Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. februar 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. februar 2019 · Nr. 20 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TOP GEAR VITJAÐI HALLELUJA-SOFUS Herfyri vóru fólk frá Top Gear Magazine á vitjan í Føroyum, og tey vóru á gátt hjá Halleluja-Sofusi. – Ja, teir prátaðu við meg og onkran annan eisini. So hava teir annars bara verið og kekkað landið, hugt eftir hvat rørir seg innan fyri bilar her og kannað, hvussu bilparkin sær út, sigur Sofus Hansen. Teir vildu hitta nøkur fólk, ið hugsaðu út av boksini. – Teir vildu síggja bilarnar hjá mær og hoyra, hvar eg fekk hugskotini frá, tí teir leitaðu eftir regulerum bil-listafólkum, søgdu teir. Teir spurdu, hvar eg keypti allar deilirnar hjá mær frá, men eg segði so við teir, at eg keypti ongar deilir, men gjørdi alt sjálvur. Tað vóru teir ræðuliga imponeraðir av, tí tað eru so ræðuliga fáir, sum skapa sjálvir beinleiðis úr høvdinum í dag, sigur Haleluja-Sofus. Italsk matstova letur upp í Skeiva Pakkhúsið í mars­mánaði   Í marsmánaði letur mat­ stov­an í Skeiva Pakk­ húsi upp­aftur. Her­fyri gjørdu Gist & Vist og fyrr­ver­andi eig­ar­ar­nir av mat­stov­uni av­talu um, at Gist & Vist yv­ir­ tek­ur mat­stov­una. Síðani hava tey ar­ beitt við at gera nýtt kon­sept til matstovunu, sum letur uppaftur í næsta mánaði. Henry Samuelsen er nýggi høv­uðskokk­ ur­in í Skeiva Pakkhúsi. Hann sigur, at fólk kunnu gleða seg til eitt nú heima­gjørt pasta, ri­ s­otto, bur­rata, anti­pasto og aðr­ar eyð­kend­ar it­ alsk­ar rættir og nógv, gott italskt vín. – Alt gjørt úr góðum før­oysk­um rá­vørum: fiski, skelj­a­djór­um­, grøn­meti og urt­um. Og hvør veit, kanska sník­ir ein pitsa seg inn í mat­ skránna av og á, sigur hann. Tí matskráin kann nevn­i­liga eisini fevna um okk­urt óvæntað. Av og á. Tá ið árstíðin loyv­ ir tí. Ella tá ið kokk­ur­in hev­ur hug og ger eitt lítið sprell. Við fant­ ast­isk­um útsýni yvir Vest­aru Vág og teimum snøggu og fjálgu høl­u­ num er lagt upp til góðar løt­ur við góðum mati. – Hjá okkum er tað smakk­urin og stemn­ ing­ur­in, sum er í hásæti. Her kanst tú fáa alt frá eini matskrá við trim­um rætt­um til eina matskrá við fimm rætt­um ella bara eina skál við heima­ gjørd­um pasta. Ella eitt glas av víni ella ein cock­ tail. Ja, stutt sagt, tað tú hevur hug til, sigur Henr­y Sam­u­el­sen. sdfsdf Afturhvarv 1979: Um »Disco Tango« hjá Tommy Seebach hevði verið vrak­ aður, so slapp Ann­ika við Ald­ uni til finaluna Tað var hin gitni Tommy Seebach – pápi nú so gitna Rasmus Seebach, sum vann kappingina um at umboða Danmark í Melodi Grand Prix í 1979. Annika Hoydal var eisini víð í donsku kappingini, og hon gjørdist nummar fýra við lagnum Aldan, sum bróðir hennara Gunnar Hoy­ dal yrkti. Men eftir lokalu kapp­ ing­ina í Danmark frættist, at Tomm­my Seebach varð lagd­ur undir at hava stolið lag­ið til »Diskco Tango« frá Rolling Stones-lagnum »Pa­ int it Black«. Men hetta var tó skjótt av­sannað. Sosialurin hevði tó eina fyri Anniku Hoydal og før­oy­ ing­ar hugaliga søgu í hesum sam­bandi, sum ljóðaði so­ leið­is: »Men um so var, so hevði tað verið sjálvsagt, at numm­ ar tvey í danska Grand Prix, Lill­er og Grethe Ingemann fóru til Ísraels, men tá hesi longu hava spælt lag sítt inn á plátu, ber hetta ikki til, tí at alheims reglurnar í Melodi Grand Prix siga, at