Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-19, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. februar 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 20. februar 2019 · Nr. 21 KJAK Tann knáa og stríðsfýsna pionerkvinnan 150 ár Virgar Dalsgaard Tann 11. februar  1869 var tann vituga og sjálvlærda eystur­ ríkska   journalistin   og javnað­ arkvinnuna  ADELHEID  DWORAK  POPP fødd í tí lítlu bygdini Inzersdorf nærhendis keisara­ býnum Wien. Hon var av fátækum fólki, og sjálvt um hon hevði ógvu­ liga góð evnir, noyddist hon eftir bara trimum árum halda uppat við síni skúlagongd og bleiv rikin til arbeiðis á eini lokalari fabrikk. Tá í tíðini vóru vilkorini hjá arbeiðarabørnum á bygd nógv­ ar ferðir verri enn í býunum, har fakfeløgini vóru ein verja og høvdu eitt sindur av eft­ irliti. Men fakfelagsviljin á bygd var við at vakna, og beiggjar hennara tóku hana við sær til arbeiðara-fundir, har hon skjótt fekk so mikid áræði, at hon sjálv bað um orðið á einum fundi og fortaldi sakliga um tey ússaligu vilkorini, sum ser­ liga kvinnur arbeiddu undir. Tær noyddust ofta at ar­ beida 12 tímar dagliga sum træl­ir, og næstan uttan nakra hvíld. Røða hennara vakti stóran ans, ikki minst tí, at kvinnur sjáldan hættaðu sær at siga nakað á almennum fundum. Henda politiska debut hjá Adelheid fekk hana at melda seg inn í tann eysturríkska Javnaðarflokkin og sam­stund­ is søkja sær intensiva kvøldar- undirvísing aftaná ta longu arbeiðstíðina. Hon las almikið av ar­beið­ ara-litteraturi og fór skjótt sjálv at skriva í málgøgnum hjá tí skjótt veksandi arbeið­ ara­rørsluni. Hon agiteraði fyri kvinnu- emancipatión og betri arbeiðs­ vilkor fyri øll arbeiðsfólk. Hon málbar seg væl, agi­t­er­ aði miðvíst og dugdi at skriva, soleiðis at óskúlaðar kvinnur eisini forstóðu boðskapin. Hon var ótroyttilig til at eggja kvinnum at melda seg inn í Tann socialdemokratiska Flokkin: Hon agiteraði í bløðum og á flokks-fundum. fyrst úti á bygd og seinni í Wien. Hon var ikki meira enn tjúgu ára gomul, tá ið hon fyrstu ferð bleiv sett í fongsul fyri at hava eggjað og styðjað eini kvinnufylking, sum streik­ aði og vildi steðga fram­leiðsl­ uni á fleiri arbeiðsplássum. Í 1891 var hon blivin limur av "Wiener Arbeiterinnen- Bild­ungsvereins", sum strídd­ ist fyri at útbúgva og danna óskúlaðar arbeiðarakvinnur. Hon var ein av stovnarunum av "Der proletarischen Frauen­ bewegung in Østerreich". Í 1892 var hon við til at stovna blaðið "Arbeiterinnen- Zeit­ung", har hon sjálv bleiv blað­stjóri, líka til 1919. Árið eftir bleiv hon stjóri fyri "Libertas", sum var ein lesi- og debattklubbi fyri tað intellekt­uelt hungrandi arbeið­ ara­stættina. Longu fyrst í 1890 únum hevði hon regluligt samband við bæði Friedrich Engels og August Bebel, sum vóru hug­ tiknir av hennara stálsetta stríði fyri ta proletarisku rørsl­ una. Í 1893 bleiv hon gift við Julius Popp, sum eisini var eld­ hug­aður javnaðarmaður og tá­ ver­andi floks-skrivari í Wien. Tey fingu trý børn, men lagn­an var óvanliga hørð. - Mað­urin, Julius doyði longu í 1902, og  tveir synir  doyðu blað­ungir - annar sum soldatur í Fyrsta Verðinskríggi, hin av sterk­ari influenzu. Men Adelheid var ótroyttilig og sama árið, sum