mánadagur 18. februar 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 18. februar 2019 · Nr. 20
TÍÐINDI
LARMUR Tað er ikki burðardygt at gera skipanir, so
at skip fáa streym úr landi. Tað er dýrt, og tað er
stórur vandi fyri, at pengarnir eru burturspiltir. Tað er
niðurstøðan í eini kanning hjá Tórshavnar Havn
Áki Bertholdsen
Tað ber til, at lata skip, sum
liggja við bryggju, streym úr
landi. Men tað er so dýrt, at tað
loysir seg ikki.
Tað er niðurstøðan í eini
umfatandi kanning hjá Tórs
havnar Havn.
Fólk hava gramt seg um, at
skip, sum liggja við bryggju,
larma so illa, at tey hava ampa
av tí. Tey hava eisini gramt seg
um, at skipini rúka so illa, at
tað er ein bági. Serliga hava tey
gramt seg um, at tey fáa ikki
náttarfrið fyri skipum, sum
liggja og landa og lossa, tí tey
larma so illa, at tað er ikki sov
andi.
Hetta nívir tey so fast, at tey
hava
stovnað
áhugafelagið,
Heimafriður, við tí endamáli
at fáa myndugleikarnar at
bøta um støðuna.
Serliga hava tey tosað um,
at fáa Kommunu at seta skip
anir upp, soleiðis at skipini
kunnu fáa streym í landi.
Nøkur av teimum, sum hava
gjørt vart við seg, eru fólk í
Kollafirði, har stórar Havnir
eru báðu megin fjørðin, og har
nógv virksemi er av lossing
landing, bæði í samband við
farmaflutning, og í samband
við uppsjóvarvirkið hjá Faroe
Pelagic.
Dýrt at gera og dýrt at reka
Men nú vísa kanningar hjá
Tórshavnar Havn, at talan er
um eina rættiliga stóra íløgu,
sum ikki á nakran hátt er burð
ardygg.
Hinvegin
staðfestir
Jón
svein Lamhauge, havnarmeist
ari í Havn, at samanumtikið er
tað ein politiskur spurningur,
um nakað fer at verða gjørt
við hetta, ella ikki.
Men hann vísir á, at Tórs
havnar
Havn
hevur
gjørt
eitt umfatandi og nágreiniligt
arbeiði fyri at lýsa trupulleik
an, og fyri at kanna um tað ber
til at gera skipanir, soleiðis at
skipini kunnu fáa streym úr
landi.
Hann sigur, at úrslitið av
kanningunum er, at tað ber
til at lata skipini fáa streym úr
landi.
Men hann leggur afturat, at
tað er so mikið dýrt, at tað er
ikki ein íløga, sum er burðar
dygg.
Hann sigur, at í fyrsta lagi
eru er sjálv íløgan rættiliga
stór. Í øðrum lagi er tað dýrt at
reka, tí tað fer at kosta Tórs
havnar Havn – ella skipunum
– milliónir um árið.
Í triðja lagi eru tað bara
nøkur heilt fá skip, sum hava
útgerð umborð til at taka
streym úr landi.
Og havnarmeistarin sigur,
at eftir at tey hava spurt seg
fyri, eru smá útlit fyri, at út
lendsk skip fara at brúka peng
ar upp á at fáa slíka útgerð
umborð, sum tey bara skulu
brúka í einari havn, sum tey
sigla upp á bara onkuntíð inn
ímillum.
Hinvegin hava tey í Tórs
havnar Havn heldur ikki fingið
greið svar frá føroyskum reið
arum um teir eru sinnaðir at
fáa sær slíka útgerð – í hvussu
so um tað ikki verður eitt bein
leiðis lógarkrav.
– Verður tað ikki álagt við
lóg, at skip skulu hava útgerð
til at taka ímóti streymi úr
landi, og at havnir skulu levera
skipunum streym, verður tað
ógvuliga torført, fyri ikki at
siga heilt ómøguligt, at fáa
eina slíka skipan á føtur, sigur
Jónsvein Lamhauge.
Onkur av reiðarunum seta
eisini sum treyt, at tað skal
ikki vera ein eykaútreiðsla hjá
skipunum, og at fólk á landi
skal standa fyri arbeiðnum at
binsa skipið í landstreymin.
Hann sigur, at sostatt er tað
óvist, hvussu nógv skip fara at
brúka eina slíka skipan og at
keypa sær landstreym um
borð, heldur enn at gera sín
egna streym.
Ikki burðardygt
Men havnarmeistain leggur
afturat, at hóast tað verður
ásett við lóg, broytir tað ikki
tann veruleika, at hetta verður
so stór útreiðsla –bæði til íløg
ur og rakstur– at fíggjarliga er
tað ikki burðardygt.
Um tað so er umhvørvisliga
burðardygt,
er
ein
annar
spurningur, sum eisini er eitt
sindur ivasamur, í hvussu so
er í løtuni, tí tað nógvur av
streyminum, skipini skulu fáa,
verður frá tungolju, og hon
dálkar eisini. Hinvegin arbeið
ir SEV miðvíst við at útbyggja
grønu orkuna, so tað rokni
stykkið fer at batna alsamt
sum árini ganga.
Leysliga mett kostar umleið
eina hálva millión at gera tað,
sum skal gerast umborð á
skipunum fyri at tey kunnu
taka ímóti streymi úr landi.
– Men tað er nógv tann
minsti parturin av trupulleik
anum, tí tað, sum skal gerast á
landið, er nógv meiri umfat
andi. Á Landi skal streymur
leiðast oman á bryggjuna í ein
transformara.
Streymurin er 50 herz, men
skipini brúka 60 herz, og tí má
streymurin gerast um á bryggj
uni fyri at skipini kunnu
brúka hann.
Síðani skulu káplar leggjast
av bryggjuni, umborð á skip
unum, og har krevst bæði ein
kápultrumla og krani, tí kápul
in er tungur, hann vigar nevni
liga 10 kilo fyri hvønn metur,
so hann er ikki mannbærur.
Og eitt skip, sum brúkar
nógvan streym í sambandi við
lossing og landing, umframt til
køling og frystarí, skal kanska
hava fýra káplar umborð.
Men harafturat skal ein
skipan við landstreymi eisini
hava nokk av orku, og að merk
ir, at tað má eisini vera nokk av
landstreymi til skipið, tá ið
kranar, frystarí, og annars
allar skipanirnar umborð eru í
gongd í sambandi við lossing
og landi.
Og ein skipan við land
streymi
skal
eisini
vera
hundrað prosent støðug, og
tað er eisini eitt krav frá skip
unum, at tey skulu kunna
kopla landstreymin til, uttan
at noyðast at sløkkja umborð
fyrst, tí hendir tað, skal tíð og
orka brúkast til at fáa allar
skipanirnar umborð stillaðar
aftur.
Samstundis skal tryggjast,
at útbúnaður og káplar ikki
liggja á bryggjuni, tí tað er ein
TAÐ LOYSIR SEG
BØTA UM TRUPU
Soleiðis kann ein skipan við landstreymi til skip, síggja út. Streymurin kemur frá Sev, í ein umformara
á landi, haðani liggja káplar á eia kápultrumlu, har krani hivar káplarnar umborð. Umborð verða
káplarnir knýttir í eitt elskáp, haðani teir fara í eltalvuna og síðani runt í skipinum, har brúk er fyri tí.
Tað er ikki ein
íløga, sum er
burðardygg