hósdagur 14. februar 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. FERBRUAR 2019
SOSIALURIN 19
23
gjørdist besta ogn okkara.
Mamma í sunnudagsskúla
og á vitjan í Hollandi
Mamma var í mong ár virkin í
sunnudagskúlanum. Øll
barnaárini tók hon okum við,
sang fyri og segði børnunum
frá um Frelsaran. Saman við
samstarvsfeløgum sínum,
Teddy Michelsen, Magnus
Debes, Nancy Werning, Óla
Midjord o.ø., skapti hon eina
fríløtu sunnudagar, hagar børn
úr øllum umhvørvum á
Tvøroyri leitaðu- og við gleði
minnast aftur á, enn í dag.
Ein søga er um umsorgan
hennara fyri øðrum, sum førdi
hana á vitjan úr Trongisvági
heilt til Holland. Ein dagin, tað
regnaði av grimd, kom ein
sokallað "krabbagogga" spák
andi vestur eftir vegnum, á veg
móti Hvalba. Okur brøðir, ið
vóru staddir í fjósinum, tóku
synd í honum, og bjóðaðu
honum inn. Seinni kom hann
heim við okum, har mamma
bjóðaði honum innivist.
Úrslitið gjørdist, at hálending
urin Jos Kox gjørdist vinur
okra. Hann kom heimaftur til
Føroyar at vera eina tíð, og gott
seksti ára gomul fóru hon og
vinkonur til Hollands at vitja
Jos. Ein minniligur túrur, sum
eisini hevði annað sera gott við
sær, sum tó ikki verður nærri
útgreinað í hesum sambandi.
Kærleiki og hjartalag teirra
vísti seg eisini meira enn
einaferð, tá tey tóku børn,
hvørs foreldur vóru rakt av
sjúku, heim til okum at búgva.
Árið í Vági og
bergtakandi náttúran
Í sambandi við arbeiðið hjá
pabba við gravkúnni fluttu
okur, í eitt ár, til Vágs. Tað
tíðarskeiðið arbeiddi pabba
nógv sunnanfyri, m.a. í sam
bandi við at elverkið í Botni
varð bygt út, og tunnlar vórðu
gjørdir úr Hovsvøtnum til
turbinurnar í Botni. Okur
trivust væl í Vági, hava nógv
góð minnir frá skúla og
samkomuni har- og búðu sum
greivar heima hjá Hannu Horn.
Men okur fluttu aftur til
Trongisvágs, fjøllini, fenaðurin
og barnaheimið inni á Heiðum
drógu.
Júst fjøllini, líðirnar, skorðar
og gil fyltu dag okra, serliga
brøðranna. Túrarnir á fjall, at
leita eftir burtfarnum seyðum,
at hegna v.m., vaktu als okra til
bergtakandi náttúruna. Teir
gjørdu, at Galvurin í Suðri,
Trongisvágsbotnur við sínum
vøkru, grønu rókum, Skorðar
nar í norði (sum pabba seinastu
ferð vitjaði 90 ára gamal) og
røkurnar undir Soyði, gjørdust
okum kær. Hesi sjáldsama
vøkru, men fyri flestu ókunn
ugu pláss, gjørdust støð, sum
enn í dag fáa kenslur frá tryggu
barnaárunum at vakna í okum.
Politiska sáðið
Politiska sáðið, ið sátt var í
barnaárunum, setti sín dám á
pabba og harvið barnaheim og
barnaár okra. Hann var sum
nevnt virkin í líkningarnevnd
ini í mong ár, og var virkin í- og
formaður fyri mætu felags
skapunum Fylking og Froðbiar
Sóknar Javnaðarfelag í mong
ár. Hann varð í 1976 fyrstu ferð
valdur í býráðið, í 1984 varð
hann valdur til borgarstjóra,
eitt starv hann røkti í 8 ár.
Byráðssessin røkti hann til
hann var 75 ár, í 2000.
Spyr tú um politisku
hugsjón hansara, so kann hon
sigast við einum orði: sosialur.
