mánadagur 18. februar 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. februar 2019 · Nr. 20
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
HB vann VFF Cup. Finalu
dysturin endaði við javnleiki
2-2 aftaná 90 minuttir, og
vinnarin mátti finnast við
brotssparkskapping. Brynjar
Hløðversson legði HB á odda
tá 26 minuttir vóru farnir av
dystinum. Pætur Dam Jacob
sen javnaði fyri Skála í 55.
minutti. Søren B. Nielsen legði
Skála á odda tá 70 minuttir
vóru farnir av dystinum. Í 78.
minutti javnaði Ari Mohr Olsen
fyri HB. HB vann brotssparks
kappingina
3-2,
og
harvið
finaluna samanlagt 5-4.
Við á lið hjá HB var Andreas
Breimyr. Hann vandi við HB
í fyrr í vikuni, og hugt verður
nærri at um hann kann avloysa
Trónd Jensen, sum er illa
skaddur.
Andreas Breimyr kemur úr
triðjbestu deildini í Noreg, har
hann hevur spælt við Hødd
IL, sum á sinni hevði Rógva
Jacobsen í hópinum. 22 ára
gamli Andreas Breimyr hevur
ein part av fótbóltsuppvøkstri
num spælt við millum annað
Crystal Palace og Fulham. HB
royndi í farnu viku danska
áleyparan, Christoffer Denius,
men einki spurdist burturúr
royndarvenjingini.
NSÍ vann bronsu
NSÍ vann dystin um triðja
plássið móti EB/Streymi. Úrs
litið var 3-1. Tað var annars EB/
Streymur, sum kom á odda
við máli, sum Gestur B. Dam
skoraði. Men við tveimum
málum frá Jann Benjaminsen
og einum frá Jann Martin
Mortensen megnaði NSÍ at
venda dystinum og vinna.
Fyri EB/Streym kemur tað
illa stóri miðverjin, Andras
Olsen, ikki verður tøkur hetta
kappingarárið.
Hann
bleiv
illa skaddur í knænum, tá EB/
Streymur 1-0 á HB í seinasta
umfarinum í VFF-Cup.
-Eg visti beinanvegin at
hetta var ávarsligt. Eg havi
roynt tað fyrr í hinum knæn
um, sigur miðverjin, sum bleiv
tveittur fyri leyvurnar í bestu
deildini hjá EB/Streymi í 2015.
Sum skilst úr EB/Streymi,
so verður ikki leitað eftir
avloysara fyribils. Árni G. Olsen
er aftur í EB/Streymi, meðan
Petur Zachariassen helst verð
ur makkarin í miðverjuni.
Argjamenn vunnu á KÍ
Tríggjar ferðir javnaði KÍ ímóti
argjamonnum, men AB legði
seg á odda aftur hvørja ferð, og
tað endaði eisini við einum 4-3
sigri til AB, ið enntá brendi eitt
brotsspark. Í beinleiðis sam
røðu við FM1 segði fyrireikarin
av VFF-Cup, Frankie Jensen,
at tað sær ógvuliga gott út hjá
AB, ið vann dystin um fimta
plássið.
Millum málskjúttarnar vóru
Leivur Holm Joensen og Heri
H. Mohr, ið báðir eru nýggir í
felagnum. Argjamenn skoraðu
bara 16 mál í allari landskapp
ingini í fjør. Tí kemur tað væl
við
hjá
venjaranum
Sorin
Anghel, at liðið nú skorar fýra
mál í sama dysti.
B36 vann á Víkingi
B36 vann dystin ímóti Víkingi
um sjeynda plássið. Benjamin
Heinesen og Eli F. Nielsen
skoraðu málini. Bæði B36 og
Víkingur hava havt nógvar
spælarar á vøllinum í VFF-Cup,
FÓTBÓLTUR
VFF-Cup:
HB gjørdist vinnari av vetrarkappingini hjá
Venjarafelgnum. Á Tórsvølli vunnu teir
eftir brotssparks kapping móti Skála
HB VINNARI
EFTIR BROTS
SPARKS
KAPPING