Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. februar 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 18. februar 2019 · Nr. 20 TÍÐINDI forðing fyri at fáa arbeiðið at ganga, og tað er eisini brot á altjóða trygdarreglur. 18 milliónir – til hvørja havn Kanningin hjá Tórshavnar Havn vísir, at ein rættiliga av­ markað skipan við landstreymi við tveimum støðum, men har bara eitt skip kann binda í ísenn, hevði kostað 9,4 milli­ón­ ir, umframt at tað fer at kosta slakar 400.000 krónur um árið at halda eina slíka skipan. Og fæst streymurin frá Sev fyri tann prísin, vinnuvirki keypa hann fyri, sum er 1,20 krón­ur fyri kilowattið, kann streym­urin sostatt seljast skip­un­um aftur fyri slakar tvær krónur fyri kilowattið. Men tá er fortreytin, at minst 2,2 milliónir kilowatt verða seld um árið, tað eru 43 pro­sent av kapasitetinum. Men verða tað færri skip, sum fara at brúka skipanina, kann prísurin skjótt koma upp um fýra krónur fyri hvørt kilo­ watt.  Skulu skipini hinvegin bara rinda fyri sjálvan streymin, og ikki fyri íløguna, fer streym­ur­ in at kosta runt rokna 1,55  krónur hjá skipunum at keypa. Men tá er einki sett av til rakstrarútreiðslur, røkt og sjálva íløguna. Hetta merkir, at longu frá tí at kontaktin verður tendrað, er talan um eitt stórt hall hjá skip­unum, leggur hann aftur­ at. Hinvegin vísir kanningin eis­ini, at skulu vit hava eina muna­góða skipan við land­ streymi, verður talan um eina íløgu upp á einar 18,5 milliónir krón­ur – til hvørja havn, men tá er talan um eina rættiliga góða skipan, har trý skip kunnu binda í ísenn. –  Hetta er tað, sum krevst fyri at fáa nøkunlunda vissu fyri, at trupulleikin verður loyst­ur, sigur hann Hann sigur, at skal tað gera nakran mun fyri larm, at skipini fáa streym úr landi, er neyð­ugt at hava útbúnað til landstreym til øll skipini, sum liggja við bryggju. – Tvey skip larma ikki tvær ferðir so illa, sum eitt. Liggja tvey skip við bryggju, er tað sostatt nyttuleyst bara at hava land­streym til annað skipið, tí tað loysir ikki trupulleikan at eitt skip liggur eftir við mot­or­ un­um gangandi.  Ikki góðar vónir Men eitt er, at íløgan á landi er rættiliga stór. Eitt annað er, at tað er eisini rættiliga dýrt at gera streymin. Tískil er tað eis­ ini ein spurningur, hvussu nógv ein slík skipan í roynd og veru fer at verða brúkt, og um ein stórur partur av íløguni ikki verður til fánýtis.   Taka vit, eitt skip, sum brúk­ar 600 kilowatt, kostar tað skipinum einar 20.000 krón­ur um dagin at gera sín egna streym umborð, men skal tað taka streym úr landi, hevði tað kostað góðar 22.00 krónur, og tað er bara prísurin fyri sjálv­an streymin, tí útreiðslur fyri rakstur, røkt og íløgur, er ikki tikin við. Skuldi alt tað verið tikið við eisini, hevði tað kosta 58.000 krónur. Og havnameistarin í Havn hev­ur ikki stórar vónir um at fáa reiðarar at góðtaka tað, tá ið teir kunnu sjálvi kunnu gera sín egna streym umborð fyri, runt roknað 1,25 krónur fyri hvørt kilowatt. Verður tað eitt krav at øll skip skulu kunna taka land­ streym, fer tað eisini at av­ marka úrvalið av skipum, sum sleppa higar at lassa og lossa, og tað fer eisini at ávirka prís­ in og gera føroyska vinnu minni kappingarføra.  Skulu vit fáa eina skipan við landstreymi í Føroyum, verð­ur sostatt eisini neyðugt við eini studningsskipan til Fáa almennan stuðul til næstan allar útreiðsl­ urnar Í Noregi eru tey rættilig frammaliga, hvat land­ streymi viðvíkur, tí tað eru fleiri havnir, sum kunnu veita landstreym. Í kanningini hjá Tórs­ havnar Havn verður víst á, at í Noregi vóru trupul­ leikarnir, og ivamálini tey somu, sum í Føroyum. Men so tók norski staturin av­ leiðingarnar av støðuni, og setti ein grunn á stovn, sum letur havnum íløgu­ stuðul til at gera skipanir við landstreymi. Upprunaliga læt stat­ur­ in stuðul til alla íløguna, men nú er stuðulin 75 pro­ sent av íløguni. Tilsamans hevur stuð­ ul­in úr grunninum verið góðar 500 milliónir norsk­ ar krónur hesi seinastu tvey, trý árini. Í Noregi hava tey eisini gjørt av, at skipini skulu fáa streymin fyri eina krón­ur, so tað er ein vinn­ ing­ur fyri skipið at binda í landstreym.  Hetta ber til, tí í Noregi kostar streym­ ur­in annars umleið 70 oyru fyri kilowatti at keypa. Í Norðhavnini í Keyp­ mannahavn hava tey eisini havt ætlanir um at útvega skipum streym úr landi. Men ætlanin varð slept, tí íløgan er so stór og óvissan er so stór, at tað stendur ikki mát við hvørt annað. Eitt nú var óvissa um, hvussu nógv skip fóru at binda í, og sostatt, hvussu nógvan streym, tey sluppu av við. G IKKI AT ULLEIKAN Skal tað gera nakran mun, er tað neyðugt, at øll skipini, sum liggja við bryggju, kunnu fáa streym úr landi. Liggja tvey skip við bryggju, er tað sostatt nyttuleyst bara at hava landstreym til annað skipið, sigur havnarmeistarin í Havn Í øðrum lagi er tað dýrt at reka, tí tað fer at kosta Tórshavnar Havn – ella skipunum – milliónir um árið Hetta er tað, sum krevst fyri at fáa nøkunlunda vissu fyri, at trupulleikin verður loystur íløg­una, umframt at skipini helst mugu fáa stuðul til at taka ímóti streyminum. – Annars fáast endarnir ikki at røkka saman, hvørki sjálv íløgan, ella prísurin, streym­ urin kann seljast fyri, tí bara útreiðslurnar hjá skipunum til at keypa streymin, kann verða nøkur tíggjutúsund um sam­ døgurið fyri hvørt skipið, sigur havnarmeistarin.