Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. februar 2019síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 18. februar 2019 · Nr. 20 TÍÐINDI (10 prosent) vóru vís í, at tey høvdu verið í samband við eitt útsett barn seinastu seks mán­ að­irnar. Meira illgruni á bygd Í staðin fyri at upplýsa bygdina ella býin, mann starvast í, vórðu tannheilsufólkini biðin um at viðmerkja, um tey vóru frá einari kommunu við fleiri ella færri enn 2.000 íbúgvum. 35 tannheilsufólk starvaðust í kommunum við fleiri enn 2.000 íbúgvum, og 20 av hesum 35 høvdu upplivað at havt illgruna um útsett børn. Hetta svarar til 57 prosent. Í teimum smærru komm­un­ un­um við færri enn 2.000 íbúgv­um sá øðrvísi út. Har høvdu 11 út av 16 havt illgruna um tað sama, sum svarar til 69 pro­sent. Tað er altso í fleiri før­ um illgruni um útsett børn í teimum smærru økjunum í Føroyum, enn tað er í størru økjunum. Vit kenna hvønn annan Kanningin vísir, at tað eru mun­andi fleiri tannheilsufólk í Føroyum, ið hava illgruna um ágang og umsorganarsvik, enn tað er í teimum londunum, sum samanborið verður við – Dan­mark, Skotland og Kroati­ en (ávikavist 38 prosent, 29 pro­sent og 26 prosent) – í Før­ oy­um 61 prosent. Niðurstøðan er, at sosialu sambondini í lítla føroyska sam­felagnum kunnu ávirka, hvørja vitan tannheilsu­starvs­ fólk hava um børnini. - Vit liva í einum samfelag, har vit ofta kennast uttan fyri okkara professionella øki. Kanska mann eigur børn, sum ganga til ítrótt saman, er í fam­ ilju ella mann kemur saman í øðr­um høpi. Í einum so tøttum sam­felag hava vit nokkso gott innlit í lívið hjá hvørjum øðr­ um í mun til í stórum sam­ feløg­um. Til samanberingar kann ein tannlækni í Keyp­ manna­havn saktans bara síggja eitt barn eina ferð, og har hevur mann bara ta vitjan­ ina at meta út frá, sigur Unn Jakob­sen. Illgruni um útsettu børnini kann altso koma allastaðni frá og ikki neyðturviliga bara frá tannlæknastovuni. Stórur ivi um at boða frá Í løgtingslóg um barnavernd er ásett, at øll, sum í starvi sín­ um hava við børn at gera, hava skyldu til navngivin at boða barna­verndartænastuni frá, um mann hevur orsøk til at halda, at viðurskifti eru, sum krevja fráboðan. Talið av illgrunum í Før­oy­ um er høgt, men kortini eru tað nøkur ting, sum forða starvs­fólkunum í at boða myndug­leikunum frá. Av teim­um, sum høvdu havt ill­ gruna onk­untíð í teirra starvi, høvdu 39 prosent boðað frá. Tann­heilsu­fólkini vórðu spurd um orsøkina fyri ikki at boða frá, og her var høvuðsorsøkin við meira enn 80 prosentum, at tað var ivi, um illgrunin var rættur. Hinar orsøkirnar vóru ótti fyri avleiðingunum fyri barnið og vantandi vitan um mannagongdir, sum fylgja við einari fráboðan. Danska kanningin vísti eis­ ini, at fleiri vóru í iva, um ill­ grun­in var rættur. Men sam­ stund­is høvdu starvsfólkini eis­ini aðrar forðingar, meðan í Før­oyum er ivin tað, sum er dom­inerandi. Í Danmark og Kroatia høvdu summi starvs­ fólk eitt nú drálað við at boðað frá, tí tey ikki vildu enda í rætt­inum, meðan eingin í Før­ oyum sá rættin sum eina forð­ ing fyri at