Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. februar 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. FEBRUAR 2019 SOSIALURIN 19 18 PÆTUR HJALMAR EVENSSON U m danskir borgarar h ava u p p s k o t til eina broyting ella nýgg ja lóg, hava teir møguleikan at fanga uppmerksemið hjá Fólkatinginum við einum borgarauppskoti – um 50.000 aðrir borgarar stuðla uppskotinum. Fyri góðum árum síðani varð danska skipanin, borgarauppskot, innførd fyri at blanda borgaran meira upp í danskan politikk sum eitt íkast til fólkaræðið. Ymsar meiningar eru um, hvussu skipanin hevur hilnast, men í øllum førum hava danskir borgarar veruliga verið við til at sett dagskránna við nógvu borgarauppskotunum, sum eru innkomin á heimasíðuna borgerforslag.dk hetta síðsta árið. Fimm av uppskotunum hava fingið tær neyðugu 50.000 undirskriftirnar, sum krevjast fyri at koma inn um fólkatinggáttina. Fyrsta borgarauppskotið við 50.000 stuðlum snúði seg um at avtaka nógv umtalaða útbúgvingsloftið, og tað skapti sera nógv kjak og reaktiónir. Eitt annað uppskot var um, at mann automatiskt skal verða skrásettur sum organdonor, tá mann fyllir 18 ár. Einki av hesum vann frama hjá fólkatingspolitikarunum. Aktuella dømið frá síðsta mánað er kollveltandi borgarauppskotið um nýggja veðurlagslóg, sum uppá einans 13 dagar fekk tær neyðugu 50.000 stuðlarnar. Hetta er ikki lagt fram í Fólkatinginum enn, men hevur skapt nógvar yvirskriftir. Eina føroyska skipan Í Føroyum hava vit onga skipan, sum líkist tí danska borgarauppskotinum. Men hvussu hevði ein líknandi skipan passað inn í føroyska fólkaræðið? Súsanna Olsen, samfelagsfrøðingur, meinar, at tað hevði riggað væl at havt borgarauppskot í Føroyum. - Tað hevði uttan iva riggað væl. Tó haldi eg, at skipanin skal skipast væl, so hetta er eitt seriøst ískoyti til tað, sum navnframi demokratiástøðingurin Stein Rokkan, sáli, nevnir fyri numerisku kanalina, sum er tann, vit brúka fjórða hvørt ár í sambandi við Løgtingsval ella kommunuval, sigur Súsanna Olsen. Politikarin og borgarin árvakin Súsanna Olsen meinar, at borgarauppskot kunnu hava ein ávísan leiklut í einum fólkaræði. - Skipanin kann styrkja um demokratiska tilvitið og praksis í okkara umboðandi fólkaræði. Borgarin og politikarin verða meira árvakin, sum ástøðið um deliberativt demokrati snýr seg um, sigur hon. BORGARAUPPSKOT - Skipanin kann styrkja um demokratiska tilvitið og praksis í okkara umboðandi fólkaræði, sigur Súsanna Olsen, samfelagsfrøðingur, um tankan um eina møguliga skipan við borgarauppskotum í Føroyum Ískoyti til fólkaræðið: SKIPAN VIÐ BORGARA­UPP­ SKOTUM HEVÐI RIGGAÐ VÆL Í FØROYUM Eitt borgarauppskot um at fáa ríkisfelagsskapin á tímatalvuna, so danir fáa størri vitan um Føroyar og Grønland. Men tað gongst ikki væl við at savna undirskriftir