Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-19, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. februar 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. februar 2019 · Nr. 21 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAK Cruise Vinnan, Føroyar, Orkney og Føroya Bjór Johan Mortensen Tað hevur verið nakað av skriv­ing um cruise vinnuna her á landi eftir at Visitfaroes metir vit skulu minka um hesa vinnu og verða selektivir hvørji skip skulu sleppa henda­vegin. Sjálvur havi eg í nogv ár virkað sum “Port Agent” fyri cruise reiðaríir. Tað er mín uppgáva at taka mær av øllum tí praktiska í sambandi við vitj­anina og at fáa skipið trygt til bryggju og avgreiða skipið. Tá ferðafólkið fer í land eru tað in coming feløg sum taka sær av hesum partinum. Vit hava eina sera væl­virk­ andi móttøkuskipan fyri cruise skipum: Góðar kompet­ entar loðsar, skjóta og góða av­ greiðslu av politi og tollarum, góðar og skjótar veitingar úr landi, og eitt sera vælvirkandi sjúkrahús og skaðastovu sum hevur hjálpt og eisini bjargað ferðafólki, tá staðið hevur um lív. Hesi fólk, sum hava lækna­ hjálp fyri neyðuni, eru yvir­ høv­ur væl tryggjaði og verður rindað fyri hjálpina. Føroyingurin er blíður, og tá cruise skip eru inn møtir tu allastaðni fryntiligum og fyri­ kom­andi starvsfolki og við góðum kunnleika til enskt. Eg vil siga at henda okkara mót­ tøku­skipan í Tórshavn, Runa­ vík og Klaksvik er millum tær bestu í Skandinavia. Eg havi altíð hildið tað verið ein stuttleiki at fara umborð á eitt nýtt ferðamannaskip, inn í ein nýggjan exotiskan, fremm­ indan heim við fleiri túsund fólk­um, tú hittir nýggj fólk, nýggj­ar møgulleikar og nýggj sam­bond, ein mentanar sam­ an­føring og sum mennir okk­ um øll sum hava við cruise vinn­una at gera. Og so kemur spurningurin, hvat fáa vit so peningaliga burt­ur úr cruiseskipunum, hesi sløk 60.000 ferðafólk­un­ um? Tíðanverri ikki serliga nógv; eg hoyrdi eitt tal upp á 60 krónur í meðal per ferðafólk og kanska einar 15 mio við øll­ um (havnagjøld, bussar, veit­ ingar, søla osfrs). Hetta er alt ov lítið og kortini ikki so løgið, tí lítið verður gjørt fyri at menna søluna. Aftan á Sept 11 komu harraboð at allar havnir í Føroyum skuldu girðast inni av trygdarávum. Um vit tóku hesar girðingar burtur og lótu sølubúðir upp á bryggjuøkinum var hetta ein byrjan. Tá eitt ferðamannaskip kemur til bryggju standa buss­ ar fyri teimum sum hava keypt eina utferð og so verður koyrt til Kirkjubø, Kvívík, Saks­un osfrs., og har lítil og ong­in støðgur er, og so verður farið umborð aftur og avstað, skip­ini liggja yvirhøvur stutt frá kl 09.00 til 16.00. Vit hava eina vaksandi gastronomiska vinnu, men lítið av cruise ferða­fólkunum fáa høvið at njóta hana. Í Danmark verður mett, at ein gastroferðakvinna/ mað­ur í meðal nýtir 1.500 krónur! Eg havi verið nógv í Orkney. Tey fáa eini 150 ferðamanna­ skip um árið og fáa sera nógv burtur úr vinnuni. Tá eitt skip kemur á Kirkwall, fara umboð fyri ferðamanna og handils­ vinn­una umborð til “Meeting and Greeting” og kunna um handl­ar og sølu og møguleikar, og so fara ókeypis bussar við folki til handils. Eisini hevur Orkney sera nógv fornminni, sum eru nógv vitjaði. Tað verð­ ur sagt, at handlar við second hand klæðum hava sera stóra sølu til filipinsku manning­ar­n­ ar, sum ikki eru serliga væl lønt. Tey keypa klæðir og posta tey beinanvegin heim. Orkney ger nógv við guidarnar og hevur ókeypis guideskúla um vetrarnar. Orkney hevur kend Whisky merkir sum Highand Park og Scapa, og tað eru nogv sum støkka inn á gólvið hjá hesum kendu feløgum og flestu keypa eina fløsku av hesum heims­ kendu merkjum við sær. Koma ferðafólk inn á Føroya Bjór i Klaksvík og síggja forkunnugu gin og akvavitframleiðsluna, sleppa tey ikki at keypa eina fløsku, men mugu fara í Rús­ una! Tað eru slikir fótonglar her á landi, sum mugu fáast burt­ur. Cruisetíðín í Orkney er apríl til sept og aftan á vælskipað og samskipað tiltøk hevur Orkn­iska samfelagið eina inn­ tøku upp á slakar 70 milliónir!! So, tað er stórur munur á, hvussu lítla Orkney við 23.000 íbugv­um fær so nógv meira burtur úr enn vit