Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-19, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. februar 2019síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. februar 2019 · Nr. 21 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 1 . LÝS TEG SJÁLVa/n VIÐ TRIMUM ORÐUM: Jarðbundin, áhaldin, siðilig 2 . Hvar starvast tú? Eg eri sjálvstøðugt vinnurekandi, havi fyritøkuna CommIT saman við Theresu Turiðardóttir Kreutzmann. Vit ráðgeva stovnum og fyritøkum í broytingartilgongdum, strategi, leiðslu og rekrutering, umframt at vit skipa fyri ráðstevnum. Vit hava skrivstovu í Smæruni. (2.1) Ert tú lesandi (um ja, hvat lesur tú)? Ja, eg taki útbúgving sum nevnist "innovativ evaluator". Hetta er ein arbeiðsháttur sum snýr seg um at gera eftirmetingartilgongdir við batum og nýskapandi loysnum í miðdeplinum; ella har broytingartilgongir verða grundaðar á vitan. 3 . Hvønn Sosialan Miðil nýtur tú oftast? Eg eri ikki stórbrúkari av sosialum miðlum, men brúki facebook av og á. 4 . hvørjari sjónvarpsrøð hyggur tú eftir fyri tíðina? Ongari, seinasta eg hugdi eftir var Outlander. 5 . Hvør bók hevur havt størst ávirkan á teg? Eg havi lisið nógvar góðar bøkur, og nógvar sum hava havt stóra ávirkan á meg, men ein sum eg altíð vendi aftur til er sálmabókin. Vit hava so nógvar góðar sálmar til nógv ymisk høvi. Ein bók, sum eg oftast endurgevi úr, er tó "Madame Secretary" eftir Madeleine Albrigth - hon er ein gløgg kvinna við spennandi hugsanum og nógvum lívsroyndum. 6 . HVØR var TÍN BESTA UPPLIVING í 2018? Privat vildi eg kunnað sagt, at tað var at blíva omma fyri 3. ferð, tí dóttirin var sett til at eiga ein son síðst í desember, men hann bíðaði til 2019, so tað mann heldur vera at fáa boðini um, at hann fór at koma :-) Arbeiðsliga er tað góða byrjanin CommIT fekk, og nógvu góðu kundarnir. 7 . HVAT ORÐ ELLA HVØNN SETNING NÝTIR TÚ OFTAST? Eg skal gera mítt besta. 8 . Heldur tú at menniskjan er natúrliga góð/ónd ella eitt stað mitt ímillum? Natúrliga góð, eg trúgvi altíð, at tað eru onkrar orsøkir, tá fólk ikki eru stýrd av tí góða viljanum. 9 . Um tú hevði kunnað hitt ein søguligan persón, hvør hevði tað so verið? Sankta Frans av Assisi, tí hansara reina ósjálvsøkni hevur altíð hugtikið meg 10 . Hvør er størsta hóttanin ímóti mannaættini? Dyrkanin av sjálvsøkni og materialismu 11 . HVØRJUM HYGGUR TÚ AT HJÁ HINUM KYNINUM? Eygunum og hondunum. 12 . HVAT STRESSAR TEG? Tá eg ikki sleppi at loysa uppgávur, soleiðis sum eg veit, at tær eiga at verða loystar - og hetta ávirkar fólk neiliga. 13 . HVAT GLEÐIR TEG? Ein friðarlig løta í náttúruni, og tá míni kæru er glað og nøgd við lívið. 14 . Hvat elskar tú, at øsa teg upp um? Fólk sum, hóast ráð og umstøður, ikki vilja geva til samfelagið, men gleiðbeint njóta. 15 . HVAT VAR SEINASTA YNSKI, SUM TÚ FEKk UPPFYLT? At fáa nýggja ommusonin og dóttrina heil og frísk heim av sjúkrahúsinum. 1 6. HVAT ER BESTA UPPFINNINGIN OG HVÍ? Norðurlendska samhaldsfasta vælferðarsamfelagið, tí tað hevur við sær, at fólk flest verða spard fyri so nógva neyð og stúran, og samstundis fáa flest øll møguleikan at menna sínar gávur - og við tí geva so nógv aftur til samfelagið. 17 . HVAT ER BESTA ÍLØGAN TÚ HEVUR GJØRT? Eini hús í Sandvík, tí í vøkru náttúruni har finni eg sálarfrið og umstøður at hugsavna meg. 18 . HVAT ER TAÐ BESTA VIÐ FØROYUM OG HVÍ? Nærleikin og tryggleikin - alt er nær - her havi eg næstan øll míni kæru, tað er stutt til náttúru, býarlív, og arbeiðis (hóast eg arbeiði í øllum landinum), og so er samfelagið lítið og yvirskoðiligt, men samstundis so fjølbroytt. NAVN OG ALDUR: Ingibjørg Berg, 54 ár Ingibjørg Berg, 54 ár Í STÓLINUM HESA VIKUNA STÓLURIN