mánadagur 18. februar 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 18. februar 2019 · Nr. 20
TÍÐINDI
Pápi fekk treytaðan dóm
fyri at heinta sonin
Uttan at boða mammuni frá, fór pápin heim til hennara
eftir soninum og tók hann við sær at vitja familju.
Dómarin gav honum 20 dagar treytaða fongsul, tí at hann
ikki hevur foreldramyndugleika yvir dreinginum.
Danjal av Rana
Ein 51 ára gamal maður bleiv í
Føroya rætti dømdur fyri at
taka
foreldramyndugleikan
frá mammuni.
Ein várdag í fjør fór ein pápi
við soninum at vitja familju.
Teir vitjaðu millum annað
ommuna at dreininginum og
langabbabeiggjan,
umframt
nakrar vinmenn hjá pápanum.
Teir vóru burtur í ein góðan
tíma. Ein púra vanligur dagur
hjá teimum flestu, men í hes
um
førinum
var
ein
trupulleiki. Pápin hevði ikki
boðað mammuni frá, at hann
fór við dreinginum, ei heldur
hevði
hann
for
eldramyndugleika.
Teir báðir hava lítið og einki
samband havt mongu seinastu
árini, síðani pápin og mamman
fór hvør frá øðrum. Foreldrini
bæði hava heldur ikki serligt
samband við hvønn annan
longur, og mamman noktar
bart út at taka telefonina, tá
pápin ringir.
Hendan dagin saknaði páp
in dreingin, greiddi hann frá.
Tí valdi hann at fara eftir
dreinginum. Pápin greiddi í
rættinum frá, at hann hevði
ringt til mammuna, men hon
tók ikki telefonina. Tí fór hann
heim til hennara.
Har var bara sonurin heima,
so hann tók hann við sær, og
saman fóru teir at vitja familju
hansara.
Tey bæði vóru ikki gift, tá
drongurin bleiv føddur og fóru
frá hvørjum øðrum stutt eftir.
Tí hevur pápin ongantíð havt
foreldramyndugleikan. Hann
greiddi í rættinum frá, at hann
sá sjáldan sonin, sum tí hevði
lítið og einki samband við sína
síðu av familjuni. Hetta vildi
hann royna at rætta eitt sindur
upp á. Hann hevur gjørt eina
roynd hjá ríkisumboðnum at
fáa eina avtalu við mammuna
í lag, so at hann kann hitta
sonin av og á. Hendan avtalan
datt tó niðurfyri og mamman
hevur framvegis fullan for
eldramyndugleika.
Pápin
førdi
í
rættinum
fram, at hann ongar ætlanir
hevði um at varðveita dreingin,
men sjálvandi skuldi fara heim
aftur við honum. Hann minti
rættin á, at eingin avgerð fyri
liggur, sum sigur, at hann einki
samband má hava við dreingin.
Tá drongurin hevði verið
við pápanum í ein góðan tíma,
kom stórasystir hansara eftir
honum. Hon hevði tá fingið
frænir av, hvat pápin hevði
gjørt og hevði fortalt mammu
síni, hvat var hent. Mamman
hevði tá biðið hana fara eftir
soninum.
Drongurin sjálvur greiddi
frá, at hann ikki hevði hug at
fara við pápanum, tí hann
ivaðist ikki í, at pápin hevði
drukkið. Hann greiddi frá, at
hann fleiri ferðir spurdi pápan,
um teir ikki kundu fara heim
aftur, men pápin bleiv við at
taka hann víðari við sær at
vitja onnur fólk. Hann var sera
fegin, tá stórasystirin kom eft
ir honum, tí satt at siga var
hann eitt sindur bangin, greiddi
drongurin frá.
Mamman sigur, at hon ótt
aðist, hvat kundi henda, tí
sambært henni, so hevur páp
in onkuntíð fyrr, tá hann hev
ur havt dreingin á vitjan,
noktað at avlevera hann aftur.
