Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-14, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. februar 2019síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. FEBRUAR 2019 SOSIALURIN 19 27 Komandi partur Victor talaði uttanfyri meðan Victoria var fødd inni í Siloa samskrivaðar í tekstinum. Tær hava jú allar upplivað nakað tað sama. Men har frásøgnin er per­ sónlig, verður tað tilskilað. Tær greiða frá: Pápi var føddur 28. mars 1894 í Søldarfirði, sonur Dánjal J. Danielsen, sýslumann, ættaður úr Havn. Hann var yngstur av sjey systkjum. Mamma hansara, Anna Malena f. Weihe, doyði, tá ið pápi bara var eina viku gamal. Pápi hansara var 19 ár eldri enn mamm­an, so tað var eitt hart slag fyri hann 55 ára gamal at sita eftir við einum stórum barnaflokki, har tað elsta ikki hevði fylt 16 ár. Fastir pápa, Lina, kom at vera honum í móður stað. Hon kom í húsið, meðan hann var heilt lítil. Hon elskaði henda lítla dreingin, ið henni var latin í hendur. Pápi fortaldi, at tá ið hann var 1-2 ára gamal, var hann eina ferð ógvuliga sjúkur. Helst var tað lungnabruni. Fastir var bangin fyri, at hann fór at doyggja. Tað var ógvuliga torført at fáa fatur í lækna tá í tíðini. Læknin í Havn var tann næsti, og hann mátti skjútsast. Hetta tók fleiri tímar. Fastirin bað inniliga til Gud fyri pápa. Hon segði seinni frá, at hon kendi, at ein eingil kom inn í stovuna og gav honum okkurt í munnin. Hann bleiv frískur. Pápi vaks so upp, var heldur likamliga veikur, men hann var vitugur og ógvuliga næmur. Hann greiddi eina ferð frá, at hann sum átta ára gamal hevði verið á Strondum og vitjað Onnu, fastur sína. Hon var omma Bartal í Kass, kendur skipari. Bartal, maður Onnu, hevði til frægd at biðja hann um at lesa eitt kvæði utt­anat. Tað gjørdi hann eisini, kvæðið var 80 ørindi. Tað var eisini Lina, sum ávirk­ aði nógv til, at pápi fór til Havnar í skúla. Í heiminum var kærleiki, disiplin og ordan. Mamma og pápi blivu gift í 1920, 23 og 26 ára gomul. Tey giftust inn til abba í Søldarfirði. Tey búðu har í 8 ár, tá tey fluttu til Fuglafjarðar. Mia, Dánjal, Karol­ ina og Lena vórðu fødd inni hjá abba. Í Fuglafirði búðu tey fyrst í gamla Siloa, har tað um­framt salin eisini var ein íbúð. Ì des­ emb­er 1933 fluttu tey í egin hús. Vict­oria, Harriet og Hansa vóru fødd­ar í Siloa, og Hans Christian og Richard vórðu føddir í nýggju hús­unum. Vit fingu at vita frá for­eldr­un­ um, hvussu vit skuldu bera okk­ um at, bæði heima og yvir fyri fremm­andum. Vit aktaðu øll væl. Fólk visti yvirhøvur, at vit vóru lýð­in børn. Tað bar ikki til at siga eitt og so gera tað mótsatta. Harriet minnist framvegis, tá pápin las fyri teimum úr Efesus 6: 1. Tit børn! Aktið foreldur tykkara í Harranum, tí tað er rætt! 2. "Ær faðir tín og móður tína" - hetta er jú fyrsta boðið við lyfti: - 3. "fyri at tær kann gangast væl, og tú kanst liva leingi í landinum!" Vit høvdu so stóra respekt fyri mammu, kanska eitt sindur størri enn fyri pápa. Kanska var hetta ikki so óvanligt. Vit vistu, at tá ið skúladagurin var liðugur, skuldu vit koma beinleiðis heim. Mamma fylgdi eisini væl við, nær vit fingu frí frá skúlanum. Pápi ferðaðist so nógv í sínum trúboðaravirksemi, og mamma var nógv einsamøll saman við okk­um. Hon var eisini sína upp­ gávu vaksin og helt skil á øllum. Pápi kundi trygt líta á, at alt var í lagi við hús, tá ið hann var burtur. Vit høvdu arbeiðsgentur fyrstu tíðina. Ein arbeiðsgenta var Sanna úr Kollafirði. Hon gift­ ist við Samma Jóannes í Kolla­ firði. Ein systir okkara, Lena, giftist við Edvin, sum var son­ur Jóannes. Sanna var okkara sein­ asta arbeiðsgenta. Tá vóru systr­ ar­nar so mikið stórar, at tær kundu taka yvir. At fara á møti var ein sjálvfylgja Vit