hósdagur 14. februar 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. FERBRUAR 2019
SOSIALURIN 19
22
KOMMUAN Í HAVN BRENNIR SPILLOLJU YVIRI VIÐ STROND
Sosialurin skrivar hendan dagin fyri 40 árum síðani um havnarborgarar, sum klaga um royk yvir við Strond í
Havn. Orsøkin er, at Tórhavnar Býráð brennir spillolju á ruskplássinum. Av býráðnum fær blaðið at vita, at tey
eru varug við, at havnarborgarar ikki eru fegnir, at kommunan brennir rusk og oljuá Bukkvald yvir við Strond,
sum tá framvegis verður brúkt sum ruskpláss. Býarverkfrøðingurin sigur, at líka mikið hvar tey so brenna, so
verður tað onkur, sum er misnøgdur. Hann sigur, at um eini tvey ár vænta tey tó at hava funnið eina aðra loysn.
Sigast má, at veðurlagið ikki var eins høgt í metum tá, sum tað í dag er – í øllum førum hjá summum...
Nøkur orð í
sambandi við 70
ára brúdleyps
dagin hjá for
eldrum okkara,
Aslaug og
Danjal av Rana
Mamma kom, sum aðrar ungar
gentur úr Hvalba, blaðung upp
á Tvøroyri at arbeiða í handli.
Har møtti hon unglinginum,
sum vann hennara hjartað. Tey
giftust 19. februar í 1949, og
hava sostatt verið gift í sjeyti ár
komandi týsdag h. 19. februar.
Mammma varð fødd og
vaks upp í Garðsenni í Hvalba,
dóttir Magdalenu og Jenis. Um
pápan, Jenis hjá Drikku, lesa
okur í siglingarsøguni, hvussu
hann, tá tað breyt í bæði borð
millum danir og føroyingar,
hvassoygdur vísti hástórum
donskum officerum, sum vóru
próvdómarar á skiparaskúla
num, rætta pláss teirra.
Pabba sleit barnaskógvar
sínar uppi á Rananum í
Trongisvági, var sonur Petru og
Petur Karl. Petur Karl, sum
starvaðist sum smiður, m.a. í
kolavinnuni í Rangabotni, tók
tungu tøkini saman við
teimum, sum stillaðu seg undir
lið teirra minni mentu. Sum
íðin javnaðarmaður var hann
við til at lyfta samfelagið á eitt
trygt og virðiligt støði, bæði
sosialt og vinnuliga.
Heima stríddust mammur
nar báðar, Magdalena í Hvalba
og Petra í Trongisvági, trúfast
ar og fullar av kærleika. Tær
aldu upp stóru barnaflokkar
nar, 7 í Hvalba og 10 á Rana
num.
Barnaheimið inni á Heiðum
Vit vóru fýra systkin, sum
fingu tann forrætt at vaksa
upp inni á Heiðum í Trongis
vági í heimsins vakrasta
umhvørvi og tryggasta heimi.
Fimta systkin okra, ein væl
skaptur beiggi, varð tíverri
skaddur undir føðing og livdi
bert fáar løtur.
Minnini frá barnaárunum
boða frá umsorgan, tryggleika
og kærleika. Mamma varð
akkerið heima, grundfest,
arbeiðssom, umhugsin og
trúføst. Hann stríddist, frá
morgni árla og mangan til
langt út á nætur, fyri at tryggja
henni og okum tað úrkomu,
sum var neyðug fyri at megna
krøv lívsins. Og tey krøvini
vóru mangan størri, enn okur
megna at ímynda okum í dag.
Lat okum dvølja við ein
vanligan dag mitt í seksti- og
sjeytiárunum. Bæði tíðliga á
fótum, klokkan neyvan farin
nógv av seks. Upp at ambæta
neytum og seyði, síðani mjólka,
tí partar av mjólkini skuldi
hann hava við sær, antin í
Rangabotn, har hann og felagar
hansara tókust við at høgga
svarta gullið úr fjøllunum, ella
til teir, sum fyrst í seksti
árunum bygdu bergholið til
Hvalbiar, har hann koyrdi
gravkúgv. Heima aftur kl.
fimm, har mamma trúføst
borðreiddi døgurðan og hevði
klæði klár, tí kl. gott sjey, alla
vetrarhálvuna, kom hýruvogn
ur eftir honum, at koyra hann
út á Tvøroyri, har hann, saman
við mætum monnum sum Otto
Gram, Poul Øster o.ø, álíknaði
skatt. Men áðrenn tað høvdu
bæði neyt og seyður fingið ta
røkt, teimum tørvaði.
Tá hann, móður og troyttur,
kom at húsum út móti kl. 11 á
kvøldi, fann hann, meira
vanligt enn ikki, onkran okra
sita bíðandi eftir hjálp við
einum stíli ella kanska einum
roknistykki, sum okur ikki
sjálvi megnaðu. Og ongantíð
fóru okur vónbrotin til songar.
Leggjast skal afturat, at
hetta var áðrenn leygardagurin
gjørdist frídagur.
Trúgvin á Frelsaran
Longu sum smádrongur
gjørdust Jesus og pápi vinir.
Svenskir trúboðarar vóru
komnir á Tvøroyri at boða
gleðiboðini, teir búðu í "Sval
bardi", ið er býlingur beint
niðan fyri Ranan. Hagar gekk
pabba sum smádrongur, lærdi
søgur og sangir um Frelsaran
og opnaði hjartað sítt fyri
Honum. Hetta, saman við at
hann blaðungur varð álvarsliga
smittaður við tuberklum, á veg
suður við Smyrli, úr Traðardali
á Sandi, har hann gekk á
landbúnaðarskúla, gjørdi, at
trúgvin á Jesus gjørdist
hornasteinur í lívi hansara- og
broytti barnaheimið á Rana
num.
Trúgv foreldranna eyðkendi
dag okra. Himmalski Faðirin
var álitið, og tey lærdu okum at
elska hann. Sunnudagarnir, frá
morgni til myrkurs, vóru vígdir
tí andaliga og samkomuni.
Fyrst á morgunmøti, síðani í
sunnudagsskúla, á kvøldmøti
og ofta vóru samkomur í
heimunum seinni sunnukvøld,
umframt onnur møtir mitt í
vikuni. Ei undur í at vit komu
at elska Frelsaran frá barni av,
og at lívið saman við Honum
Tey lærdu okkum at elska Frelsaran