mánadagur 18. februar 2019síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 18. februar 2019 · Nr. 20
Teir rokast í snellufiski
Leygardagin var hampiligt veður hjá snellubátum, tó at
tað var eitt sindur tvassut, kanska serliga vestanfyri
Vilmund Jacobsen
Í nakrar dagar hevði
hann annars ligið við
vestligari ætt, og tað
merkir, at sjógvurin vest
an fyri hevur verið rími
liga óslættur, áðrenn leyg
ardagurin kom.
Men, leygarmorgunin
var mest sum stilli, og
ikki fyrr nakað út á dagin
byrjaði hann at lota við
lágætt.
Henda
dagin
vóru
fleiri bátar á Norðhavin
um við snellu, og bátar
vóru eisini vestan fyri og
sunnan fyri við snellu.
Sosialurin skifti leyg
arkvøldið orð við mann,
sum um morgunin var
farin heilt úr Skopun,
norður ígjøgnum Hest
fjørð og síðan norður
gjøgnum
Vestmanna
sund – og norðurum.
Hóast nógv sigling var
henda útróðrardag, til
maðurin klokkan 19 um
kvøldið var aftur í Skop
un, eydnaðist dagurin á
Norðhavinum
kortini
rímiliga væl.
- Eg fekk 1200 pund,
men eg havi skilt, at tað
vóru útróðrarmenn, ið
brúktu minni tíð til sigl
ing enn eg, sum høvdu
millum 2200 og 2400
pund, sigur hann.
Útróðrarmaðurin helt
tað vera væl hugsandi, at
onkur hevði fingið væl
meira av snellufiski leyg
ardagin, tí sjálvur hevði
hann ikki skift orð við so
nógvar útróðrarmenn á
degnum.
Eisini aðrastaðni
Tað er serliga norðan
fyri, at snellufiskur hev
ur verið at fingið í sein
astuni, og tað eru útróðr
armenn, sum longu nú
hava gjørt heilt góðar
túrar, tó at februar bara
stívliga er hálvrunnin.
Men, tað er ikki bara á
Norðhavinum, at menn
hava fingið fisk.
Leygardagin fingu eis
ini bátar av Sandi væl av
fiski, og sama var við bát
um
úr
Vágum,
sum
henda dagin høvdu óføra
góða veiði.
Øll starvsfólk, sum
eru sett í starv meira
enn ein mánaða og sum
í miðal arbeiða meira
enn 8 tímar um vikuna,
skulu hava eitt
setanarprógv, sigur
Vinnuhúsið.
Fær spælipláss
fyri 1,4 miljónir
- Spæliplássið liggur væl
fyri miðskeiðis í býnum,
siga tey á Tvøroyri
Vilmund Jacobsen
Spæliplássið, sum Tvøroyr
ar kommuna samtykti í
fjør, er nú so smátt byrjað
at taka skap, og plaser
ingin er á økinum oman
fyri Posta/Bank Nordik
bygningin.
Arbeiðsmenn hjá Tvør
oyrar kommunu hava í
seinastuni hampað und
irlagið, har spæliplássið
kemur at verða.
Í fjør vórðu 400.000
krónur settar av, og í 2019
er ein miljón krónur sett
ar av til spæliplássið.
- Spæliplássið liggur
frálíka væl fyri miðskeið
is í býnum og fer vónandi
at vera til stóra gleði hjá
børnunum. Her verður
ymiskt til bæði stór og
smá, eitt nú trampolinir,
skreiðibreyt, klatrivegg
ur og annað.
- Undirlagið á spæli
plássinum er úr gummi
og verður sera gott at
ganga/spæla á, siga tey í
Tvøroyrar kommunu.
240.000
krónur til
sjúk børn
Vilmund Jacobsen
Seinasta leygarkvøld
var árliga gallaveistlan
hjá Team Rynkeby
Føroyar hildin á Hotel
Føroyum – við góðum
mati, góðum undirhaldi
og einastandandi
tænastu, sum Rynkeby
Føroyar súkklarar og
hjálparfólk veittu.
- Gallaveitslan er ein
liður í innsavningini av
peningi hjá Team Rynkeby
Føroyar til frama fyri
børn við álvarsligum
hjarta og lungasjúkum
og krabbameini.
Krabbameinsfelagið veit
í dag at siga, at kvøldið
endaði við, at Tummas
Láadal frá Hotel Føroyum
handaði Team Rynkeby
Føroyum innkomna
peningin frá gallaveitsluni
á 240.000 krónur.
Næstforkvinnan í
Krabbameinsfelagnum,
Sonja Nielsen, helt røðu
á veitsluni, og røðan
kann lesast í fullum
orðaljóði um heimasíðuna
www.krabbamein.fo
Í røðu síni reisti Sonja
Nielsen spurningin,
hvat øll, sum vóru við
til galladøgurðan hetta
kvøldið, hava til felags.
- Jú, endamálið er at
savna pening inn til
álvarsliga sjúk børn.
Vælgerð er felagsnevnarin
- at gera okkurt, sum
gevur meining, at gera
mun, hjálpa og veita
umsorgan til treingjandi.
Sonja Nielsen helt
fyri, at tað er íborðið
okkum menniskju at
hava umsorgan fyri
okkara næsta - og at
vera medmenniskjalig.
- Í hesum sambandi
verið eg mint á etisku
leiðreglurnar hjá
sjúkrarøktarfrøðingum,
ið lýsa tað grundarlag,
sum allar handlingar
í sjúkrarøktini skulu
byggja á og sum her
kunnu hjálpa mær at seta
orð á tann felags anda,
hugburð og mentan, sum
er millum fólkið her.
Hon legði aftrat, at
grundarlagið fyri øllum
vælgerðandi handlingum
er virðingin fyri lívinum og
tignini, sum er í hvørjum
einstøkum menniskja.
vilmund@sosialurin.fo
PARKERING: Hvar
ber til at parkera í
miðbýnum í Havn, og
hvussu leingi kanst tú
parkera? Tórshavnar
kommuna hevur
lagt eitt talgilt kort
út á torshavn.fo,
har tú sært allar
parkeringsbásarnar
í kommununi.
Myndin, sum er tikin á Norðhavinum, er tilvildarlig