Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-14, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. februar 2019síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. FEBRUAR 2019 SOSIALURIN 19 26 Óli Jacobsen Óli Jacobsen 1. partur T ann 28. mars eru 125 ár síðani, at Victor var fødd­ur. Í mars eru eisini 70 ár síðani, at hansara bíbliu­týðing kom út. Endamálið við hesi frásøgn er at lýsa søguna hjá børnunum hjá Victor, sum hava havt ein barn­ dóm, sum var annarleiðis enn hjá teim­um flestu. Henda frásøgn er fyri tað mesta grundað á samrøðu við Harri­et (f. 1931), eina skrivliga frá­ søgn frá Victoriu (f. 1939), og eina grein, sum elsta systirin, Maria (1921-2006), skrivaði í danska kristi­liga tíðarritinum Mod Maal­ et í 1972. Tað er nokk so nógv skrivað um Victor. Jógvan á Lakjuni og Jógv­an Fríðriksson hava skrivað ritgerðir um hann. Zacharias Zach­ariassen gav í 2000 út bókina “Bíbli­an á føroyskum í hálva øld”, sum í høvuðsheitum snýr seg um Victor. Í hesi frásøgn verður minst møguligt endurtikið av tí, sum onnur hava skrivað. Victor byrjaði á fólkafundi Victor fór at skriva í bløðini, beint eftir at hann hevði tikið lær­ araprógv. Tær fyrstu kendu grein­ irnar eru frá september í 1914. Í eini tvey ár skrivaði hann reglu­ liga greinar í Dimmalætting og Tinga­krossi við sínum boðskapi. Men tað sæst, at hann hevur í hvussu er verið alment frammi tann 7. juni 1914. Hetta var á ein­um fólkafundi við Toftavatn. Fund­ ur­in var fyriskipaður av prest­in­ um, Absalon Joen­sen. Hann hevði slík­ar fundir aðrastaðni eisini. Hesir fólkafundir vóru partvíst við kristiligum innihaldi, men tað var eisini tosað um fráhald og enntá eisini um málspurningin. Tað er frásøgn í Dimmalætting frá fundinum við Toftavatn. Hann var kl. 4 seinnapartin, og tað vóru 4-500 áhoyrarar úr ym­ isk­um bygdum. Absalon Joensen byrjaði fund­ in “med en kort Tale om lyst­en til at høre Guds ord og den synds­er­ kend­else, der er aarsagen hertil”. Jógvan Poulsen á Strondum tal­aði um fráhald. Aðrir talarar vóru eisini, og so verður greitt frá: Derefter talte seminarist Victor Danielsen over Kristi Ord i Johs 14,6: “Jeg er Vejen, Sandheden og Livet.” og paapegede navnlig, at Frelseren fordrer en absolut og personlig Tro. Hetta var í stuttum tann boð­ skapur, sum var grundarlagið fyri hansara virki alla hansara tíð. Hann hevur tá bara verið 20 ára gamal. Í Dimmalætting 18. juli sama ár verður frá teimum, sum høvdu tikið læraraprógv við karakterum. Victor var bestur av teimum, sum tóku prógv í 1914. Victor skrivaði eisini í tíðar­ ritinum Naade og Sandhed. Tað byrjaðu Arthur Brend, enskur trúboðari, og Daniel J. Danielsen, Dollin kallaður, at geva út í 1915. Dollin og Victor vóru systk­ ina­børn og hava uttan iva kenst. Victor búði seinastu tíðina, hann gekk á læraraskúla, hjá Magnus á Kamarinum í Gr. Kambansgøtu. Teir vóru systkinabørn. Men Magn­us var eisini hálvbeiggi Doll­an. Teir brøðurnir vóru sera væl, og tað er sera hugsandi, at Vict­or og Dollin hava hitst inni hjá Magnusi. Kanska hevur tað eisini havt sína ávirkan. Tað er nærri greitt frá Naade og Sandhed í føroysku bókini um Dollan. Í apríl 1915 er ein grein í Naade og Sandhed kallað Til tvivleren und­irskrivað V.D., uttan iva Vict­ or. Hetta er ein drúgv grein og kanska nakað tung fyri ein van­ ligan lesara. Fyri at lýsa málburðin tá, skal verða endurgivin fyrsti setningur í hesi grein: Saa længe et Menneske er lige­ gyldigt for Spørgsmaalet om sin Sjæls Salighed, enten det nu er Mangel paa interesse for “det ene fornødne, eller det er den Tanke, at “man er lige saa god som alle andre, eller hvad det nu er, der holder ham nede i Lige­gyldig­ heden, saa længe kan han, paa trods for Sam­vittig­hed­ens Paa­ mindel­ser leve i nogen­lunde Ro, - skæbn­e­svangre Ro, og den ikke forstyrres, før end Naad­ens Dør lukkes. Victor tók við eftir Dollan Seinasta sambandið vit vita um millum Dollan og Victor var í 1916. Tá skipar Dollin fyri dópi í Søldarfirði, har fleiri skuldu doypast. Men tá var Dollin so heilsuveikur, at hann hevði bara orku til at doypa tann fyrsta. Hesin tók so yvir og doypti hini. Ein teirra var Victor. Dollin doyði seinni hetta sama árið. Tað kann vist sigast, at Victor tók við, har Dollin slepti. Hóast tað vóru 23 ár millum teirra, hava teir verið ógvuliga líkir. Báðir hava verið nakað bráðir. Hetta hevur verið teirra styrki. Teir hava eisini verið karis­mat­ ik­arar. Teir dugdu væl at tosa til kenslurnar hjá fólki. Báðir hava eisini havt sera góð evni bæði andaliga og handaliga. Sum mál­ menn vóru báðir framúr. Hetta prógvar Victorsa skrivligu avrik og varð eisini váttað av mál­frøð­ ing­um. Dollin kom til Congo í 1901, og áðrenn hann fór avstað aftur í 1903, kundi hann prædika á lokala málinum. Hetta sigur nakað um hansara málhegni. Sum tað sæst á frásøgnunum hjá døtrunum var Victor hegn­ ig­ur til handalig avrik. Dollin er komin í heimssøguna sum fram­úr maskinmeistarin hjá Rog­er Casement á hansara ferð eftir Congoánni í 1903 at kanna yvir­gang­in hjá Leopold kongi. Case­ment skrivaði til bretska uttan­ríkis­mál­a­raráðið, at uttan dugna­skapin hjá Dollanum hevði ferð­in ikki verið so væleydnað, sum hon gjørdist. Báðir vóru eisini arbeiðsgrev og virkaðu við fullari ferð til teir báðir doyðu í góðum árum. Døturnar: Framúr foreldur Frásagnirnar hjá døtrunum eru Tað er rættiliga nógv skrivað um Victor Danielsen, trúboðara, sum millum mangt annað týddi Bíbliuna til føroyskt. Men hvussu var at vera barn hjá Rikku og Victor? SIÐSØGA AT VERA BARN HJÁ VICTOR DANIELSEN Døturnar hjá Victor, Mia, Harriet og Victoria, greiða frá teirra barndómi Victor var 20 ára gamal fyrstu ferð alment frammi á fólkafundi við Toftavatn 7. juni 1914