Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-14, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. februar 2019síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. FEBRUAR 2019 SOSIALURIN 19 24 VILMUND JACOBSEN T ýskvøldið skipaði Lands­ verk fyri borgara­fundi í Húsavík, har kunnað varð um ætlanina at byggja tunnil millum Húsavík og Dal, og hóast veðrið var illsligt hetta kvøldið, var væl av fólki møtt. Nógv hevur verið kjakast aftur og fram um smærru tunlarnar, sum eftir ætlan skulu gerast kring landið tey næstu árini. Kjakast hevur verið um, hvør rað­fylgjan skal verða, og hvørjir tunl­ar møguliga ikki skulu gerast. Landsverk hevur raðfest nýggju farleiðina millum Húsavík og Dal frammarlaga, og ætlanin at byggja tunnil hevur leingi verið ávegis. Vegurin til Dals er smalur, og longsta teinin liggur hann á ein­ ari hill, har steyrrætt er í havið øðru­megin, og høgt er upp fyri hinu­megin. Stundum rýður und­ an vegnum, og úr erva kemur grót om­an á vegin. Hjá Landsverki hevur Dals­ tunn­ilin tí fingið eina hægri rað­fest­ing enn aðrar líknandi tunnils­verkætlanir, og nú hesin tunnil skal gerast, er ætlanin, at tað verður tunnilstoymið hjá Lands­verki, sum skal fremja hesa verk­ætlan. Ymiskar avbjóðingar Á borgarafundinum í Húsavík kunnaði verkætlanarleiðarin hjá Landsverki, Fríðrik Heinesen, um tunnilsverkætlanina millum Húsa­vík og Dal. Tað verður hann, sum vegna Landsverk kemur at standa fyri arbeiðnum, tá farið verð­ur í gongd. Fríðrik Heinesen greiddi frá, hvat ætlanin er at gera, hvørjar avbjóðingarnar eru, og hann gjørdi eisini sínar metingar um, hvussu arbeiðið í Húsavík fer at ávirka við ferðslu, larmi og møgu­ lig­um ristingum. - Vit eru opin fyri øllum góðum hug­skotum og hjálp frá tykkum til at loysa nakrar av avbjóðingunum, sum liggja fyri framman. Avbjóðingarnar, sum verk­ætl­ an­arleiðarin sipaði til, eru eitt nú, hvussu sleppast kann av við grót-og moldtilfar í økinum, og her nevndi Fríðrik Heinesen nógvar ymiskar møguleikar – alt frá tilfari til vegagerð, breiðkingar, betringar á ymiskum vegastrekkjum og til møgu­ligar uppdyrkingarvegir, sum kunnu gerast, um áhugi er fyri hesum. Parturin av framløguni, sum snúði seg um gróttilfar, fylti ikki so lítið, og tað var kanska serliga her, at avbjóðingar tykjast vera fyri framm­an, og verkætlanarleiðarin tískil bjóðar góðum hugskotum væl­komnum. Dalstunnilin verður 2.200 metr­ ar langur og átta metrar breiður. Aftrat tunlinum skulu gerast 200 metrar av vegi húsavíkarmegin og 100 metrar dalsmegin. Haraftrat skulu umleið 3000 metrar av vegi aftrat breiðkast. Bíða eftir loyvum Fríðrik Heinesen segði, at tá øll loyvi eru komin upp á pláss, verður byrjað at gera ein arbeiðsveg í Húsa­vík og at fyrireika lendið við tunnils­munnan. Lokali friðingarmyndugleikin í sýsluni hevur havt tunnils­verk­ ætl­anina til viðgerðar og hevði einki at viðmerkja. Nú verð­ur so bíðað eftir, at yvirfriðing­ar­ myndug­leik­in kemur til eina nið­ ur­støðu. Sum skilst, ætlar yvirfriðingar­ myndugleikin sær í Sandoynna at síggja umstøðurnar, og á borg­ara­ fundinum í Húsavík segði verk­ ætl­an­ar­leið­arin, at hann roynir at skunda und­ir, soleiðis at avgerð­ in hjá yvir­frið­ingar­myndug­leik­ an­um ikki dregur long­ur út enn neyðugt. Dalstunnilin við tilhoyrandi veg­um fer at kosta millum 75 og 85 miljónir krónur, og tað verða eini 11 fólk hjá Landsverki knýtt at verk­ætlanini. - Arbeiðið fer at taka umleið fýra ár, treytað av, at nøktandi játtan fæst til verkætlanina. Síðurnar í tunlinum verða lodrættar, sum passar væl til føroyska grótið, og tunnilin verður gjørdur klárur til ljós og trygdarútgerð, segði Fríðrik Heinesen. Níggju miljónir krónur eru í løtuni tøkar til arbeiðið, men ynskið hjá Landsverki er 20 milj­ ón­ir krónur. Skal meira pen­ing­ur játt­ast í hesum fíggjar­ár­in­um, verður neyðugt við eyka­játt­an. - Eg vil tó meta, at hesar níggju miljónirnar eru góðar at byrja við, og eg vænti, at vit kunnu gera arbeiðsvegin til tunnilsmunnan, byggiplássið, fyrireika lendið við tunnils­munnan og kanska bora nakr­ar metrar fyri hesa játtan, segði Fríðrik Heinesen. Hann legði aftrat, at tunnilsliðið verður ikki arbeiðsleyst, tó at játt­ anin ikki røkkur til alt árið, tí hetta eru fólk, sum eisini kunnu gera annað arbeiði fyri Landsverk. Ávirkan á bygdina Fríðrik Heinesen greiddi frá, hvussu arbeiðsgongdin verður, og her vísti hann á, at byrjað verður við at grava ein arbeiðsveg inn til tunnils­munnan í Húsavík. - Her verður arbeiðsplássið riggað til, og tá sjálvt tunnils­ar­ beiðið byrjar, verður grót eitt nú brúkt til ymiskar verkætlanir at betra um landsvegir við breiðk­ing­ um, vegøkslum og svingum. Eitt uppskot er eisini at brúka eitt pláss niðan fyri vegin í Húsa­ vík til millumgoymslu/ skilji­pláss til grót, sum kommunan seinni kann brúka til planering av eitt nú grundstykkjum. Her legði verkætlanarleiðarin aftr­at, at Húsavíkar kommuna enn ikki hevur tikið endaliga av­ gerð um, hvørt hon ynskir eina tí­líka loysn. Fríðrik Heinesen segði, at tá sjálvur tunnilin, sum verður bor­ aður úr Húsavík, nærkast Dali, verður vegurin í Dali breiðk­aður og bygdur niðan til tunnils­munn­ an. Ætlanin hjá Landsverki er at arbeiða í dagtímunum frá mána­ degi til og við hósdag frá klokkan 07 til 18. FRÍÐRIK HEVÐI FORVITNISLIGA FRAMLØGU UM DALSTUNNILIN Lokali friðingarmyndugleikin hevur havt tunnilsverkætlanina til viðgerðar og hevði einki at viðmerkja. Nú verður so bíðað eftir, at yvirfriðingarmyndugleikin kemur til eina niðurstøðu. Her verður roynt at skunda undir, soleiðis at avgerðin ikki dregur longur út enn neyðugt Tað var Fríðrik Heinesen, verkætlanarleiðari hjá Landsverki, sum greiddi frá tunnilsætlanini