Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-18, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. februar 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. februar 2019 · Nr. 20 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sjúrður Hildarson Hoydal Í vikuni vóru hálvfinalurnar í ársins steypakapping leiktar, og í øllum átta dystunum var spenn­ingur um, hvør fór at megna at spæla seg í ársins steypafinalur. Kortini vóru rímiliga greiðir favorittar í summum av dyst­ un­um, og kyndilskvinnur prógv­aðu í Klaksvík miku­ kvøld­ið, at hetta var ikki uttan orsøk. Heldur óvæntað stóð Stjørn­an sum mótstøðulið hjá Kyndli í hálvfinaluni, men Stjørn­an megnaði ikki at endur­taka bragdið, ið var framt móti Neistanum viku­ skift­ið frammanundan. Kyndil legði seg alt fyri eitt á odda, og steðgaði ikki á eina einastu løtu. Endin var ein knúsandi sigur upp á fimtan mál, sum ikki var hugsingur um, at Stjørn­an fór at taka aftur í sein­na dystinum. Tað er so­ leið­is at í hálvfinalunum er tað savnaði úrslitið eftir tveir dystir, ið ger av hvør spælir seg í finaluna, og eftir fyrra dystin móti Stjørnuni kundu kyndils­ fjeppar­ar longu gleða seg til steypa­finaluna, ið verður leikt leygar­dagin 23. februar. Kyndil nýtti seinna dystin at í fyrsta lagið spæla lykla­leikar­ arnar hjá sær heitar, og í seinna hálvleiki at geva teimum óroyndaru leikarunum leiktíð, tá ið savnaði sigurin var sligin fastur við sjeytummaseymi. VÍF í trupulleikum í Hoyvík Nógv størri spenningur var um hvør skuldi hitta Kyndil í steypa­finaluni. Hetta dyst­ aðust VÍF og H71 um. VÍF, ið er ráðandi greipu­ vinnari hjá kvinnum mundi eisini vera besta boðið upp á finaluluttakara, um tú spurdi tey uttanveltaðu, men sam­ stund­is mátti ásannast at júst VÍF og H71 hava spælt sera javnar dystir í landskappingini í ár. Og tað gjørdist sanniliga aftur ein javnur dystur í Hoy­ vík mikukvøldið. Liðini bæði skiftust at skjóta mál, og fyrstu løtuna av seinna hálv­ leiki var veruligur fjáltur á fje­ppar­unum úr Vestmanna, tí H71 legði seg fýra mál fram um. Men VÍF lat seg ikki skaka, og spældi seg rættiliga skjótt inn aftur í dystin. Tað eydn­aðist væl hjá VÍF at taka lyklaleikararnir hjá H71, Maritu Mortensen og Mariu H. Weyhe burtur úr spælinum, og tá ið tað samstundis eydn­ aðist bakkunum hjá VÍF at koma til møguleikar, so tókt­ ist dysturin at koppa aftur til vestmannakvinnur. Men H71 lat heldur ikki greipu­vinnar­ arnar renna undan. Seinastu longu løtuna skiftust liðini at skjóta mál, so at H71 fleiri ferðir javnaði, og fekk eisini møgu­leikan til hetta í seinasta sekundinum av dystinum. Tá fór Marita Mortensen at skjóta brotskast, men Viviann Petersen í vestmannamálinum bjargaði, so at hon og lið­felag­ ar­nir fingu eina leiðslu upp á eitt mál við til næsta dystin. Hoyvíkskvinnur settar upp á pláss at enda Havandi í huga lítla munin millum liðini hetta kapp­ingar­ árið, var skjótt at hugsa sær til at eina málið kundi gerast ein avgerandi fyrimunur, og eftir fyrra hálvleik av næsta dysti­ num mundi lítil ivi vera um hetta. Tá var støðan 8-8, eftir framúr avrik frá verju og mál­ verjum hjá báðum liðum. VÍF hótti við at renna undan eina løtu í fyrra hálvleiki, men H71 megnaði aftur at javna dystin út. Men í seinna hálvleiki – hinum fjórða í savnaða