hósdagur 14. februar 2019síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. FEBRUAR 2019
SOSIALURIN 19
19
Borgarauppskot í Føroyum?
F
øroyskir borgarar hava
longu nú góðan møgu
leika at ávirka dags
skránna og uppskotini í
Løgtinginum, og tí er tørvurin á
einari borgarauppskotsskipan
í Føroyum avmarkaður, meina
summir politikarar. Samstund
is meina nakrir løgtingslimir,
at hetta er eitt gott íkast til
fólkaræðið og ein máti at fáa
borgarar at taka lut í samfelag
num.
Teir flestu av spurdu
politikarunum, sum eru jaligir
fyri einari føroyskari skipan,
halda, at talið av stuðlum í
øllum førum hevði skulað
verið væl hægri enn 500, sum
í mun til fólkatalið í Føroyum
svarar til teir 50.000 stuðlarnar
í donsku skipanini.
Kann aktivera og
engagera borgarar
Kristianna Winther Poulsen,
tingkvinna fyri Javnaðar
flokkin sær fleiri fyrimunir við
borgarauppskotinum og kallar
skipanina bæði spennandi og
áhugaverda.
- Borgarauppskot kann vera
ein fínur máti at engagera fólk
uppá. Mann roynir í dag at fáa
fólk áhugað, men allíkavæl føla
tey seg onkursvegna distan
serað. Hetta hevði verið ein
máti at broytt tað uppá, og
einki talar ímóti, at vit eiga at
hyggja meira uppá tað, sigur
Kristianna Winther Poulsen.
Sonja Jógvansdóttir, uttan
flokkatingkvinna, er eisini opin
fyri einari føroyskari skipan.
- Tað kann vera við til at
aktivera borgarar í nøkrum
málum, sum upptekur fólk, so
tað er absolutt ein spennandi
møguleiki at innføra í Føroyum,
sigur hon.
Stutt millum borgara
og politikara
Hóast Sonja Jógvansdóttir er
opin fyri skipanini, setur hon
spurnartekin við, hvussu stórur
tørvurin á borgarauppskotum
er í Føroyum.
- Tað góða við Føroyum er,
at vit eru eitt so lítið samfelag.
Um borgarar vilja hava uppskot
ella fyrispurningar fram í Løg
tinginum, so er vegurin í ting
salin ikki líka langur, sum hann
er í Danmark, sigur hon.
Jacob Vestergaard, tingmað
ur fyri Fólkaflokkin, vísir eisini
á, at tað er stutt millum borgara
og politikara í Føroyum, og tí
sær hann ikki borgarauppskot
sum neyðugt.
- Tað, sum er viktigt í
politikki, er, at mann hevur
politiska undirtøku. Tað er
eingin trupulleiki at fáa onkran
í tinginum at leggja eitt upp
skot fram fyri seg, um upp
skotið hevur undirtøku frá
onkrum tinglimi, sigur Jacob
Vestergaard.
Jógvan á Lakjuni úr Fólka
flokkinum er eisini eitt sindur
skeptiskur, men sær tað frá
báðum síðum.
- Vit velja jú politikarar til at
gera lógir fyri okkum, og ofta
koma tey uppskotini onkra
aðrastaðni frá upprunaliga.
Men tankin um at eitt uppskot
kann roynast í tinginum, sum
ein stórur partur av fólkinum
ynskir, er uppá ein máta tiltal
andi, sigur Jógvan á Lakjuni.
Ábyrgd og avgerð
mugu fylgjast at
Sjúrður Skaale situr á Fólkatingi
fyri Javnaðarflokkin, og hann
heldur ikki, at føroyska fólka
ræðið hevur tørv á borgaraupp
skotum.
- Eg ivist í, um tað er tørvur á
fleiri kanalum til at fáa uppskot
á tingborð. Mann kann seta seg
í samband við ein av teimum 33
løgtingslimunum um at leggja
eitt uppskot fram.
Hann heldur borgaraupp
skot vera eina góða inngongd til
orðaskifti, men sær ein trupul
leika í javnvágini millum avgerð
og ábyrgd, tá lóggávuinitiativ
verður lagt út til veljararnar.
- Tað má vera soleiðis í
einari skipan, at avgerð og
ábyrgd fylgjast at. Tann, sum
hevur tikið initiativið til eitt
ávíst uppskot, má standa við
ábyrgdini. Og hvør hevur so
ábyrgdina, um tað er borgara
initiativ? Tað er ein fjaldur lóg
gevari, eins og við fólkaatkvøð
um. Flokkarnir mugu hyggja
eftir, hvørjar avleiðingarnar av
einum borgarauppskoti eru, tí
tað er teirra ábyrgd allíkavæl.
Borgararnir fáa hvørki politiska
ella búskaparliga avleiðing
av nøkrum sum helst, sigur
Sjúrður Skaale.
- Kann styrkja fólkaræðið
Edmund Joensen, tingmaður
fyri Sambandsflokkin og fyrr
verandi løgmaður, heldur
skipanina vera eitt sunt íkast
til fólkaræðið.
- Tað er vert at umhugsa at
innføra eina líknandi skipan
í Føroyum. Vit hava jú eitt
fólkaræði, og møguleikin við
borgarauppskotum skuldi
verið rætta vegin fyri at styrkt
um fólkaræðið. Tað kann geva
ábendingar um, hvat fólkið
heldur um ymisk ting, og tað
er altíð áhugavert at vita, hvat
fólkið sigur. Alt, sum styrkir
fólkaræðið, er altíð áhugavert,
sigur Edmund Joensen, sum
eisini er fyrrverandi tingfor
maður.
Politikararnir
ymsar meiningar
um borgarauppskot
Kann mann ímynda sær eina føroyska
skipan, sum gevur føroyingum møguleika
at koma við borgarauppskotum til
Løgtingið? Føroyskir politikarar svara
At hava møguleikan at koma
við borgarauppskoti hevur
týdning fyri hvønn einstakan
borgara í einum samfelag.
- Tað ger, at borgarin hevur
kensluna av, at tað kann loysa
seg sakliga at vísa á ein tørv fyri
policymaking ella almennan
politikk á einum øki, sum
politiska skipanin kanska ikki er
varug við, ella at borgarin “kann
leiða bottom upp” í politisku
skipani, sigur Súsanna Olsen.
Fyri at eitt borgarauppskot
skal fáa møguleika at koma í
Fólkatingssalin, skal tað hava
50.000 stuðlar. Súsanna Olsen
heldur, at mann í Føroyum kundi
skipað tað soleiðis, at kravdu
stuðlarnir/undirskriftirnar
kundu svarað til 2,5 prosent av
teimum, sum hava valrætt.
- So tryggjar ein sær, at hetta
er eitt væl undirbygt ynski frá
borgarunum um at taka eitt mál
upp, sigur hon.
PATURE@SOSIALURIN.FO