Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. februar 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 18. februar 2019 · Nr. 20 Nú Drotning Margrethu Barnagarður í Klaksvík verður 40 ár, bjóðar barnagarðurin øllum til bollar og kakao í morgin - týsdagin 19. februar - frá klokkan 15-17. FM fyri handverkslærlingar verður aftur í ár á Torginum - Vit vilja geva handverkslærlingum eina góða uppliving, har tey samstundis kappast um at vísa sítt besta handverk fram Vilmund Jacobsen FM fyri handverkslærlingar verð­ur á Torginum í SMS í døg­unum 28. februar og 1. mars. Tað eru tilsamans 11 lær­ling­ ar, sum fara at brúka hesar báð­ar dagarnar at kappast um at gerast føroyameistari innan sítt lærufak.  Í dag kunnar Vinnuhúsið um FM-kappingina fyri hand­ verkslærlingar, og her verður víst á, at hetta er aðru ferð, at skipað verður fyri FM-kapping fyri handverkslærlingar í Før­ oyum. Hin fyrsta FM-kappingin varð hildin á heysti í 2017. - Í kappingini hesaferð koma lærlingarnir at kappast inn­an timbur, el og hár­fríðk­ an­ar­fakið. Í Vinnuhúsinum siga tey, at høvuðsendamálið við kapp­ ing­ini er at hátíðarhalda tað góða handverkið, umframt at varpa ljós á yrkisútbúgvingar. - Hetta verður gjørt við at geva lærlingum eina góða upp­ liv­ing, har tey samstundis kapp­ast um at vísa sítt besta hand­verk fram. Tað er Føroya Handverks­ meist­arafelag, sum er høvuðs­ fyri­skipari av FM-tiltakinum fyri handverkslærlingar, og tiltakið verður fyriskipað í samstarvi við Føroya Hand­ verk­arafelag, Landsfelag Hand­ ­verk­aranna og Yrkis­depil­in. Hesi kappast Lærlingarnir, sum skulu kapp­ ast um FM í timbur, el og hár­ fríðk­an, eru hesir: Timbur: • Ingmar Dam, Búsetur • Markus Olsen, Articon • Hjarnar Gaard Hansen, JEP Smíð El: • Teitur Johannesen, JT Electric • David Arnhold Hjelm, Pado • Rasmus Poulsen, LM Electric • Rói Zachariassen, LM Electric Hárfríðkan: • Elisabet Dam Jacobsen, Salong Karin’sa • Petra Høgnadóttir Hansen, Adore • Jórunn á Gravarbø, Evoke     Ann Fuglø er byrjað í Fuglafirði Vilmund Jacobsen Hin 1. februar 2019 byrjaði Ann Fuglø í starvi á tekn­ isku deild hjá Fuglafjarðar kommunu. Ann er útbúgv­ in byggifrøðingur úr Hors­ ens í 1996 og býr Leirvík. - Ann Fuglø hevur starv­ ast hjá Fuglark, EM Ráð­ gev­ing, SNA, MAP og Norð­hús og hevur tískil drúgv­ar royndir, bæði á tekni­stovu og byggivinnu í Før­oyum. Í Fuglafjarðar komm­ unu ynskja tey Ann Fuglø væl­komnari í starvs­fólka­ hópin hjá kommununi. TUNNIL: Í síðstu viku vórðu boraðir og sprongdir 104 metrar í Eysturoyartunlinum tilsamans. Smærri lekar og gerð av vegabreyt ávirkaðu arbeiði. Nú eru bert 1653 metrar eftir at bora og spreingja. At gera hugskot til veruleika Hevur tú góð hugskot, men hevur trupult við at koma í gongd? Vilmund Jacobsen Leygardagin 23. februar skip­ ar Eiðis kommuna fyri ókeyp­is skeiði í íverksetan fyri nýbyrjarar, og hetta er eitt skeið innan ferðavinnu.  Skeiðið verður í húsinum í Hólmanum frá klokkan 17-21, og tilmelding fer fram í sein­ asta lagi hósdagin 22. februar á middegi á eidi@eidi.fo - Umhugsar tú at byrja virksemi innan ferðavinnuni - tú hevur góð hugskot, men hevur trupult við at koma í gongd, so er skeiðið á Eiði helst nakað fyri teg. Tú fert at læra um, hvussu tú kanst byrja, reka og markn­aðarføra títt virksemi innan ferðavinnu, og hvussu tú kanst menna tínar før­leik­ ar innan hesa vinnu. Undirvísari verður Sigrun Jónsveinsdóttir, leiðari í Íverk­setarahúsinum.