mánadagur 18. februar 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 18. februar 2019 · Nr. 20
TÍÐINDI
- Í einum so tøttum samfelag hava vit nokkso gott innlit
í lívið hjá hvørjum øðrum í mun til í stórum samfeløgum,
sigur Unn Jakobsen, tannlækni, sum júst hevur gjørt
kanning, sum lýsir, hvussu ofta tannlæknar og tannrøktarar
í Føroyum hava illgruna um ringa viðferð av børnum
Pætur Hjalmar Evensson
pature@sosialurin.fo
Tannlæknar og tannrøktarar í
Føroyum hava oftari illgruna
um børn og ung, sum eru
útsett fyri ágangi ella umsorg
anartroti, enn tannheilsufólk í
øðrum londum hava. Mátin
føroysku starvsfólkini uppfata
og handfara støðuna er iva
leyst ávirkaður av, at okkara
samfelag er so lítið.
Hetta er ein av niðurstøðun
um í nýggjari kanning, sum
Unn
Jakobsen,
tannlækni,
hevur gjørt saman við Føroya
Tannlæknafelag.
Endamálið
var at kanna og lýsa, hvussu
ofta tannlæknar og tannrøkt
arar í Føroyum hava illgruna
um fysiskan ágang ella um
sorganartrot av børnum, og
hvussu teir handfara støðuna,
tá illgruni er. Talan er um børn
og ung í aldrinum 0-18 ár.
Kanningin, sum uppruna
liga er skotsk, er gjørd í fleiri
londum seinastu árini; harí
millum í Danmark í tveimum
umførum. Unn Jakobsen var
áhugað í at gera somu kanning
í Føroyum og setti seg í sam
band við tey, ið gjørdu tær
donsku kanningarnar.
- Ágangur og umsorganar
trot av børnum eru nokkso
kensluborin
evni.
Eins
og
mann ikki meinti, tað var nóg
nógv fokus á hetta økið í
grannalondunum, so var tað
heldur ikki tað í Føroyum. Í
Føroyum búgva vit tætt uppá
hvønn annan, og vit hildu tað
vera áhugavert at kanna, um
vit sóu nøkur onnur úrslit, enn
mann gjørdi í teimum størru
samfeløgunum,
sigur
Unn
Jakobsen.
Tannlæknar síggja væl
Tannlæknar hava ofta sam
band við eitt barn gjøgnum all
an uppvøksturin og hava í
mun til aðrar yrkisbólkar ser
staka atgongd til at varnast
tekin um fysiskan ágang ella
umsorganartrot. Tí tá eitt barn
leggur seg í tannlæknastólin,
hava tannlæknar frítt sýni og
kunnu
lættliga
síggja,
um
barnið hevur skaða ella merki
á eitt nú høvdi ella hálsi. Tí var
tað upplagt at kanna, í hvønn
mun tannheilsufólk í Føroyum
leggja merki til vanrøkt av
børnum.
- Sum tannlæknar og tann
røktarar arbeiða vit øgiliga
tætt uppá børnini hvønn dag.
Vit hava gott ljós og síggja væl,
um okkurt er, sum tað ikki skal
vera. Samstundis hava vit eis
ini ofta samband við familjuna
hjá
børnunum,
sigur
Unn
Jakobsen, sum hevur arbeitt í
barnatannrøktini í fleiri ár.
Í kanningini hava tey ikki
definerað, hvat umsorganar
trot er, og hvussu álvarsligt
tað skal vera. Tað var upp til
hvørt einstakt tannheilsufólk
at gera av, hvat mann leggur í
tað at hava illgruna um um
sorganartrot.
Meginparturin hevur
havt illgruna
Eitt oyðublað varð sent til 71
starvsfólk á tannheilsuøkin
um, 44 tannlæknar og 27 tann
røktarar. 51 av hesum svaraðu
við fullfíggjaðum upplýsing
um, og tað eru 72 prosent, sum
verður mett nøktandi.
31 starvsfólk høvdu onkun
tíð í teirra arbeiðslívi havt ill
gruna um at hava verið í sam
band við eitt barn ella ungt
fólk, sum hevði verið fyri
ágangi ella umsorganartroti.
Tað svarar til 61 prosent.
17 starvsfólk (33 prosent)
høvdu havt illgruna seinastu
seks mánaðirnar, meðan fimm
Nýggj kanning staðfestir:
FØROYSKIR
TANNLÆKNAR
HAVA OFTA
ILLGRUNA UM
ÚTSETT BØRN
Unn Jakobsen, sum hevur staðið á odda fyri kanningini,
er leiðari í Klaksvíkar Kommunalu Barnatannrøkt