mánadagur 18. februar 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 18. februar 2019 · Nr. 20
KJAK
Yvirboðspolitikkur og populisma í hægsta potensi
Frank Davidsen
Í 26 ár hevur skattliga skipan
in
í
sambandi
við
Sam
haldsfasta staðið sína roynd,
uttan at ein hevur hoyrt eitt
negativt kis frá borgarliga
veinginum. Tí borgarligu flokk
arnir hava ásannað, at einasta
politiska
skipan,
ið
kann
megna
at
uppbyggja
eitt
vælferðarsamfelag í einum
landi
við
einans
50.000
íbúgvum, er eitt samhaldsfast
samfelag, har øll lyfta í felag.
Men nú er fjáltur komin á
borgarliga veingin, tí okkara
pensionistar hava fingið eina
munandi
hækking
í
pen
siónini ígjøgnum Samhalds
fasta. Borgarligu umboðini
á Løgtingi hava áhaldandi
trúttað niður í veljaran, at
eingin betring var hjá pen
sionistunum.
Og sjálvt um Almanna
málaráðið hevur lagt broyt
inganar alment út, svart upp
á hvítt, so ákærdi fyrrverandi
løgmaður á Vágaportalinum
eins og í Norðlýsinum Al
mannamálaráðið fyri at ar
beiða í loyndum fyri sitandi
samgongu.
Tí sá aðalstjórin í Almanna
málaráðnum seg noyddan at
rættleiða
fyrrverandi
løg
mann
hesum
viðvíkjandi.
Borgarligu flokkarnir kalla nú
Samhaldsfasta fyri eina pen
ingamaskinu,
samstundis
sum hesir flokkar leggja upp
til at syndra hesa skipan, ið
skal
tryggja
okkara
pen
sionistum munandi tryggari
fíggjarlig kor í framtíðini.
Í síni panisku roynd at
yvirbjóða betringarnar hjá
sitandi samgonu, legði Fólka
flokkurin so eitt ófíggjað upp
skot, eitt reint paraduuppskot,
fram
á
Løgting.
Hetta
ófíggjaða
uppskotið,
sum
gekk út upp á at gera út
gjaldið
úr
Samhaldsfasta
skattafrítt – pappírið er jú
tolið – hevði, um tað var sam
tykt, merkt, at umleið 200
milliónir
krónur
høvdu
vantað í um árið hjá landi og
kommunum.
Við
øðrum
orðum hevði verið neyðugt
við
skattahækkingum
fyri
200 milliónir krónur á øðrum
økjum, um tænasturnar til
borgararnar
ikki
skuldu
gjørst munandi verri.
Uppskotið fall tíbetur, men
allir andstøðuflokkarnir tóku
undir við tí. Uppskotið um at
gera útgjaldið úr Samhalds
fasta skattafrítt er eisini bert
eitt dømi av fleiri um ófíggj
aða
útreiðsluveitslu
hjá
andstøðuni.
Somu
flokkar
hava
lagt
fram
so
nógv
ófíggjað uppskot í hesi ting
setini, at tey høvdu kostað
landskassanum í minsta lagi
hálva aðru milliard krónur,
um tey gjørdust veruleiki. Og
hetta eru somu flokkar, sum
ákæra
sitandi
sam
gongu fyri at vera fíggjarliga
ábyrgdaleysa.
Tað er eingin ivi í míni sál
um, at ætlanin hjá Fólka
flokkinum einki hevði við
nakran bata til pensionistar
nar at gera. Heldur var hetta
ein beinleiðis ætlan at taka
grundarlagið undan okkara
samhaldsføstu skipan.
Somu flokkar, sum nú sita í
andstøðu, hava í 26 ár góð
tikið skattligu skipanina, sum
Samhaldfasti er og hevur
verið fevndur av. Og í 20 av
hesum 26 árunum hava borg
arligu flokkarnir sitið við
landsins leiðslu í Tinganesi.
