hósdagur 14. februar 2019síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. FEBRUAR 2019
SOSIALURIN 19
25
- Spreingingar og ristingar fara
serliga í fyrstuni at ávirka í Húsa
vík og móti endanum eisini í Dali.
Nakað av larmi verður frá mask
inum og lastbilum, men vit fara
saman við kommununi at royna
at avmarka ávirkanina sum mest
og best.
Verkætlanarleiðarin legði aftr
at, at neyðugt verður at steingja
tann partin av vegnum, har tungu
maskinurnar fara at koyra, og tá
so hesin vegur er breiðkaður,
verður støða tikin til, um vegurin
tá verður opin aftur.
- Fólk, sum hava ørindi á vegn
um og størri bilar, ið ikki kunnu
koyra runt, kunnu tá gera avtalu
við okkara fólk um at sleppa
at koyra, og tað fer ikki at vera
nakar trupulleiki, segði Fríðrik
Heinesen.
Lendiskeyp
Tá yvirfriðingarmyndugleikin
hevur góðtikið tunnilsverkætl
anina, fer Landsverk at seta seg
í samband við eigarar at gera av
talur um lendið.
- Verkætlanin fær ikki so
nógvar pengar hvørt ár, og tí er
ætlanin at keypa lendið eftir,
hvat gjørt verður á hvørjum
ári. Her verður byrjað inni við
tunnilsmunnan í Húsavík, og
síðan verður arbeitt haðani.
Landsverk eigur longu nú
lendið umleið tríggjar til fýra
metrar út frá verandi vegi ein
stóran part av teininum, og mett
verður, at flestu breiðkingar eru
innan fyri økið hjá Landsverki.
- Ætlanin er at gera breiðkingar
uttan at keypa meira lendi,
áðrenn byrjað verður. Tí heita
vit á eigarar um at venda sær
til Landsverk, um tey meta, at
komið verður ov langt inn á hjá
onkrum eigara.
Fríðrik Heinesen segði, at tá
verkætlanin er liðug, verður alt
gjørt upp, og tá verður tað lendið
keypt, sum komið er ov langt inn á.
Eingir
kritiskir
spurningar
- Vit hava fingið at vita, at trygdin
á Dalsvegnum er í vanda, og slíkt
hvørki vil – ella kann – nakar hava
sitandi á sær, sigur borgarstjórin
VILMUND JACOBSEN
B
orgarstjórin í Húsavíkar
kommunu, Brynhild
Sørensen, heldur, at
borgarafundurin
í
Húsavík var sera positivur.
- Her var góð uppmøting, og
skulu vit taka borgarafundin
sum barometur, vóru fólk eftir
øllum at døma væl nøgd við ta
kunning, sum Landsverk legði
fyri kvøldið.
Borgarstjórin vísir á, at bygda
ráðið leypandi hevur fingið góða
kunning frá Landsverki, og tí var
sum so einki nýtt í framløguni
týskvøldið.
- Verkætlanin hevur sínar
avbjóðingar, bæði fyri Lands
verk og okkum í Húsavíkar
kommunu, men eg haldi, at borg
arafundurin vísti, at fólk sum
heild vilja standa saman um at
loysa tær avbjóðingar, sum liggja
fyri framman. Her vóru eingir
kritiskir spurningar, sum kundu
bent á, at fólk eru órógvað ella
misnøgd, sigur hon.
Ongar atfinningar
Landsverk hevur snakkað við
eigarar, sum eiga lendið, har
tunnilsmunnin verður, men
annars eru aðrir eigarar, sum
enn ikki eru spurdir.
Hóast hetta, vóru eingir
spurningar úr salinum týs
kvøldið um ognarviðurskifti.
Brynhild Sørensen vísir á, at
lokala friðingarnevndin í sýsluni
var í Húsavík og Dali og vitjaði
hin 21. desember í fjør, men tey
søgdu seg ongar viðmerkingar
hava til verkætlanina.
- Nú liggur so málið í yvir
friðingarnevndini, og vit duga
sjálvandi ikki at siga, hvørja nið
urstøðu tey fara at koma til.
Borgarstjórin sigur, at sam
bært Landsverki verður ferðslan
í bygdini ætlandi leidd eftir nið
ara vegi, tá tung ferðsla fer at
koyra eftir ovara vegi.
- Tá kann so meginparturin av
ferðsluni, sum verður í bygdini
annars, fara heim um Garð, sum
vit plaga at siga.
Lendi til grót
Ein av avbjóðingunum verður
at finna eitt hóskandi lendi í
bygdini til at skilja og goyma
grót á, og tað er umráðandi
fyri Landsverk, at hetta økið
ikki liggur ov langt burtur frá
tunnilsmunnanum, so koyringin
verður sum minst.
- Her verður arbeitt við tveim
um ætlanum, og sum eg havi
skilt, er ynskið hjá Landsverki, at
ætlaða økið, har gótið skal leggj
ast og skiljast, helst verður einar
4000 fermetrar stórt.
Brynhild Sørensen sigur, at
kommunustýrið hevur víst á
eitt lendi inni í bønum á umleið
2200 fermetrar, sum kommunan
eigur, men tey hava fingið at vita,
at júst hetta økið ikki er serliga
væl egnað til goymslu og skiljing
av gróti.
Trygdin avgerandi
Borgarstjórin í Húsavíkar
kommunu fegnast saman við
bygdaráðnum og fólkinum
í kommununi annars um, at
tunnilsverkætlanin nú er beint
fyri stavn.
- Vit hava fingið at vita, at
trygdin á Dalsvegnum er í vanda,
og slíkt hvørki vil – ella kann –
nakar hava sitandi á sær, sigur
Brynhild Sørensen.
Hon leggur aftrat, at Dals
tunnilin
er
ein
sonevnd
myndugleikaverkætlan, har
myndugleikarnir stýra allari
verkætlanini.
- Men, samstundis sum hetta
er ein myndugleikaverkætlan,
hava vit fingið góða kunning,
og vit royna so eisini at kunna
okkara borgarar um tað, sum
liggur fyri framman, sigur
Brynhild Sørensen.
- Á borgarafundinum komu
eingir kritiskir spurningar,
sum kundu bent á, at fólk
eru órógvað ella misnøgd,
sigur Brynhild Sørensen
Hóast veðrið var illsligt seinasta týskvøld, var stórur áhugi fyri borgarafundinum í Húsavík
Øll, sum vóru á borgarafundinum, sluppu ein konstrueraðan “biltúr” gjøgnum komandi Dalstunnilin