Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-18, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. februar 2019síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 18. februar 2019 · Nr. 20 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 hevur vunnið tveir – báðar við látur­liga úrslitinum 18-17. Tí var sanniliga spenningur undan fyrru hálvfinaluni á Hálsi hóskvøldið. Men tað løgdu kyndils­menn lítið í. Eftir einir tíggju minuttir vóru leiktir setti Kyndil ferð á og tóktist at renna hoyvíkingarnar um koll við effektivum álopi og einari ørgrynnu av bjarginum frá Tórði Guttesen í málinum. Tá ið munurin var størstur var munurin níggju mál, og hálv­ leiksstøðan var 19-11 til Kyndil. Hetta var nakað heilt annað enn teir báðir ósigrarnir móti H71 í landskappingini. Í seinna hálvleiki lá nakað betri fyri hjá H71, og miðskeiðis í seinna hálvleiki tóktist veru­ ligur spenningur at koma aft­ur í dystin. Tá hevði Peter Krogh møguleikan at minka niður í trý mál á muni. Men stór­ skjúttin, ið annars tókist at vera hin einasti hoyvíkingurin, ið dugdi at skjóta mál hetta kvøld­ið, misnýtti royndina, og hesum tók Kyndil av. Kyndil økti upp aftur í sjey mál, og hóast H71 enn einaferð minkaði um munin niður í fýra, so tókt­ist dysturin aftur at javna seg við seks málum á muni, ið eisini var við dystarlok, tá ið mál­ talvan vísti 32-26 til Kyndil. H71 kom aftur, men fall Tí var sjálvsagt, at Kyndil var risastórur favorittur undan sein­na dystinum í Hoyvík sunnu­kvøldið. Undan dystinum hevði verið ró fram undir at Kyndil átti at stýra leikferðini mest møgu­ligt, og ikki seta bóltin í váða fyrr enn tað var neyðugt. Men Kyndil byrjaði við fullari ferð og legði seg á odda tíðliga í dystinum. Men H71 svaraði aftur, og eftir ein javnan hálv­ leik var støðan 14-13 til H71, ið merkti at Kyndil framvegis var á odda við fimm málum í savnaða roknskapinum. Men eftir lítlari løtu av seinna hálvleiki kundu kyndils­menn ikki ugga seg við hesum longur. Tá javnaði H71 savnaðu hálvfinalurnar við at leggja seg seks mál fram um. Nú vóru góð ráð dýr hjá Kyndli, men tey komu skjótt til vega. Kyndil slapp við skrekki­ num tá ið H71 hótti seg við at økja upp í sjey mál. Í staðin minkaði Kyndil við tveimum skjótum málum um munin, og dysturin tóktist at leggja seg við tí støðuni. H71 helt fram at royna, ofta við skjótum og skjótt avgreiddum álopum, men innskifti Lars Black stóð fyri ferð eftir ferð, og forðaði fyri at munurin gjørdist ov stór­ur aftur. Endin var at H71 vann dystin 27-24, men Kyndil spældi seg altso í finaluna við savnaða úrslitinum 56-53, og kann gleða seg til eina steypa­ finalu um Havnina móti Neistanum. sjurdur@sosialurin.fo HONDBÓLTUR KÍF – Neistin 25-25 (9-12) KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 11, Ási Dam 5, Borko Cupara 3, Atli L. Hammer 3, Niklas Reginsson 1, Teitur Joensen 1, Rúni Joensen 1 Neistin: Rasmus Søby 7, Høgni Zachariassen 4, Tróndur Kragesteen 3, Rune Olsen 3, Karl