hósdagur 14. februar 2019síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. FEBRUAR 2019
SOSIALURIN 19
21
koma at síggja
nøkur heilt nýggj
fiskasløg um okkara leiðir
í framtíðini.
Eyðfinn Magnussen, lívfrøð
ingur, hevur gjørt fleiri frágreið
ingar um føroyska fiskastovnin
seinastu árini.
- At sjógvurin í Føroyum
verður heitari ger, at fiskasløg,
ið liva í køldum sjógvi hava hug
at flýggja longur norður eftir.
Samstundis gevur hitin møgu
leika hjá fiskasløgum í heitum
sjógvi at útvíðka sítt øki og flyta
seg longur norður eftir móti
Føroyum, sigur hann.
Hávar og øðrvísi fiskasløg
Hendan tendensin sær mann
longu nú, tí fleiri fiskasløg, sum
fyrr vóru ókend fyri føroyingar,
eru nú blivin vanligari her.
Fiskiskipini undir Føroyum
uppliva alt oftari fisk, sum
tey ongantíð ella sjáldan hava
sæð áður. Glýsifiskur og gulfin
tunfiskur eru tvey dømi, og
eitt høgguslokkaslag er eisini
blivið meira vanligt inni á land
grunninum.
Bjarni Mikkelsen, lívfrøð
ingur og hvalagranskari á Tjóð
savninum, vísir á, at vit kunnu
vænta, at havdjór, sum liva í
einum í einum temperaturi, sum
ikki spennir seg so nógv, kunnu
flyta seg nærri okkara leiðir.
- Tað mest natúrliga er, at
havið um okkara leiðir verður
heitari. Effektin av tí er millum
annað, at fleiri hávar, fiskar og
ávís springarasløg nokk koma
hendan vegin, tí livilíkindini
batna her. Hjá øðrum
sløgum kann munurin
vera minni, og tey kunnu vera
skjót at tillaga seg til hitamunin,
sigur Bjarni Mikkelsen.
Fólk seta vanligvís ræðusøgur
í samband við hávar, men Eyð
finn Magnussen vísir á, at hávur
er eitt vanligt fiskaslag í Før
oyum, sum vit ikki skulu vera
bangin fyri.
- Fólk halda ofta, at hávur er
eitt eksotiskt djór, sum er langt
sunnan fyri Føroyar. Men veru
leikin er, at í dag svimja 30 sløg
av hávum rundan um Føroyar.
Tey flestu hávasløgini, sum liva
rundan um Føroyar, eru ófarlig,
og teir flestu hávarnir liva av
plantum, sigur hann.
Tað er óvist, hvussu veður
lagsbroytingar kunnu ávirka
grindastovnin.
PATURE@SOSIALURIN.FO
U
m tað verður heit
ari í Føroyum,
skapar tað eisini
grundarlag fyri, at
fleiri smákykt og onnur djór
kunnu liva í Føroyum, sam
bært Jens-Kjeld Jensen, sum
er serkønur innan fyri fuglar
og smákykt. Hann hevur
longu nú lagt merki til fleiri
og fleiri nýggj djórasløg um
okkara leiðir.
- Í 1999 fingu vit vespur,
og fyri 10 árum síðani fingu
vit humlubiir. Í síðstuni eru
tað eisini fleiri sløg av nátt
sveimarum og heygsmonn
um, sum eru byrjaðir at
yngla. Fyri 25 árum síðani
høvdu vit ongar bringureyðar
í Føroyum, men nú eru hesir
fuglarnir at finna allastaðni í
Føroyum, sigur hann.
Jens-Kjeld Jensen hevur
einki prógv fyri, at øll hesi
nýggju djórini eru komin
orsakað av veðurlagsbroyt
ingum, men hann setur
spurnartekin við, hvør orsøk
in annars kann vera.
Tann stóra lítla plágan
Smákyktið skógarmotta er
ein plága í øðrum londum,
sum kann elva til lammilsi
og aðrar herviligar sjúkur hjá
fólki. Skógarmottan er blivin
alt meira vanlig í Føroyum.
- Fyrsta skógarmottan í
Føroyum varð funnin í 1990,
men nú verða skógarmottur
funnar hvørt einasta ár. Mann
sær eisini í Svøríki og Noregi,
at skógarmottur koma alsamt
longur norður eftir, greiðir
Jens-Kjeld Jensen frá.
Planturnar standa
fyri skotum
Vaksandi hitin kann ávirka
liviumstøðurnar hjá plantum
eisini.
- Tær arktisku planturnar,
sum eiga at liva í fjøllunum,
trekkja seg longur og longur
upp í fjøllini. Um hitin veksur,
fara tær ivaleyst at doyggja
út, tí hitin verður ov høgur
til tær á fjallatoppinum, sigur
Jens-Kjeld Jensen.
- Fleiri nýggj smá
kykt í Føroyum
Djórakennarin Jens-Kjeld
Jensen setir spurnartekin
við, hví so nógv nýggj
djórasløg hava verið at sæð
í Føroyum seinastu árini
Jens Kjeld-Jensen:
Tvær skógarmottur.
Onnur er hálvsvong,
og hin er proppmett
MYNDIR: MARITA GULKLETT
Úrslit frá kanning frá 1994 til 2008. Hesi árini hevur
toskurin á føroyska landgrunninum týðuliga flutt seg
eystureftir um várarnar (niðara mynd). Hendan broytingin
sæst tó ikki hjá toskinum um heystið (ovara myndin)