur Nielsen, formaður Sambandsfloksins. Formaðurin vísir á, at so leingi sum Føroyar eru ein partur av danska ríkinum, so er tað einki annað enn natúrligt, at vit eru umboðað í lóggevandi tinginum. - So leingi vit eru partur av danska ríkinum, skulu vit sjálvandi hava umboðan á Fólkatingi. Tað er har vit kunnu gera okkara ávirkan galdandi, tá tað kemur til felags mál og føroysk viðurskifti, ið verða ávirkaði onkurs­vegna av danskari lóggávu. So tað er púra natúr­ligt, at vit hava tvey umboð á Fólkatingi, sigur Bárð­ur Nielsen. Øll árini Sambandsflokkurin hevur verið um­ boð­aður á Fólkatingi hevur flokkurin verið partur av valbólki við Vinstra flokkin og fer tað neyvan at broyt­ast nú, sigur formaðurin. - Sambandsflokkurin hevur søguliga sæð havt tætt tilknýti til Vinstra, og velja vit tí síðuna, um vit fáa umboð á Fólkating, sigur Bárður Nielsen. Men hóast flokkurin velur síðu í donskum polit­ ikki, so roynir flokkurin ikki at leggja seg uppí danska pol­it­ikk. - Vit meina vit skulu halda okkum burtur, um talan eru um viðurskiftir, ið ikki hava nakað við Føroyar at gera, sigur Bárður Nielsen. Hava roynt at avtikið sess­irnar Ein flokkur, ið ikki bara hugsjónaliga er ímóti, at Før­ oyar hava tveir sessir á Fólkatingi, men sum akt­ivt hevur roynt at avtikið teir er Sjálvstýri. Tað eru ikki meira enn fimm ár síðan, at Kári P. Højgaard, ting­ mað­ur fyri flokkin, legði fram uppskot á Løgtingið, um at avtaka sessirnar, men fekk uppskotið ikki neyð­uga undirtøkuna. - Okkara hugsan er, at teir skulu avtakast. Vit hava eisini havt sum mál at avtaka fólkatingssessirnar, og havt tað fyri á løgtingi nakrar ferðir, men enn hevur eingin undirtøka verið fyri at avtaka teir, sigur Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri. Flokkurin hevur eisini havt umboðan í danska Ríkis­degnum, hóast tað munnu vera fá, ið eru á lívi í dag, ið minnast tað. Í 1915 bleiv Edward Mitens valdur á Fólka­ting fyri flokkin, meðan Jóannes Patursson umboð­aði flokkin í Landstinginum frá 1918 til 1920 og aftur frá 1928 til 1936. Og flokkurin fer at gera enn eina roynd at fáa umboð valt til komandi Fólkatingsval, upplýsir for­ mað­urin. - Eg vænti vit stilla upp. Tað er út frá tí fortreyt, at tá Løgtingið hevur valt, at man framhaldandi skal velja umboð á Fólkating, so halda vit, at vit skulu vera við á jøvnum fóti við hinar flokkarnar, sigur Jógv­an Skorheim. Um tað skuldi eydnast at fáa eitt umboð valt fyri flokkin fer viðkomandi ikki at taka støðu til hvør næsti forsætisráðharrin skal vera. - Vit fara ikki at velja síðu ella blanda okkum í donsk viðurskifti. Undantikið eru tey einkul mál, ið hava ávirkan í Føroyum. Men sum prinsipp blanda vit okkum ikki, sigur Jógvan Skorheim. Eitt gott høvi at gera vart við seg uppá - Fólkatingssessirnir skulu absolutt varðveitast og kanska enntá útbyggjast, so fólkatingslimirnir verða enn meira virknir, enn teir eru í dag. Leikluturin hjá fólkatingslimunum er ov smalur í dag. Vit høvdu brúkt sessin og talarapallin á Fólkatingi til at fáa okk­ ara politikk hoyrdan, sigur Jenis av Rana, for­mað­ur í Miðflokkinum. Ætlanin er at stilla upp til komandi fólkatingsval, men tað er enn ov tíðliga at siga nakað um, hvør blokk­ur kann fáa stuðulin hjá Miðflokkinum. - Tað veldst sjálvandi um, hvørja ávirkan mann fær. Um mann fær ávirkan á ein politikk, sum vit kunnu liva við, so stuðla vit tí blokkinum, sum førir tann politikkin, sigur Jenis av Rana. Men tað verður ikki fyri einhvønn prís. - Um tað til dømis er ein reyður politikkur, sum gong­ur ímóti okkara ætlanum, so stuðla vit ikki neyðt­urviliga tí blokkinum. Men vit eru opin fyri at stuðla báðum síðum, um skil er í politikkinum, og sjálv­andi um vit fáa onkrar fyrimunir afturfyri, sigur for­maðurin. Miðflokkurin vil brúka sessirnar til at fáa maksi­ mala ávirkan, og tí er flokkurin opin fyri at atkvøða í donskum innanríkismálum, sjálvt um málini ikki hava beinleiðis ávirkan á Føroyar. - So leingi sum vit eru saman í ríkisfelagsskapinum, og danir blanda seg upp í føroysk viðurskifti, so duga vit í Miðflokkinum ikki at síggja, at nakað er skeivt í, at vit gera tað sama í Danmark. Tað kunnu eisini vera mál, har tað kann hava áhuga hjá okkum at fáa ein annan politikk førdan í Danmark. Um vit kundu bøtt um danskan politikk, so gera vit tað, sigur Jenis av Rana.