gera og eru hóp­in meira professionel og sam­skipaði og kommercielt foc­useraði enn vit eru. Visit­ faroes og Visittorshavn kundu lært nógv av Orkney um tey leggja í. So er tað baksíðan av med­ alj­uni! Cruise skipini hava stórt co2 útlát og eisini aðra mari­t­ima dálking og við sliti á nátt­úruna. Er tað hetta vit vilja? Time will tell, okkara nátt­úra skal verjast og nátt­ uru­vernd eigur og skal ganga fram um kommerciell áhuga­ mál. Ein tsunami-alda av bilum við Tangafjørð? Arnstein Niclasen Undirsjóvartunnilin úr Eystur­ oynni og yvir á Hvítanes er nú komið í burðarliðin. Mong gleða seg, onnur stúra og mót­ mæla, meðan politikarar við glæsiligum (Glasir-ligum) yvir­ brá, djúpum rukkum um brýr, brúka astronomiskar upp­ hædd­ir til komandi ættarlið at gjalda. Ein søga er í stuttum, at ein fyrrverandi borgarstjóri í Havn og tann núverandi borg­ ar­stjórin í Runavík ørmakt­að­ ust í ótta og ampa um eina íbind­ingargeil í tørvi øðru­meg­ in tunnilsmunnan og eina auto­stradu – og tað undir­sjóv­ ar – upp aftur hinumegin. Tí mett verður, at ein várflóð av at fossa upp úr Tangafirði. Men so kom stígur í, tí hvør skuldi betala hetta eyka- gildið? Tó lukkutíð kom ein nýggj­ ur landsstýrismaður út í Tinga­nes (sum bar kenslu á hesar báðar fyrr nevndu garp­ ar), og leyst var og liðugt við brestin: Alt varð: “Oll-reyt” (so segði Børurin) – og at landið skuldi bara betala bróðurpart­ in av hesum stórverkum! Teir somu bilarnir? Men hvat byggir metingin av teim mongu bilunum á? Hava nú hesir “kønu” brúkt ”de store tals lov” har ið alt hevur lyndi til at fara eina leið – og tað bara uppeftir ?! Ella mann talan her vera um teir somu bilarnar, sum skuldu koma við nýggju “Norr­ ønu” á sinni, sum teir “klóku” tá mettu fóru at fylla allar gøt­ ur býarins í Havn, meðan alt tað hundraðtals bilafylgið ringdi seg sum ein állur heilt nið­an á ringvegin, og tí varð til mikl­an ampa fyri alla uttan­ lands skipaferðslu, var mett. Tá mæltu hesi “kønu” til, at eitt tvídekkað parkeringspláss bleiv bygt út yvir alt tað tá verandi eystara havnarøki í Havn fyri millióna upphæddir. Hetta minnir ikki sørt um ta garvillu vegaloysnini um havn­ ina í Leirvík – heldur enn ein sáttligan og ódýran og fas­adu­ leysan umfarsveg í erva – kanska til hissini gagn fyri onkr­an landbúnað við. Og helst eisini er her talan um eina endurtøku av ferjuleguni á Gomlurætt, sum nú skjótt verð­ur “en saga blot”. Ferju­leg­ an kundi tá kosta 30 mió. kr. - um bygd á Árnanesi; men hon bleiv heldur sprongd inn í tað bratta bergið og kom at kosta um 130 mió. kr. ístaðin. Havnin og “Norrøna” Í havnarnevndini tá á sinni kann­aðu vit sjálvir málið í sam­bandi við “Norrønu” og “mongu” bilarnar, og komu til ta niðurstøðu: At best var helst “ikki at lætta hattinum, fyrr­ enn vit møttu manninum”, hetta í samráð við skilagóða leiðslu og manning á staðnum, og - til dagin í dag - hevur als eing­in trupulleikin verið av at av­skipa bæði fólk og bilar í túsundatali. Men hvat nú um “bila-tsunami-aldan” gerst veruleiki ? Til hetta er eitt svar: At tá ber væl til at regulera tunnils­gjaldið soleiðis, so at fólk longu á Gøtu­eiði kunnu velja: Antin at fara inn eftir eystara armi av Skálafjørðinum og um Skála­ botn út á Strendur á einum strekki, ið er nærum fasadu­ leyst, t. e. við heilt fáum og skip­að­um vegíbindingum. Hetta heldur enn at fara skorð­andi út eftir tí tættbygdu gamla bygdarvegnum í Søldar­ firði, út um Saltangará og um Heiðarnar við. Ella eisini bara at fara “ den slagne vej” um Streymin, sum ta seinastu hálvu øldina hevur ført mangan garpin og farmin úr Havn og til Havnar. Tað ber væl til enn. Vanliga fólkið duga væl at hugsa, eisini um hvat ið loysir seg best fyri tey – og eyðvitað væl betri í verki mangan - enn okkara fólkavaldu megna at avrika. Tí er politiska hugflogið nú bara hetta eina: At rista breiðar reimar av annans mans húð? Og er eitt nú uttanlandsskuldin minkað nakað sum helst í hesum gullrandaðu tíðum? Eg havi verið nógv í Orkney. Tey fáa eini 150 ferðamanna­skip um árið og fáa sera nógv burtur úr vinnuni Vanliga fólkið duga væl at hugsa, eisini um hvat ið loysir seg best fyri tey