Haldið hesir flokkar skuldu
skammast, eins og teir hava
eitt forkláringsproblem yvir
fyri okkara pensionistum. Tí
hví hava teir í 26 ár sitið sum
ryssa uppi yvir deyðum fyli
og góðtikið skattingina av
Samhaldsfasta fyri síðan at
kúvenda 180 gradir?
Tað má kallast fyri politisk
populisma í hægsta potensi.
Javnaðarflokkurin roynir seg aftur við skeivum tølum
Helgi Abrahamsen
Í einum lesarabrævi í farnu
viku gjørdi eg vart við, at ein
lýsing,
sum
Javnaðarflokkurin
hevði
í
miðlunum
undan
jólum,
bygdi á skeiv tøl. Lýsingin
snúði seg um vøksturin í
fólkatalinum, sum hevur verið
tey seinastu árini, og flokk
urin gav sitandi samgongu
æruna fyri, at gongdin er
vend frá fólkaminking til fólka
vøkstur. Men tøl frá Hagstov
uni vísa greitt, at gongdin í
fólkatalinum er ikki vendi í
hesum
valskeiðinum,
men
hon vendi longu í undanfarna
valskeiði.
Nú skuldi ein trúð, at Javn
aðarflokkurin viðgekk, at tey
høvdu tikið feil, men so var
ikki. Í einum lesarabrævi
fríggjadagin roynir Helena
Dam á Neystabø, forkvinna í
tingbólki Javnaðarfloksins, at
halda fast við, at flokkurin
hevur ikki brúkt skeiv tøl.
Hon megnar tó ikki á nakran
hátt at mótprógva tølini hjá
Hagstovuni. Hon velur tí
ístaðin at vísa á, at ”tilflytingin
er methøg.” - Tað er heldur
ikki heilt rætt, tí tað er netto
tilflytingin, sum er methøg.
Men tað mótprógvar tó fram
vegis ikki, at skiftið frá netto
fráflyting til netto tilflyting
hendi áðrenn valið.
Og tí er tað løgið, at Helena
skrivar: ”Fyri Javnaðarflokkin
hevði tað undan seinasta vali
stóran týdning av venda frá
flyting til tilfyting.” Her vóru
tey altso ov sein á sjóvarfall
inum. Skiftið var longu hent
áðrenn valið varð útskrivað.
Føroyar høvdu eina netto
fráflyting til og við 2013, og
síðani 2014 hava vit havt netto
tilflyting. Árini við minkandi
fólkatali endaðu meðan und
anfarna samgonga sat við
valdið.
Mótsiga sær sjálvum
Tá eg sá greinina hjá Helenum
Dam á Neystabø, gjørdi eg
vart við feilin í eini viðmerk
ing á facebook. Tað gekk ein
lítil løta so svaraði Javnaðar
flokkurin
aftur.
Flokkurin
skrivaði millum annað:
”Hasi tølini gera ikki annað
enn at staðfesta tað Javnað
arflokkurin sigur – nevniliga
at vit hava vent nettofráflyt
ing til nettotilflyting. Gamaní
var tilflytingin størri enn frá
flytingin seinasta árið av
tykkara samgonguskeiði...”
Hvussu kann ein politiskur
flokkur fáa seg til at siga
slíkt? Um tilflytingin var
størri enn fráflytingin, so
kann tað ikki merkja annað
enn, at gongdin longu tá var
vend.
So eg má endurtaka tað,
sum eg segði í fyrru greinini:
Tað ger einki um politiskir
flokkar eru skemtiligir – men
brúkið bara røtt tøl.
Tað er eingin ivi í míni sál um, at
ætlanin hjá Fólkaflokkinum einki
hevði við nakran bata til pensionist
arnar at gera
ú skuldi ein trúð, at Javn
aðarflokkurin viðgekk, at tey høvdu
tikið feil, men so var ikki
Hvussu kann ein politiskur flokkur fáa
seg til at siga slíkt? Um tilflytingin
var størri enn fráflytingin, so
kann tað ikki merkja annað enn, at
gongdin longu tá var vend