mánadagur 18. februar 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 18. februar 2019 · Nr. 20
TÍÐINDI
Ringt at siga
hvussu illa
skipini larma
LJÓÐKANNING. Tað sær út til, at tað eru ikki skip,
men bilar, sum koyra ígjøgnum Kollafjørð, sum
eru størsta keldan til óljóð, vísir ein ljóðkanning
Áki Bertholdsen
Tað ringt at staðfesta, hvussu
nógv av larmi stavar frá skip
um, og hvussu nógv av larmi
stavar frá ferðslu.
Tað er ein niðurstøða í eini
ljóðkanning, sum Tórshavnar
Havn
og
Umhvørvisstovan
stóðu fyri í fjør.
Tað var Steingrund Akustik,
sum stóð fyri arbeiðinum, har
málingar vórðu gjørdar í tveir
mánaðir frá 2. august til 2.
oktober.
Fólk í Kollafirði hava gramt
seg um, at skipini, sum liggja
við bryggju, larma so illa, at
tey hava ampa av tí. Og enda
málið við kanningini var at
lýsa trupulleikan fyri at vita,
hvussu nógvan larm, skipini í
roynd og veru elva til.
Kanningarnar mugu gerast
um summarið, tá ið veðrið er
gott, tí annars verður úrslitið
misvísandi av larmi frá veðri
og vindi. Í hesum sambandi
vórðu seks mátistøðir settar
upp ymsastaðni á Signabø og á
Langasandi í Kollafirði.
Umframt hesar mátistøðir
nar, vórðu kanningar eisini
gjørdar tá ið ymisk skip lógu
við bryggju.
Á markinum – og yvir
Av tí at talan er um ómannaða
máting, ber illa til at isolera
ljóðsstøðið frá skipum ella
ferðslu, og hyggja eftir tí hvør
sær. Tí er tað eisini trupult at
koma til nakrar beinleiðis nið
urstøður, um hvussu virk
semið á havnarøkinum ávirkar
ljóðsstøðið á Signabø.
Men kanningin vísir, at í
miðal er larmurin ímillum 43
desibel 53 desibel á Signabø og
millum í 60 og 69 desibel á
Langasandi.
Á Signabø er larmurin so
statt umleið á markinum, ella
beint undir markinum, í til
mælunum frá WHO fyri ljóð
frá ferðslu.
Hámarkið hjá WHO um ljóð
frá ferðslu er 53 desibel sum
heild um samdøgurið, men um
náttina er tað 45 desibel. Men
ein partur av larminum á
Signabø
stavar
eisini
frá
ferðslu, staðfestir kanningin.
Hinvegin er larmurin á
Langasandi væl oman fyri
somu tilmælini hjá WHO.
Men í hesum sambandi verð
ur eisini víst á, at tað sær út til,
at tað mesta av larminum á
Langasandi er frá bilum, sum
koyra framvið. Haraftur ímóti
er tey á Langasandi lítið og
einki ávirkað av larmi frá skip
um.
– So í hesum sambandi ger
tað lítlan mun um skip fáa
streym í landi ella ikki. Og tað
merkir eisini, at tað vinning
urin av at gera eina skipan við
landstreymi, er rættiliga av
markað, sigur Jónsvein Lam
hauge, havnameistari í Havn.
Hinvegin vísti kanningin
eisini, at ljóð við lágum fre
kvensi kann vera ein trupul
leiki í timburhúsum á Signabø.
Fyri at nevna eitt dømi um,
hvussu nógvur larmur, talan
er um, kann leggjast afturat, at
vanlig samrøða ímillum fólk,
er eini 60 desibel, og ljóðið frá
einum persónbili sum kemur
koyrandi undir vanligum um
støðum, er eini 70 desibel.
Sama tal á skipum
Samstundis vísir kanningin á,
at í 2018 var virksemið á havn
arløgunum í Kollafirði á leið
tað sama, sum árini framman
undan.
Tó vóru nógv fleiri uppi
sjóvarskip á Kollafirði 2017 enn
í 2016 og 2018, men tað var helst
tí, at uppsjóvarvirkið hjá Varð
anum á Tvøroyri brann í grund
og tók sostatt ikki ímóti fiski.
