mánadagur 18. februar 2019síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 18. februar 2019 · Nr. 20
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FLOGBÓLTUR
Tróndur Arge
Badminton í Klaksvík var
fríggjadagin karmur um tær
fýra hálvfinalurnar í steypa
kappingini í flogbólti. Spælt
bleiv allan dagin og langt út á
kvøldið, áðrenn tað var greitt
at Mjølnir og Fleyr eru í steypa
finaluni hjá monnum, meðan
SÍ og Fleyr eru í finaluni hjá
kvinnum
Mjølnir og Fleyr
hjá monnum
Mjølnir vann fyrstu hálvfinalu
na í Klaksvík leygardagin við
einum 3-1 sigri á SÍ. Mjølnir
kom best frá byrjan og vann
fyrsta settið trygt 25-17, men SÍ
svaraði aftur og vann tað næsta
25-22. Men so vísti Mjølnir aftur
styrki sína og vann tey bæði
næstu settini. Settini endaðu
25-17, 22-25, 25-13 og 25-19.
Eftir at ÍF seinastu tveir
dystirnar í landskappingini
hevur vunnið 3-2 á Fleyr, var
tað vent í holuni í dag. Nú
var tað Fleyr, sum var omaná
við einum 3-1 sigri, í einum
sera jøvnum, væl spældum og
undirhaldandi dysti.
Annars var tað ÍF, sum kom
best frá byrjan og vann eitt sera
spennandi fyrsta sett heili 28-
26. Í øðrum setti var tað Fleyr,
sum hevði munin og vann 25-
20, áðrenn farið var undir tey
seinastu tvey jøvnu settini. Her
vann Fleyr bæði tey næstu sett
ini við minst møguligum muni
á tvey stig. Settini endaðu 25-23
og 26-24. Settini endaðu 26-28,
25-20, 25-23 og 26-24.
Sostatt verður tað Fleyr, sum
skal royna at koppa Mjølni í
steypafinaluni 2. mars. Higartil
hevur Mjølnir vunnið allar
sínar dystir í landskappingini,
men enn eru 14 dagar at fyri
reika seg til finalurnar.
SÍ og Fleyr hjá kvinnum
SÍ kvinnurnar vunnu hálv
finaluna við einum 3-2 sigri á
KÍF. SÍ kom best frá byrjan og
vann fyrsta settið 26-24, men
KÍF svaraði aftur og vann tað
næsta eisini við úrslitinum
26-24. Triðja settið var javnt
fram til umleið 13-13, men so
tók SÍ nøkur avgerðandi stig
og vann 25-18. Ikki varð roknað
við at KÍF kláraði at koma
afturíaftur, men tær spældu
sera væl í fjórða setti og vunnu
heil 25-15. Í fimta setti kom SÍ
best frá byrjan, og legði seg
á odda 5-0, men KÍF hálaði
seg upp á 5-6, tá SÍ tók
time-out.
SÍ kom so upp á 10-6,
og so gekk javnt á eina
løtu, har liðini skiftust
um at fáa stig, men endin
var at SÍ vann 15-10. Settini
endaðu 29-24, 24-26, 25-18, 15-
25 og 15-10.
Eisini í hinari hálvfinaluni
endaði tað við fimm settum.
Fimta settið endaði 15-12 til
Fleyr, eftir ein spennandi dyst
við góðum stemningi í høllini
og nógvum áskoðarum.
Mjølnir
vann
fyrsta
og
næsta settið, ávikavist 25-17 og
25-21, men so svaraði Fleyr aft
ur og vann tey bæði næstu
25-17 og 25-23.
Men javnbrótari mátti
til fyri at avgera dystin.
Fleyr kom á odda 5-0, men
tá liðini skiftu síðu var
støðan 8-7 til Fleyr – so alt
var opið. Fleyr-kvinnurnar
hildu fast og vunnu settið
15-12 og harvið dystin 3-2.
Settini endaðu 17-25, 21-25,
25-17, 25-23 og 15-12.
Steypafinalurnar verða 2.
mars í Høllini á Hálsi.
Steypaflogbóltur:
Fleyr er stóri vinnarin
Mjølnir og Fleyr eru í steypafinaluni hjá monnum, meðan SÍ og
Fleyr eru í finaluni hjá kvinnum. Tvær ferðir var talan um fimta
og avgernadi settið, tá finalistarnir skuldu finnast í Klaksvík