hon misti mann­in, stovnaði hon "Verein sozialdemokratischer Frauen und Mädschen". Í 1909 útgav hon undir dulnevni ta viðgitnu bókina "Traurige Jugend. - Die Jugend­ geschichte einer Arbeiterin". Henda bókin hevði fagnandi fororð av sjálvum Bebel og var í nógv ár ein tann mest lisna bók í socialistiskum umhvørvi í Europa. Fyri tey seinni "forkeladu" ætt­arlidini kunnu ord hennara tykjast sentimental, men tá í tídini vóru tey   blódiga alvor­ lig og lemjandi realistisk. Eitt  citat úr bókini ljódar soleidis: »Eg minnist, at mín barn­ dóm­ur var  óhugnaligur, ótrygg­ ur og somikid  hardur, at hann framvegis fyllir    alt for nógv í mínum huga,  sokleidis  at eg slett ikki sleppi   av vid hann. Eg visti einki um tad, sum gleddi onnur børn og fekk tey til at  dansa  av frøi. sosum  dukk­ur, leikutoy, ævintýr, gód­ gæti ella jólatrø. Eg kendi bara ta  óunniligu  stovuna, har vit arbeiddu, svóvu, ótu og skeldadust. Eg minnist eingi mjúk ord, ongan muss, men bara ta pínu, eg mátti lída, tá id eg hevdi sníkt meg undir songina ella inn í ein krók, medan tey vaksnu deildust, tí pápi mín hevdi havt for lítid av pengum heim vid sær.  Pápi mín, sum bleiv eyd­ mýkt­ur av sínum arbeids­gev­ ara,  var illsintur, og tá id hann kom troyttur heim,  hevndi hann seg ofta á mammu mína, sum ofta mátti flýggja yvir til ein granna. So máttu vit børn vera einsa­møll  í fleiri dagar vid tí illa pápanum, sum vit ræddust.  - Vit fingu lítid at eta og máttu líta á, at ymsir grannar av sam­ kenslu  hjálptu okkum, inntil mamma okkara hættadi sær heim­aftur.« Hesi syndarligu kor, sum ótaldar  arbeidara-familjur høvdu, kravdu eina sterka og treiska javnaðarrørslu! Í 1918 var tann stálsetta og viljasterka Adelheid  vald í Tað socialdemokratisku Flokks­ leiðsl­una og sama árið í "Wiener Gemeinderat". Í 1919 bleiv hon vald til National­ráðið, har hon sat líka til 1934. Hon varð eisini vald til "Tað inter­nationala Kvinnuráðið", sum eftirfylgjari fyri tað kendu undangongukvinnuna Claru Zetkin. Í 1929 útgav hon ta søguligu analysuna: "Der Weg zur Høhe: Die sozialdemokratische Frauen­ bewegung Østerreichs. Ihr Aufbau, ihre Entwicklung und ihr Aufstieg". Í 1933 fór hon frá sum beinleiðis álitisfólk í flokk­ inum, men hon var forfard av teimum fascistisku hend­ing­ un­um í 1934, har Javn­að­ar­ flokk­urin bleiv forboðin. og tá ið Eysturríki við "Anschluss" í 1938 bleiv tikið av nazistunum, var hon so ússalig, at hon ork­ aði bara at syrgja og doyði sera vónbrotin um várið 1939. Fáar kvinnur hava arbeitt so dúgliga  fyri at bøta um korini hjá allari arbeið­ara­fjøld­ ini sum  socialdemokraturin Adel­heid Popp, men serliga dugn­aði hon kvinnuligum arbeiðs­fólki. Hon  vann vid sínum polit­ iska  treiskni og journalistiska ágrýtni européiskum kvinnum re­spekt, virding  og menn­iskja­ verdug kor. Í nýggjari tíd hava eyst­ur­ ríkarar heidrad  hana vid bædi  minnismerkjum, stevnum og gøtunøvnum.  Hon liggur grivin undir lið­ ini av manninum í Wien. Eg minnist, at mín barn­dóm­ur var  óhugnaligur, ótrygg­ur og somikid  hardur Í 1933 fór hon frá sum beinleiðis álitisfólk í flokk­inum, men hon var forfard av teimum fascistisku hend­ ing­un­um í 1934, har Javn­að­ar­flokk­ urin bleiv forboðin