Martin Olsen 2, Pætur Mikkjalson 2, Tróndur Mikkelsen 2, Dánjal Ragnarsson 1, Jónsvein Dulavík 1 Neistin – KÍF 21-27 (14-9) Neistin: Høgni Zachariassen 6, Tróndur Kragesteen 5, Pætur Mikkjalsson 4, Tróndur Mikkelsen 3, Herbjørn Lava 3, Dánjal Ragnarsson 2, Rasmus Søby 2, Karl Martin Olsen 1, Rune Olsen 1 KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 6, Ási Dam 4, Poul Finnur Egholm 3, Borko Cupara 3, Teitur Joensen 2, Atli L. Hammer 1, Ásmundur Langgaard 1, Niklas Reginsson 1 Kyndil – H71 32-26 (19-11) Kyndil: Hjalti M. Jacobsen 9, Rógvi Dal Christiansen 5, Høgni K. Olsen 4, David Edvardsen 4, Bartal K. Olsen 3, Ólavur av F. Mittún 2, Tummas P. Hanusarson 2, Janus Jakobsen 1, John í Innistovu 1 H71: Peter Krogh 15, Hilmar Leon Jakobsen 3, Vilhelm Poulsen 3, Pætur Thomsen 3, Leivur Mortensen 1, Sigmundur Dahl 1 H71 – Kyndil 27-24 (14-13) Sosialurin hevur tíverri ikki málskjúttarnar úr hesum dysti Stjørnan – Kyndil 19-34 (9-18) Stjørnan: Mina Naomi L. Sirdal 6, Sonja Lava Sirdal 4, Jórun B. Nielsen 2, Katrin Bertholdsen 2, Kristina Poulsen 2, Monika Jacobsen 1, Tóra Eliasen 1 Kyndil: Marianna Geirsdóttir 10, Bára K. Hansen 7, Súna K. Hansen 5, Ásleyg Súnadóttir 4, Turið Arge 2, Sólja Poulsen 2, Halla Midjord 1, Beinta Bárðardóttir 1, Kyndil – Stjørnan 30-21 (14-6) Kyndil: Súna Krossteig Hansen 7, Turið Arge 6, Bjørt Krossteig 3, Bára Krossteig Hansen 3, Halla Midjord 2, Beinta Lindberg 2, Marianna Geirsdóttir 2, Eyðleyg Súnadóttir 2, Karin Midjord 1, Sólja Poulsen 1, Ásleyg Súnadóttir 1, Stjørnan: Tóra Eliasen 7, Katrin Bertholdsen 5, Sonja Sirdal 4, Kristina Poulsen 2, Marið Heimustovu 2, Óluva H. Joensen 1 H71 – VÍF 25-26 (16-14) H71: Marita Mortensen 9, Eva Barba Arge 5, Maria H. Weyhe 3, Durita Toftum Joensen 3, Guðrið á Borg 3, Sunniva Bogadóttir 1, Silja Sámalsdóttir 1, VÍF: Durita C. Jojic 6, Liljan Djurhuus 5, Kathe Frederiksen 4, Brynja Rógvadóttir 3, Randi Virgarsdóttir 3, Agnas Olsen 2, Daniella Joensen 1 VÍF-H71 27-21 (8-8) VÍF: Heidi Maria Akselsen 6, Durita C. Jojic 5, Daniella Joensen 4, Kathe Frederiksen 4, Agnas Olsen 4, Liljan Djurhuus 4 H71: Guðrið á Borg 7, Marita Mortensen 4, Maria H. Weyhe 4, Durita T. Joensen 3, Karin H. Simonsen 1, Annika F. Petersen 1, Eva Barba Arge 1 Faxe Kondi-kappingin – Kvinnur: Faxe Kondi-kappingin – Menn: Steypakappingin verður altíð leikt í Høllini á Hálsi, og spurn­ingurin er tí ofta uppi at venda um havnarfeløgini hava ein ávísan fyrimun av hesum. Í ár verður eingin tílíkur spurn­ingur hjá monnum, tí havnarfeløgini bæði, Kyndil og Neistin fara bæði at kenna seg á heimavølli kom­ andi leygardag. Hetta er fyrstu ferð síðani 2010 at vit síggja eina havnar­finalu hjá monn­ um. Í bæði 2009 og 2010 var steypa­finala millum havnar­ feløg­ini, og í báðum førum vann Neistin. Fyrru ferð við 27-26 eftir minniligan dyst, har Kyndil misnýtti brots­ kast í seinasta sekundi og seinnu ferð rættiliga greitt við 31-27. Fyrsta havnar­ finalan í níggju ár