Avleiðingin av tí var so eisini
tann, at tað vóru heldur fleiri
farmaskip í Kollafirði í 2017
enn tað vóru árini framman
undan.
Tilsamans vóru 92 skip í
Kollafirði í august og í sept
ember í 2016 og 80 skip í 2018,
tá ið kanningin varð gjørd.
Men í 2017 vóru 130 skip í
Kollafirði í august og í sept
ember. Av teimum vóru 26 stór
bingjuskip og farmaskip, útvið
20 uppsjóvarskip. Men í august
og í september í 2017 vóru 33
uppsjóvarskip í Kollafirði.
Tilsamans vóru vóru skip
annars 240 ferðir í Kollafirði í
2016.
Fólk noyðast at góðtaka
at tey ikki fáa náttarfrið
OV DÝRT Sum støðan er nú, er tað ov dýrt at geva skipum
streym úr landsi, soleiðis ar tey ikki larma, staðfestir Bogi
Andreasen, formaður í vinnunevndini hjá Tórshavnar Býráð
Áki Bertholdsen
Tey, sum hava trupulleikar av,
at skipa liggja við bryggju og
larma, skulu ikki gera sær
nakrar vónir um, at trupulleik
in verður loystur.
Sum vit skriva í aðrari grein,
er tað so dýrt at gera eina
effektiva skipan, har skip fáa
streym úr landi, at fíggjarliga
er tað ikki burðardygt. Sam
stundis verður streymurin so
dýrur at fáa úr landi, at skipini
kunnu gera hann nógv bíligari
sjálvi.
Men í roynd og veru er tað
ein politisk avgerð, hvat skal
henda á økinum. Og Bogi
Andreasen sigur púra greitt, at
í løtuni eru ongar ætlanir um
at brúka so nógvar pengar upp
á at koma hesum trupulleik
anum til lívs.
– Talan má vera um eina
skipan, sum eisini loysir seg
fyri skipini og íløgan má eisini
vera
burðardyggari,
sigur
hann.
Hann sigur, at tað verður
neyðugt at finna aðrar – og bí
ligari – mátar at loysa trupul
leikan upp á. Men hann viður
kennur samstundis, at hann
hevur onga sum helst hóming
av, hvørjar hesar alternativu
loysnirnar kunnu vera.
Hinvegin sigur hann, at
menningin á økinum er stór,
at hann væntar, at okkurt
vísir seg um ikki alt ov langa
tíð.
Hann ivast eisini í, hvussu
væl ein skipan við landstreymi
hjálpir upp á trupulleikan, tí
ljóðkanningin vísir, at nógv av
larminum stavar frá ferðslu.
Einki bann
Harafturat
staðfestir
Bogi
Andreasen eisini, at tey fara
ikki at banna skipum, sum ikki
kunnu taka ímóti streymi úr
landi, at leggja at bryggju í
Tórshavnar kommunu.
Hann sigur, at skal ein slík
skipan ikki vera kappingarav
lagandi, verður tað neyðugt at
fáa felags reglur fyri alt landi
um hesi viðurskifti, og tískil er
tað ein landsuppgáva at gera
reglurnar á hesum øki.
Bogi Andreasen sigur ann
ars, at nú eystara bryggja í
Tórshavnar Havn verður bygt
út, verður lagt upp fyri, at
skipanir verða settar upp, so
leiðis at tey kunnu fáa streym
úr landi. Annars heldur for
maðurin í Vinnunevndini hjá
Tórshavnar Býráð, at tað er
ikki nógv at gera við støðuna,
sum er, men í framtíðar byggi
ætlanum eiga slík havnaløg at
verða løgd uttan fyri bygd øki.
– Vit mugu fáa eina bíligari loysn, heldur Bogi Andreasen,
formaður í Vinnunevndini í Tórshavnar Býráð
Ikki allur larmurin stavar frá skipum, sum liggja við bryggju, tí bilarnir,
sum koyra ígjøgnum Kollafjørð, larma eisini illa, vísir ein kanning