rokn­ skapi­num – eydnaðist tað loksins VÍF at renna undan ungu hoyvíkskvinnunum. Meðan VÍF og Viviann Peter­ sen hildu fram at forðað fyri í verju­støðu, so byrjaðu áleypar­ ar­nir hjá VÍF, undir leiðslu av Duritu C. Jojic, at fáa hol á H71. Munurin vaks skjótt og støðugt, og væl fyri leiklok var dysturin avgjørdur. Endin var ein greiður sigur upp á 27-21, og VÍF er enn einaferð í steypa­ finaluni, og hittir eins og í fjør Kyndil. Øgiligur spenningur í Kollafirði Í kappingini hjá monnum var KÍF nakað óvæntað komið í hálv­finaluna, og vildi prógva móti Neistanum at hetta ikki var óuppiborið. Og tað gjørdi KÍF sanniliga í fyrra dysti­num, ið var leiktur í Kollafirði hós­ kvøldið. Alt fyri eitt sást sjón fyri søgn at dygdirnar í før­ oyskum manshondbólti fyrst og fremst síggjast í verjustøðu, tí tað vóru tvær sera sterkar verjur í dystaðust, og tað kravdi nógv av áleyparunum at skjóta mál. Eftir 12-9 til Neistan í hálv­leikinum mundu tey flestu halda at Neistin dugdi best at loysa verjurnar upp, men álopið hjá KÍF fekk, við stórum íblástri frá Àsa Dam og Hans Eli Sigurbjørnsson, veruliga ferð á í seinna hálvleiki. Koll­firð­ ingar tóku leiðsluna, men Neistin javnaði dystin út aftur, og hvørt mál kendist sera avgerandi. Dysturin rullaði sum dyllukoppur seinastu løtur­nar. KÍF kom á odda 23- 21, men brádliga var støðan 23-24 til Neistan við minni enn trim­um minuttum eftir. Tá tók Hans Eli Sigurbjørnsson ábyrgd í álopinum, og við tveim­um málum á rað gjørdi hann støðuna til 25-24 til KÍF. Neistin hevði eina lítla løtu at svara aftur og hetta eydnaðist eisini tá ið Rasmus Søby setti eitt langskot í málið til endaliga úrs­litið 25-25, ið bar boð um hvussu spennandi dysturin hevði verið. Breiddin hjá Neistanum gjørdi munin Eftir hugtakandi fyrra dystin gleddu tey uttanveltaðu seg sanniliga til seinna dystin, men søgan gjørdist ikki hin sama hesa­ferð. Tíðliga í dystinum kom Neistin eini fýra mál fram um, og neistamenn vildu halda tamar­haldið á dystinum hesa­ ferð. Alt kappingarárið og eisini undan hesum dystinum hevur verið ført fram, at KÍF er sera viðbrekið fyri skaðum, og tað sást eisini sunnukvøldið. Rúni Joensen fekk eitt trýst í rivjabeinini longu í fyrra dysti­ num, og eftir eitt korter av seinna dystinum fekk hann aftur ein stoyt. Skaðin var so mikið ringur at ikki var hugs­ ing­ur um at spæla víðari, og KÍF misti ein avgerandi part av verjuni hjá sær. Um Rúni Joensen hevði munað ella ikki ber ikki til siga, men neistamenn hildu fram við sínum spælið, og bara øktu og øktu. Tá ið munurin var størstur, var hann tíggju mál eitt skifti í seinna hálvleiki. Bæði liðini skiftu nakað út, í einari ásannan av at dysturin var avgjørdur, og Neistin var í steypafinaluni við úrslitinum 27-21 í seinnu hálvfinaluni. Kyndil vant burtur úr H71 Hin hálvfinalan hjá monnum var kanska tann dysturin, ið var torførast at spáa um av øllum hálvfinalunum. Kyndil og H71 hava spælt tríggjar dystir í lands­kappingini, har Kyndil vann hin seinasta, meðan H71 HONDBÓLTUR Faxe Kondi-kappingin: HAVNAR­FINALA Í STEYPA­ KAPPINGINI Bæði menn og kvinnur Kyndils spældu seg í vikuni í finaluna í ársins Faxe Kondi-kapping. Ráðandi greipuvinnararnir úr VÍF vunnu seg eisini í kvinnufinaluna, meðan Neistin syrgdi fyri at mansfinalan verður eitt slag um Havnina