teinki vinn­ar­a­lag má gevast út á plát­u fyrr enn 4. mars. Nr. 3 hjá dønum var Kim Larsen við lagnum »Ud i det blå«. Men hetta lagið er eisini spælt inn á plátu. So mega vit fara til nummar 4, og har er Ann­ika Hoydal! Men sum sagt, so gekk tað ikki hesaferð – betur næstu ferð«, skrivar Sosialurin á for­síð­uni hendan 21. februar fyri 40 árum síðani. Annika Hoydal í danska Melodi Grand Prix í 1979 Tá Annika Hoydal mundi sloppið til Grand Prix Bakkafrost skal pakka fiskavørur fyri Fiskasøluna Sosialurin 17. februar 1979: Um tveir mánaðir fer Bakka­ frost á Glyvrum undir eina nýggja framleiðslu. Talan er um at pakka ymsar fyrstar fiska­vørur heilt lidnar til keyp­a­ran. Í løtuni verður ovara hædd­in á Bakkafrost inn­ rætt­að til hesa framleiðslna, og maskinur fyri góða mill­i­ ón krónur eru bílagdar. Tað er Føroya Fiskasøla, sum hev­ur avgjørt at flyta ein part av framleiðsluni hjá Chald­ur í Grimsby í Bret­ landi til Glyvrar. Nýggja frameliðslan á Bakk­a­frost fer at hava stór­ an týdning fyri virkið, sum upp­run­a­liga varð ætlað til sild­a­fram­leiðslu, men sildin er ging­i­n undan seinnu árini – kort­ini hómast ein glotti, nú fjarð­a­sildin er farin at kenn­ast aftur. 25 fólk á virkinum Sosialurin vitjaði á Bakka­ frost herfyri, har vit m. a. hittu stjóran, Hans Jacobsen. Í løt­uni arbeiða 25 fólk á virk­ i­num. Tey hava í eina tíð fram­leitt sartkjaftafløk fyri Heils­u­frøðiligu Starvs­stov­ una. Sild­a­maskin­urnar hjá Bakka­frost verða brúkt­ar til at skera tey svart­a­kjafta­fløk­ ini, sum nú verða seld utt­an­ lands fyri at kanna, um ein markn­aður finst fyri hesi vøru. Umframt svartkjaftin kem­ur eitt slag av fjaðrasild á land á Glyvrum. Henda sild­in verð­ur nýtt í fram­ leiðsl­uni av tí væl­um­tóktu Bakk­a­sild­ini, ið er at fáaa kring landið. Pakka eisini flatfisk Svarkjaftaroyndirnar verða helst lidnar seinast í mars­ mán­aði. Tá verður helst eis­ini klárt at bryja nýggju fram­leiðsl­una við at pakka fryst­ar fiskavørur. Annars hev­ur Bakkafrost í umleið eitt ár pakkað flatfisk fyri Fiska­søluna, men hetta hev­ ur ver­ið rættiliga avmarkað. Hans Jacobsen sigur, at teir eru rættiliga spentir at fara í gongd av álv­ara at pakka frystar fiskavørur í smærri pakn­ingar til bret­sk­ ar stór­handlar. Hetta er ein stór uppgáva, tí ar­beiðið setur stór krøv til góðs­k­una í fiskinum, sum fer lið­ugt pakkaður til keyp­aran. Nógv fjarðasild Hans greiðir annars frá, at tað síðani í heyst hevur ging­ið væl at fáa sild. Teir hava framleitt umleið 400 tons av fjarðasild hetta tíð­ ar­skeiðøið. Sildin verður skor­in til fløk og koyrd í gløs ella seld í tunn­um. Krydd­sild í tunn­um verður ser­stak­liga seld til Svøríkis og Dan­mark­ ar. Nak­að av gløsum fara til donsku fyritøkuna FDB. Hóast tey góðu sildaárini eru far­in, besta árið í 1976 fekk Bakka­frost 1500 tons av sild frá bát­u­num, sum veiddu í Norðsjónum, so held­ur Hans Jacobsen kort­ ini, at fjarð­a­sildin er við at­ menn­ast aftur og kann ger­ ast týðandi og trygg rá­vrøa hjá virk­i­num. Í fjør framleiddu teir um­ leið 250.000 gløs af bakkasild. Ein stór­ur partur varð seldur á heim­a­markn­aðinum. Henry kokkur í Italskari mat­ stovu í Skeiva Pakkhúsi Flyta framleiðslu úr Grimsby til Glyvrar Hans Jacobsen, stjóri: – Høli verða nú innrættað til pakking av frystum vørum fyri Fiskasøluna Tommy Seebach vann við lagnum »Disco Tango«