komu nógv til møtini í Siloa, salinum hjá samkomuni. Møti vóru fleiri dagar í vikuni. Sunnu­ dag var fyrst breyðbróting, síð­ an sunnudagsskúli og so aft­ur evangeliskt møti á kvøldi. Møti vóru eisini mikukvøld og fríggja­ kvøld. Farið varð til øll møtini. Tað var einki sum æt, at onkur gekk og mól aðrastaðni í møtitíð. Tey kvøld, tá ið einki møti var, varð andakt hildin aftan á nátturða í góðu­stovu. Vit vóru so øll samlað har. Sungnir vóru 2-3 sangir. Viðhvørt tóku vit øll hvør sítt manna­korn. Hetta vóru smáir lepar við tilvísing til eitt ørindi í Bíbli­uni. So las onkur av okkum, tað skriftstað, sum víst varð til. Pápi ella onkur av okkum las ein kap­ittul úr Bíbliuni. Pápi bað eina bøn, og vit løgdu okkum øll á knæ at biðja. Babba gjørdi sjálvur manna­ korn, tí hann helt, at á teimum prent­aðu donsku var ov lítið úr gamla testamenti. Til sangirnar varð spælt uppá urgu. Pápi kravdi av okkum, at vit kundu lesa nótar. Kom onkur inn á gólvið, meðan andaktin varð hildin, varð viðkomandi boðin at vera við. Tað komu nógvir gestir inn til okkara. Tá máttu ofta tvey av okkum børnum upp á ovasta loft at sova í einum kamari, sum pápi hevði smíðað. Hetta dámdi okk­ um væl. Gestirnir vóru sum oftast trú­ boðarar, men eisini onnur. Ferða­ sam­bandið var jú vánaligt, so tá kundi vera neyðugt at gista eina nátt og kanska báðar tvær. Tá ið vit fóru í song um kvøldið, lósu vit altíð ein kapittul úr Bíbliuni sjálvi, áðrenn vit løgdu okkum at sova. Tað vildu for­eldr­ ini, at vit skuldu, og vit løgdu okk­ um á knæ at biðja. Tað var ein góð­ur vani, tey lærdu okkum. Tá ið pápi var heima, kom hann altíð inn í kamarið at siga okkum góða­nátt, áðrenn vit løgdu okkum at sova, ein ótrúliga góður pápi. Mamma var eisini ein trúboði inni í okkara heimi. Pápi var avgjørdur á mongum økjum, eisini viðvíkjandi tí, sum kundi ganga fyri seg á møtum. Hjá mongum í brøðrasamkomuni var tónleikur ikki væl sæddur. Men her var pápi tollyntur. Hann kundi loyva einum hvítusunnumanni at spæla gitar í Siloa. Ein ótrúligur vilji Pápi var lamin í fótunum, og hann mátti brúka stav. Hann fekk ikki skógvar sum passaðu hans­ ara fótum. Tí brúkti hann nógv gummi­stivlar í okkara barna­ árum. Tí var ikki lætt hjá honum at ferð­ast til aðrar bygdir, tá var stór­ur partur av ferðingini til gongu. Seinni kom Johannes Jacobsen úr Funningi til Fuglafjarðar sum ortopediskur skómakari. Tá kundi pápi fáa skógvar, sum vóru seymaðir til hansara, og sum pass­aðu honum. Pápi átti eisini eina súkklu. Hon var lægri aftan enn framman, tí hann hevði so stutt bein. Victoria minnist, at hon græt, tá ið hon sá hann úr vindeyganum, tí hon helt tað vera so synd í pápanum, sum hann fór skríðandi mótbrekku á hesi súkklu. Hann súkklaði ofta til tær nærmastu bygdirnar sum Leirvík, Gøtu og helst eisini til Søldarfjarðar. Áræðið og kallið var so ómeta­ ligt at boða evangeliið, at eingin og einki kundi forða honum í tí. Hann var í øllum bygdum í land­ in­um og talaði Guds orð, eisini á Stóru Dímun. Børnini hjá Victor Danielsen Maria (1921-2006), g.v. Jákup Oluf á Lakjuni (1916-1999) Dánial (1922-2001), g.v. Karlu Joensen (1930-) Karolina (1924-), g.v. Johannes Øregaard (1922-2008) Lena (1926-1998), g.v. Edvin Danielsen (1925-2001) Deyðføddur drongur (1928) Hansa (1930-2019), g.v. Benjamin Joensen (1927-2010) Harriet (1931-), g.v. Jógvan Isaksen (1931-2007) Viktoria (1933-), g.v. Ivan Hummeland Jacobsen (1939-2016) Hans Christian, (1935-1963), ógiftur Richard, (1937-2013), g.v. Ásu f. Holm Jacobsen (1942-) Rikka og Victor við børnum, sum tá vóru fødd. Vinstrumegin frá: Maria (Mia), Lena, Karolina, Dánjal, Victor situr undir Harriet og Hansu. Ytst er Rikka Victor á ferð saman við døtrunum Hansu og Harriet