mánadagur 18. februar 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 18. februar 2019 · Nr. 20
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Tað hevur gingið nakað strilti hjá
Páll A. Klettskarð í US Breno, sum
spælir í fimtbestu deildini í Italia.
US Breno var aftanfyri 1-0 móti San
Lazarro, tá Páll A. Klettskarð tíggju
minuttir fyri tíð javnaði til 1-1.
Hallur og liðfelagarnir
vunnu sannførandi
Eydnan var misjøvn hjá føroysku
landsliðsspælarunum í donsku
superliguni um vikuskiftið. Vilj
ormur Davidsen spældi allan dyst
in tá lið hansara, Vejle tapti 0-1
ímóti OB á útivølli í Odense. Jacob
Laursen skoraði sigursmálið stutt
undan steðginum.
Hallur Hansson fekk 84 minutt
ir á vøllinum tá lið hansara, AC
Horsens á heimavølli vann 3-0 á
gamla felagnum hjá Halli, Vend
syssel FF. Í steðginum var javnleik
ur 0-0, men í 34. minutti fekk Vend
syssel FF mann vístan av vølli, og
so var dúkað hjá AC Horsens at
taka av møguleikunum í seinna
hálvleiki.
Sigurin merkir, at Hallur Hans
son og liðfelagarnir eru nú numm
ar fimm í donsku superliguni. Seks
tey ovastu liðini aftaná grund
spælið fara víðari til endaspælið.
Komandi sunnudag tekur AC
Horsens ímóti AB. Komandi leygar
dag tekur Vejle ímóti FC Nord
sjælland. AC Horsens er nummar
fimm í superliguni við 31 stigum.
Vejle er triðaftast við 19 stigum.
Fyrsta ligatapið hjá
Jóan Símun í ár
Undan dystinum ímóti Magdeburg
á heimavølli høvdu Jóan Simun
Edmundsson og liðfelagarnir í
Arminia Bielefeld vunnið tríggjar
dystir á rað, men í gjár rendi Armi
nia Bielefeld seg inn í fyrsta tapið í
2. Bundesligu í 2019.
Jóan Símun Edmundsson var
við allan dystin tá Arminia Biele
feld tapti 1-3 ímóti Magdeburg.
Tá ein hálvur tími var farin var
miðvallarin hjá Arminia Bielefeld,
Julian Borner vístir av vøllinum, tá
hann fekk reyða kortið. Løtu seinni
skoraði Magdeburg tvey mál, og
so var brekkan brøtt hjá Arminia
Bielefeld.
Tað eydnaðist tó Fabian Klos
hjá Arminia Bielefeld at minka um
munin til 1-2 tá 69 minuttir vóru
leiktir av dystinum, men tá fimm
minuttir vóru eftir av vanligu leik
tíðini økti Magdeburg til 3-1, og so
var liðugt.
Komandi leygardag spælir Armi
nia Bielefeld útidyst ímóti Union
Berlin, ið liggur næstovast.
trondur@sosialurin.fo
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
t
Tá hond
bóltur og
flogbóltur
spælir
saman
Um vikuskiftið hava átta avgerandi dystir
verið í steypakappingini. Fýra í flogbólti
og fýra í hondbólti. Mangan hava vit, sum
arbeiða í miðlunum, ynskt at planleggingin
var eitt sindur betri, tá tað rennur saman
millum fleiri spenanndi dystir.
Serliga í júst hesum báðum greinunum
verður nógv lagt fyri, tá talan er um
hálvfinalur og finalur, meðan tað sjaldan
eydnast at fáa geilað ein stemning upp til
vanligu landskappingardystirnar. Tí haldi
eg eisini, at tað er skilagott at fáa deilt
dystirnar, soleiðis at tað er full exponering
til stóru dystirnar.
Í hesum førinum var tað eftir áheitan frá
okkara drúgva verti á FM1, Hera Simonsen,
at ein umbøn fór til HSF og FBF um at leggja
hálvfinalurnar, so at vit á FM1 kundu siga
frá. Tað endaði við, at vit kundu siga frá
øllum átta hálvfinalunum. Tað ger tað
hvørtfall lættari hjá okkum at fylgja við, tá
planleggingin verður gjørd á hendan hátt.
At eg so haldi, at hálvfinalur í føroyskum
ítrótti væl tola at blíva spjaddar yvir fleiri
dagar, tað má so standa fyri mína rokning.
Tað hevði givið fult fokus á hvønn einstaka
dyst, men tá er vandin at tú fær ein slíka
hálvfinalu, sum eg segði frá á Hálsi, har
kyndilskvinnur vóru á odda við 15 málum
frá byrjan.
Vit í miðlunum royna eftir førimuni
at fylgja. At kalla allastaðni eru fólk
hálpsomu, men hava nógv at hugsa um,
so tað kemur fyri at umstøðurnar ikki
eru tær bestu. Eitt nú er einki borð, ongin
dómaraseðil ella nakar stólur, um tú ætlar
at sita niðri. Men felags fyri øll er, at vit
vilja bara tað besta.
Men eg má tala at, tá tað kemur til
miðlaumstøðurnar í landssins nógv dýrastu
ítróttarhøll. Eg havi sikkur gott av tí, men
skula klintra upp á ein pall fyri at sleppa
at siga frá einum dysti er ikki í lagi. Hevði
arbeiðseftirlitið verið á staðum, so hevði
myndamaðurin hjá Kringvarpinum verður
noktaður upp á pallin - tað ivist eg ikki í!
trondur@sosialurin.fo
So skoraði Páll aftur
Útisetar:
Páll A. Klettskarð tryggjaði US Breno eitt stig, meðan Hallur
Hansson var við í sigri fyri AC Horsens. Jóan Símun Edmundsson
og Arminia Bielefeld taptu á fyrsta sinni í 2019