mánadagur 18. februar 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 18. februar 2019 · Nr. 20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
LYKKETOFT TIL FØROYA Á LANDSFUND
Royndi danski politikarin, javnaðarmaðurin Mogens Lykketoft, kemur til Føroya sum gestur á
landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum. Hann er fyrrverandi uttanríkis-, fíggjar- og skattamálaráðharri
umframt fyrrverandi formaður í Fólkatinginum. Í 2015 varð hann valdur sum formaður ST aðalfundin.
Hann verður gestarøðari á landsfundi Javnaðarfloksins, sum verður hildin í Smæruni í Havn 6.
apríl. Landsfundurin byrjar við morgunmati klokkan 9, og hildið verður á til klokkan 17. Umframt
gestarøðu er eisini árliga formansrøðan frá Akseli V. Johannesen og orðaskifti millum limirnar.
Jarle Edvin Arntsen,
fyrr búsitandi í
Mikladali, andaðist í
heiminum á Frøya í
Norra, 73 ára gamal.
Tóri G. Johansen,
ættaður av Oyrareingj
um, andaðist týsdagin
12. februar, 22 ára
gamal. Jarðarferðin
verður lýst seinni.
Eiler Sune Egholm,
Tórshavn andaðist
mikudagin 13. februar,
95 ára gamal.
Jóna Kristina Joensen
á Sandi, ættað úr
Heimistovu í Fuglafirði,
andaðist í heiminum
mikudagin 13. februar,
88 ára gomul.
Ragnhild Olsen,
Fuglafirði, ættað úr
Søldarfirði andaðist 12.
februar, 84 ára gomul.
Guðny Marita
Mohr Mortensen,
fødd Patursson,
Tórshavn, andaðist á
Landssjúkrahúsinum 12.
februar, 92 ára gomul.
Bernhard Jacobsen,
búsitandi í Keyp
mannahavn, ættaður
úr Tórshavn, andaðist
25. januar 61 ára gamal.
Sólbjørg Samuelsen,
Fuglafirði, vanliga
nevnd Solla, andaðist á
Landssjúkrahúsinum 11.
februar, 71 ára gomul.
Richard Nielsen,
búsitandi í Holeby á
Lollandi, ættaður úr
Klaksvík, andaðist 10.
februar 71 ára gamal.
Andrias Petersen,
fyrrverandi
kommunulækni í
Gøtu, andaðist 10.
februar 71 ára gamal.
Christina Johanna
Hentze Drescher,
ættað úr Vági, búsitandi
í Keypmannahavn,
andaðist á Bispebjerg
Hospital 10. februar,
62 ára gomul.
Paula Davidsen,
búsitandi í Sørvági,
ættað úr Sandavági,
andaðist á Sýnini
fríggjadagin, 8. Februar,
92 ára gomul.
ANDLÁT
Tað verður ein
Bakkamaður,
sum skal hava
fíggjarstýringina
á Bakkafrost
um hendi
Høgni Dahl Jakobsen eit
ur nýggi fíggjarstjórin á
Bakkafrost. Hann er ætt
aður úr Havn, sonur Katrin
Dahl Jakobsen og Martin
Jakobsen, Martin á Bakka
sála, sum var ein av stovn
arunum av Bakkafrost og
bróðir Hans á Bakka, sum
var stjóri á Bakkafrost mestu
tíðina.
Høgni D. Jakobsen tekur
við starvinum sum nýggjur
fíggjarstjóri á Bakkafrost 1.
apríl.
Høgni D. Jakobsen, sum er
46 ára gamal, hevur drúgvar
royndir frá leiðsluráðgeving
frá donskum og altjóða fyri
tøkum og kemur úr starvi
num sum Senior Partner í
Quorum Consulting í Keyp
mannahavn.
Høgni D. Jakobsen hevur
Master of Science í Business
Administration og Computer
Science frá Copenhagen Bus
iness School.
Síðan 2015 hevur hann
verið Senior Partner í Quor
um Consulting. Høgni var
leiðsluráðgevi í PA Consult
ing Group frá 2004 til 2015, og
frá 1998 til 2004 hevur hann
verið ráðgevi, vinnumennari
og verkætlanarleiðari fyri
ymsar ráðgevarafyritøkur.