Ávirkanin frá pápanum,
vinalagið við mætu javnaðar
høvdingarnar (Petur Mohr
Dam var ikki sjáldsamur gestur
á Rananum og í barnaheimi
okkara), alt hetta setti síni spor
og myndaðu eina hugsjón, har
viðurskifti teirra "á niðastu rók
um" altíð vóru og eru honum
fremst í huga.
Takksemi fyri alt,
tey góvu okum
Í dag er mamma níti, pabba
nítitrý. Árini hava sett síni
náttúrligu merki, men tey eru
frammi hvønn dag. Hon á
ellisheiminum, har hon koyrir
runt i koyristóli sínum, meðan
hann seinasta árið hevur skift
ímillum at vera heima, á sjúkra
húsinum, á ellisheiminum og
so aftur heima.
Okur hava stóra forrættin at
hava tey okra millum enn. Nær,
og um tey flyta heim í ævigu
bústaðir okra og teirra áðrenn
okur, veit jú eingin. Men okur
16 eftirkomarar teirra eru
takksom fyri, at okum untist at
fáa tey sum foreldur! Stórst er
tó takksemi fyri forrættin
Harrin gav okum, at fáa
foreldur, sum lærdu okum at
elska Frelsaran.
Varna, Bjørg, Jenis og Petur
Karl v. familjum
PAULI ELLEFSAN HÓLVAÐI ALLAR HINAR FLOKKARNAR AV
Fólkatingsval 1977: Fólkatingsval er í Danmark hendan dagin í 1977. Javnaðarflokkurin hjá Anker Jørgensen og Centrumsdemokratar
nir hjá Erhard Jacobsen eru stóru vinnararnir, og harvið kann stjórnin hjá Anker Jørgensen halda fram. Í Føroyum varð fólkatingsvalið hildið
tvær vikur seinni, hin 1. mars. Her var Sambandsflokkurin við Paula Ellefsen stóri sigursharrin. Flokkurin gekk fram við 1.954 atkvøðum og
fekk 5.173 atkvøður. Javnaðarflokkurin endurvann sessin hóast stóra afturogngd, og Johan Nielsen, prestur, kundi halda fram sum fólka
tingsmaður. Pauli Ellefsen vann hin sessin, sum Erlendur Patursson hevði havt síðan 1973. Innanhýsisósemja var í TJóðveldisflokkinum,
og Zakarias Wang stillaði upp saman við Fólkaflokkinum. Tað gjørdi, at Tjóveldisflokkurin gjørdist minni enn Javnaðarflokkurin.
Góði Jógvan
Hetta má sigast at verða totalt úti, at eg siti og
skrivi eitt minningarorð um teg mín góði lítli
Jógvan, mítt sysknabarn, mín vinur, mín lítli
beiggi.
Tað var skelkandi og óskiljandi at fáa eina
uppringing frá mammu tínari, at tú vart farin.
Bert 36 tímar áðrenn boðini, sótu vit heima
hjá okkum, áðrenn tú fórt avstað aftur til
London.
Vit tosaðu, skemtaðu og løgdu ætlanir um títt
komandi sixpack.
Sum tú sjálvur nevndi í útvarpssendingini hjá
Jákup Magnussen, so var kosturin ikki tann
mest sunni í London, og ofta var lættasta
loysnin at keypa sær onkran “fast food” ella
okkurt til mikroovnin.
Men nú skuldi tað verða, tú ætlaði tær í
gongd, eta sunnari og í gongd við at venja saman
við vinmonnunum í London, og í summar, tá tú
hevði ætlan um at koma heim aftur, skuldi tað
verða við sixpack.
Tú vart so spentur at koma yvir aftur til
London, í London vart tú komin at kenna teg
“heima”.
Tú hevði eina fína íbúð, fingið vinfólk og tað
gekk tær væl í skúlanum. Tað gekk ikki bara væl,
tað gekk super, tú vart ein tann besti næmingur
in, ið hevur gingið á skúlanum. Ikki nokk við tað,
so vart tú so væl dámdur av næmingum og
lærarum, og mangan bóðu næmingarnir hjálp
frá “Joe” (enska umsetingin av Jógvan), sum frá
lærarunum, tí tú dugdi títt kramm.