Mamman greiddi frá, at hon
fekk
ein
skelkaðan
drong
heimaftur hendan dagin.
Ákærin helt, at hetta var
eitt greitt dømi um, at ein pápi
fer eftir einum barnið, sum
hann
ikki
hevur
foreldra
myndugleika at. Í ein góðan
tíma visti mamman ikki, hvar
sonur hennara var, segði ákær
in. Hon vísti eisini á, at drong
urin greiddi frá, at hann ikki
ynskti at fara við pápanum,
umframt at mamman segði, at
pápin fyrr hevði noktað av av
levera dreingin aftur.
Verjin hjá manninum legði
dent á, at hóast maðurin ikki
hevur foreldramyndugleikan,
so er hetta ikki nakað, sum
beinleiðis er tikin frá honum.
Her er talan um ein pápa, sum
hevði hug at síggja sonin, og
sum eingin sigur, at hann ikki
hevur lov til. Hann vísti á, at
teir báðir hava verið saman av
og á, so heldur ikki mamman
hevur havt nakað ímóti, at teir
hittast. Gott nokk visti mamm
an ikki, hvar sonurin var, men
hon greiddi sjálv frá, at hon
helt, at hann spældi við nakrar
vinmenn, so óttin hevur ikki
verið so stórur, helt verjin.
Verjin helt eisini, at alt málið
hevði
verið
óneyðugt,
um
mamman bara tók telefonina,
tá pápin ringdi.
Dómarin gav manninum ein
20 daga treytaðan fongsuls
dóm. Hon segði stutt og greitt,
at pápin visti, at hann ikki
hevði foreldramyndugleikan,
umframt at hann ikki hevði
nakra avtalu við mammuna
um, at hann bara kundi heinta
drongin soleiðis. Um maðurin
vil síggja meiri til dreingin, so
má hann venda sær til rætta
myndugleikan, so at hann og
mamman kunnu semjast um
eina avtalu, segði dómarin.
Dømd fyri at
senda myndir
á Snapchat
Ein ung genta bleiv í Føroya
rætti dømd fyri blúnisbrot.
Hon bleiv dømd fyri at hava
deild ónærisligar, telduvið
gjørdar myndir av einari
aðrari ungari gentu umvegis
talgilda miðilin Snapchat.
Ein dagin stovnaði gentan
ein nýggjan vanga á Snap
chat og brúkti hann til at
deila ónærisligu myndirnar
og stutt boð. Hon fann ym
iskar ónærisligar myndir á
netinum, og setti síðani and
litið á eini aðrari gentu inn í
myndina. Nýggju, tilgjørdu
myndina sendi hon so víðari
til ymisk fólk á Snapchat,
sum báðar genturnar kendu
úr skúlanum, sum tær gingu
á. Hon sendi eisini fleiri
stutt, ónærislig boð, har hon
leyg um, hvat hin gentan
skuldi havt gjørt.
Hon greiddi frá, at hon
var eitt sindur øvundsjúk
inn á gentuna, samstundis
sum at hon helt, at hin gent
an hevði oyðilagt nógv fyri
seg, og tí vildi hon hevna seg.
Hon angraði tó skjótt
gerðina, tá hon fekk eini boð
frá gentuni, har hon græt.
Myndirnar vóru tøkar á net
inum í eini 30 til 60 minuttir.
Dómarin valdi at døma
ungu kvinnuna sjey dagbøt
ur á 250 krónur, tilsamans
1750 krónur. Hon vísti á, at
slíkar myndir kundu fáa
ógvusligar og óætlaðar av
leiðingar, og tí var neyðugt
at døma gentuna. Vanliga
vildi
talan
verið
um
fongsulsrevsing, men orsaka
av
unga
aldrinum
hjá
gentuni og at myndirnar
ikki vóru av hinari gentuni
sjálvari, bara andliti hennara,
valdi dómarin at halda seg
til bøtur.