Nýggi fíggjarstjórin hjá Bakkafrost, Høgni D. Jakobsen, hevur
Master of Science í Business Administration og Computer Sci
ence frá Copenhagen Business School
Høgni Dahl Jakobsen
fíggjarstjóri á Bakkafrost
Claus Meyer í Kongshøll
Hugskotið og Visit Tórs
havn bjóða til tiltak, har
tú kanst hoyra kveikjandi
søguna
hjá
vinnulívs
manninum Claus Meyer.
Harumframt verða nýggj
ar føroyskar íverksetara
søgur eisini at hoyra.
Við sínum framúr góða
smakki
hevur
Claus
Meyer í yvir 30 ár arbeitt
ótroyttiliga við matvør
uframleiðslu.
Hann
er
ein
sannur
íverkseti,
sum legði lunnar undir
nýggjan norðurlendskan
mat. Hetta gjørdist seinni
grundarlagið undir eitt
nú matstovuni Noma og
KOKS, sum hevur heim
stað í Tórshavnar komm
unu.
Claus hevur egið gist
ingarhús, matstovur og
kokkaskúlar, og fruktir
nar í matgerðini koma frá
hansara egnu fruktlund.
Hansara matgerð fevn
ir tvørtur um landamørk
og høv. Millum seinastu
verkætlanirnar eru slum
býlingar
í
bolivianska
býnum La Paz, har hann
hevur latið einstaklingum,
ið koma frá fátæksligum
korum,
sleppa
framat
grýtunum,
og
seinast
hevur hann roynt seg í
New York City.
Fyri Claus Meyer hev
ur støddin á fyritøkuni
ongantíð verið eitt mál í
sær sjálvum. Í staðin hev
ur hansara drívmegi verið
gleðin við at síggja onnur
menniskju
finna
sítt
fótafesti við tí, tey brenna
fyri.
Vilt tú við í Kongshøll?
Send
ein
t-post
til
vinnuforum@torshavn.
fo - freistin at boða frá
luttøku er 19. februar.
Tiltakið
verður
í
Kongshøll í Sjóvinnuhús
inum hósdagin 21. februar
kl. 14.00 - 16.00.
Kristina skal framføra
lagið »Mama Said« á
enskum í finaluni um at
umboða Ísland í Eur
ovision Song Contest
kappingini, sum verður
í Tel Aviv í Ísrael 18. mai
Í seinnu undankappingin um
at koma í finaluna í íslendsku
Eurovisioan sangkappingini
leygarkvøldið komu tveir
føroyingar víðari. Kristina
Bærendsen
og
Jógvan
Hansen.
Kristina Bærendsen var
við í fyrru undankappingini,
men kom ikki víðari. Jógvan
Hansen var við í seinnu
kappingini sum kórsangari
hjá Fríðriki Ómar, sum kom
víðari.
Tá ið greitt var, hvørjir
tveir luttakarar komu víðari
frá kappingini leygarkvøldið,
var eitt sonevnt »wild card«
latið, so at finalan verður
mannað við fimm luttakar
um. Hesin seinasti finalu
luttakarin gjørdist Kristina
Bærendsen.
Og Kristina Bærendsen
var bæði bilsin og glað at
sleppa víðari, hóast hon ikki
vann annað av plássunum í
fyrru undankappingini.
Finalan í íslendsku Eur
ovision kappingini verður
leygarkvøldið 2. mars, og tá
verður greitt, hvør skal um
boða Ísland í aljtóða kapp
ingini, sum verður hildin í
Ísrael.
TIl
undankappingina
sang hon sangin á íslendsk
um, sum eitur »Ég á mig
sjálf«, sum merkir »Eg eigi
meg sjálva«. Men í finaluni
sleppur hon at syngja ensku
útgávuna av sanginum, sum
á enskum eitur »Mama Said«.
Kristina sleppur kortini í finaluna
Tað var eitt sokallað »wild card« leygarkvøldið, sum gjørdi, at Kristina Bærendsen kortin sleppur í finaluna í íslendsku
Eurovision sangkappingini annað leygarkvøld