At tekna hevur altíð ligið tær lætt, heilt frá
heilt lítlum smádreingi sat tú og teknaði, og her
eru fyrstu minnini hjá mær frá. Vit plagdu at
sita uppi hjá Oluffu ommu á Vágsheygnum og
tekna dag út og dag inn, og longu tá sóu vit, at tú
hevði heilt ótrúligar gávur at tekna og verða
kreativur.
Tað at vit bæði vóru so javngomul, gjørdi at
vit mangan spældu saman, og sum árini gingu
og vit blivu eldri, bleiv okkara vinarlag sterkari
og tættari. Tú vart sum ein lítil beiggi og vit bæði
kundu tosa um alt. Vit sóðust ikki so ofta sum
vit altíð tosaðu um at vit ynsktu, men ofta
ringdu vit saman og “tjattaðu” á facebook. Tú
hevði altíð so nógv hugskot og tók meg gjarna
uppá ráð. Summi hugskot vóru minni borðbar
enn onnur, men tú tordi altíð at blaka teg út í
okkurt nýtt.
Hóast tú ert farin alt alt ov tíðliga frá okkum,
so gleðist eg um, at tú endaði á toppinum, at tú
endiliga tók teg saman og fylgdi tínum
barndómsdreymi, nemliga at tekna.
Eitt annað ella ein annar sum hevði stóran
týdning fyri teg var Eyðfinn. Alt var Eyðfinn og
tú vart so góður og stoltur av honum. Og hjá
Eyðfinn var tú hetjan og fyrimyndin, og Jógvan
góði, vit skula gera alt fyri at halda minnini um
teg á lívi, og fortelja honum um allar tær
stuttligu og festligu løturnar vit hava haft
saman.
Tú vart ein, ið hugsaði um øll rundanum um
teg. Familjan stóð tær nær, og eg vóni at eg fekk
takka tær fyri allar telefonsamrøðurnar og
troystandi orðini meðan mamma lá á Ríkis
sjúkrahúsinum, og takk fyri allar tær vitjanarnar
tú vart forbí hjá mammu á Landssjúkrahúsinum
í jólafrítíðini.
Tú komst við smákøkum og bommum úr
Onglandi, tú pyntaði henni vindeyguni á stovuni
við jólaprýði, tú fortaldi henni skemtisøgur og á
seinastu vitjanina sang tú “Gleðilig jól” fyri
henni.
Tú rúmaði nógvum fólkum Jógvan, ungum
sum gomlum, sterkum sum veikum, og sjálvt á
teknisíðini valdi tú at tekna havhestin, tann
minni vakra fuglin framum tjaldri og lundan.
Tú helt fyri, at havhesturin eisini hevði brúk
fyri einum kjansi.
Ongin sorg uttan at hava elskað, og eg haldi at
løtan í Christianskirkjuni vísti hvussu nógv fólk
hava elskað teg. Ein stúgvandi full kirkja fylgdi
tær til tín seinasta hvíldarstað. Ein so rørandi
men vøkur jarðarferð har orðini frá Marjun í
kapellinum og Hanus presti í kirkjuni vóru so
troystarrík.
Tónarnir frá Kim Hansen, “I did it my way”,
var sum skrivaður til tín, og fer hendan løtan í
kirkjuni at verða fest í minnið:
I’ve loved, I’ve laughed and cried
I’ve had my fill, my share of losing
And now, as tears subside,
I find it all so amusing
To think I did all that
And may I say, not in a shy way
Oh, no, oh, no, not me,
I did it my way
Takk fyri eg slapp at fylgja tær til tín seinasta
hvíldarstað, takk fyri tíðina og minnini - goymd
og aldrin gloymd.
Góði Eyðfinn, Leila, Annbjørg, gumma, gubbi,
Petur Hans, Sigrid, Oluffa og Símun við familju,
má Harrin verða hjá okkum øllum, ið hava mist
lítla Jógvan og geva okkum styrki í hesi sváru
tíð.
Himmalin er vorðin eina stjørnu ríkari.
Hvíl í friði,
Maria
Minningarorð um Jógvan
á Høvdanum, yngra