boða frá. - Samstundis sum mann í nógvum førum hevur illgruna um ágang og umsorganarsvik, so stúrir mann eisini fyri, um tað yvirhøvur er hald í tí, mann heldur seg síggja á barn­ in­um, vísir Unn Jakobsen á. Orsøkin til stóra ivan um fráboðan verður eisini mett at vera, at vit í Føroyum ofta kenna hvønn annan uppá yms­ar mátar uttan fyri pro­ fession­ella yrkið. - Mugu hava betri kunning Men hvat er tað so, sum ger, at tað eru so nógv, sum eru í iva um, nær mann skal boða frá? Sambært kanningini hildu 90 prosent av tannheilsu­starvs­ fólk­unum seg ikki hava fingið nóg góða kunning um, hvussu tey skulu bera seg at við útsett­ um børnum og ungum. Tvey teirra høvdu fingið tilfar, har leiðreglur um tey, sum eru í vanda fyri ágangi ella um­sorg­ anartroti, verða lýstar. Unn Jakobsen meinar, at tað er tørvur á meira og betri kunn­ing um, hvussu tann­ lækn­ar- og røktarar skulu lesa tey teknini, teir síggja. - Úrslitini frá kanningini geva okkum orsøk til at halda, at tað framvegis hevur stóran týdn­ing við upplýsing og kunn­andi tiltøkum til starvs­ fólk, sum arbeiða við børnum og ungum um hesi mál, hevur hon sagt við Granskingarráðið. - Vit mugu heilt sikkurt hava meira kunning. Til dømis við ítøkiligum leiðreglum á tann­læknastovurnar. Hesar skulu snikkast soleiðis til, at hædd verður tikið fyri teimum avbjóð­ingum, sum eitt lítið sam­felag sum tað føroyska, hevur, sigur hon. Kann brúkast aðrastaðni Unn Jakobsen vónar, at hend­ an kanningin kann vera við til at varpa ljós á trupul­leik­an. Hon vísir á, at tað ber væl til at gera líknandi kann­ing­ar um ágang og um­sorg­an­ar­trot av børnum í øðrum starvs­bólkum við líknandi spurn­ar­blaði. - Hendan kanningin kundi gott verið gjørd onkra aðra­ staðni, har mann hevur nógv við børn at gera. Tað kundi hent seg, at arbeiðspláss sum eitt nú barnagarðar eisini høvdu nakrar avbjóðingar við ill­grunum og fráboðanum um ágang og útsett børn, sigur hon. Um kanningina Kanningin er gjørt av Tann­ læknafelagnum og Unn Jak­ob­sen við stuðli frá Sjúkra­kassagrunninum, sum Granskingarráðið hev­ ur latið.  Greinin, sum er givin út í vísindaliga tíðarritinum Clinical and Experimental Dental Research, kallast: “Dental professionals' ex­ perience with and handling of suspicion of child mal­ treat­ment in a small-scale society, the Faroe Islands”. Høvundarnir eru Unn Jakobsen, Anna Sofia Fjall­ heim, Hannes Gislason, Eina Gudmundsen, Sven Poul­sen og Dorte Haubek. Verkætlanin hjá Unn Jakobsen og Føroya Tann­ læknafelag var fyrsta kann­ingarverkætlanin, sum varð stuðlað úr Sjúkra­ kassagrunninum, og er eis­ ini tann fyrsta, har úrslitini eru almannakunngjørd í ein­um vísindaligum tíð­ar­ riti. Tannlæknar hava frítt sýni at síggja skaðar á høvdi ella hálsi (Mynd: Ritzau Scanpix) Keldur: Granskingarráðið: gransking.fo Kanningin: Jakobsen U, Fjallheim AS, Gislason H,Gudmundsen E, Poulsen S, Haubek D. Dental professionals'experience with and handling of suspicion of child maltreat-ment in a small‐scale society, the Faroe Islands.Clin Exp DentRes. 2019;1–6. .https://doi.org/10.1002/cre2.164