Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-18, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. februar 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. februar 2019 · Nr. 20 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Leygardagin varð árligi aðal­ fundur Fótbóltssamband Før­oya hildin í FSF-húsinum í Havn. Umboð fyri øll átjan feløg­ini tóku lut á fundinum, sum vardi í góðan hálvan fjórða tíma. Tað fyrsta, ið henda, var at fundarfólkið mintist Jegvan Martin Eliasen úr Fugla­firði, sum andaðist í 2017. Jegvan Martin var við til at seta FSF á stovn, og sat í nógv ár í dómsnevndini í Fót­bólts­sam­bandi Føroya. Umboð fyri UEFA vitjaði á aðalfundinum hesaferð. Valentina Mercolli bar fram eina heilsan frá europeisku fót­bóltssamgonguni, og síðani varð fundarstjóri valdur, og for­ mansfrágreiðingin og rokn­skap­ urin fyri 2018 løgd fram og sam­ tykt. Úrslitið í fjør gjørdist eitt yvirskot á góðar 400.000 krónur. Val til starvsnevndini var eisini á skránni, og fyri fyrstu fer í nógv ár var talan um stríðsval. Jógvan Páll Joen­ sen, Fróði Danielsen og Krist­ mund Johannessen stóðu fyri vali hesaferð. Allir tóku við afturvali, men harafturat vóru Jákup A. Olsen, Sonni L. Pet­er­ sen og Steinfinnur Mittel­stein eisini uppstillaðir. Jógvan Páll Joensen, Fróði Daniel­sen og Kristmund Johannes­sen eru allir valdir aftur í starvsnevndina hjá Fót­ bólts­sam­bandinum. Sostatt komu avbjóðarnir, Steinfinn Mittelstein, Jákup A. Olsen og Sonni L. Petersen, ikki í starvs­ nevnd­ina á hesum seinni. Serliga Steinfinn Mittelstein og Sonni L. Petersen eru umboð fyri tvey av stóru feløgunum í Før­oyum. Ávikavist HB og NSÍ. Teir fingu 12 og 10 atkvøður, sum svarar til at stóru feløgini hava atkvøtt fyri teimum. Soleiðis verður atkvøtt Tað eru 18 feløg, sum fáa tvær atkvøður í part. Hetta er gald­ andi fyri øll uttan MB, sum ikki hevur ungdómsfótbólt. Tí eru 35 atkvøður tilsamans. Tað var ein atkvøðugreiðsla, har hvørt felagið kundi seta upp til tríggjar krossar fyri hvørja atkvøðu. Regulgerðin sigur eisini, at hvør starvs­nevnd­ar­ lim­ur skal hava 18 atkvøður ella fleiri, fyri at blíva góðkendur. Atkvøðugreiðslan er loyni­ lig og tí er ikki greitt hvør hevur atkvøtt fyri hvørjum. Aftaná var val av varalimi til starvs­nevndina. Her vóru fýra í uppskoti. Eyðun Dalsgarð, Jákup A. Olsen, Steinfinnur Mittel­stein og Odmar Selfoss. Odmar Selfoss bleiv valdur við 21 atkvøðum í fyrstu at­kvøðu­ greiðsluni, meðan Jákup A. Olsen bleiv valdur eftir umval móti Steinfinni Mittelstein, tí teir ikki fingu helmingin av at­ kvøðunum. Tá klokkan nærkaðist hálv­ gum fimm takkaði FSF-for­ setin, Christian F. Andrea­sen fyri ein góðan og siði­lig­an fund, og síðani varð fyrsta ørindi av tjóð­sanginum sungið. trondur@sosialurin.fo FÓTBÓLTUR Telvingin hjá stóru feløgunum miseydnaðist til stríðsvalið á aðalfundinum hjá FSF. Kristmund Johannessen, Jógvan Páll Joensen og Fróði Danielsen blivu allir afturvaldir Aðalfundur hjá Fótbóltssambandinum: FSF aðalfundur: STRÍÐSVAL ENDAÐI VIÐ AFTURVALI Á aðalfundinum hjá Fót­bólts­ sam­bandinum fall eitt upp­skot, sum skuldi gera at spælar­ar yvir 21 ár ikki kunnu spæla í lægri deild, um teir sita á bonki­ num hjá hægri deild. Tað er starvsnevndin, sum hevur lagt broytingaruppskotið fram. Jákup Mørk, formaður í B36, og Brandur Jacobsen, for­ mað­ur í Vikingi, mótmæltu á fundi­num. Tá komið var til at­ kvøðu­greiðslu fall uppskotið við 18 í móti, og 17 fyri. Feløgini, sum atkvøddu ímóti eru øll lið í bestu deildini. Tey eru B36, KÍ, NSÍ, Víkingur, EB/Streymur, HB, Skála, TB og AB. Her hevur á eftir­met­ingar­ fundi verið mett, at tey stóru feløgini við liðið í Betri deild­ini hava brúkt spælarar í 1.deild, sum sita á bonkinum og eru eldri enn 21, og at hetta til tíðir gera tað torførri hjá feløg­ unum í 1.deild at flyta upp. Her hevur eisini verið um­røtt, at talan til tíðir hevur verið um telving, fyri at fáa sítt lið at yvirliva í deildini, með­an tey feløgini, sum hava bestu liðini í næstbestudeildini fáa tað torførari. Hetta er so aftur gald­ andi longur niður í rekkj­ur­nar. Øll tey “lítlu” feløgini í Før­ oyum atkvøddur fyri broyt­ ingar­uppskotinum. Tað eru feløg, sum ikki hava besta liðið í bestu deildini. Einasta felag­ ið sum er í Betri deildini, ið at­ kvøddi fyri, eru uppflytarnir úr ÍF. Tey stóru vunnu á teimum lítlu Her er atkvøðugreiðslan: Kristmund Johannessen 29 Jógvan Páll Joensen 27 Fróði Danielsen 21 Steinfinn Mittelstein 12 Sonni L. Petersen 10 Jákup A. Olsen 6 Starvsnevnd Fótbóltssamband Føroya eftir aðalfundin 16. februar 2019 Mynd: Hans Erik Danielsen