týsdagur 19. februar 2019síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 20. februar 2019 · Nr. 21
BILLEDE KOMPLETTUR
*PRÍSUR FRÁ KR. 7.210
Krone
Kr. 2.160,-
Implantat
Kr. 3.830,-
Abutment
Kr. 1.220,-
Gratis uppstartspakka við donskum tolki og donskum
behandlingsplani, OPG X-røntken, eina nátt á hotelli
transsport til flogvøllin og møguleikar fyri refundering
upp til kr. 1350,- *Príseksempil uppá innplantat.
PÍNUFRÍÐA BEHANDLING VIÐ BEHANDLINGSGARANTI
Á EUROPAS FØRANDI TANDKLINIK
tandrejser.dk Ring +45 51 78 00 04
Vit kunnu hjálpa tær til eitt nýtt smíl við behandlingsgaranti på Europas førandi tannklinil, Kreativ Dental i Budapest
Deildarstjóri til Lemvigh-Müller, Føroyar
Ert tú tilreiðar til at taka ábyrgd av
virkseminum hjá Lemvigh-Müller í
Føroyum? Og hevur tú hug at brúka
tíni søluevni og tína teknisku vitan til at
skapa tætt samband við viðskiftafólk,
samstundis sum tú økir um søluna hjá
okkum av amboðum, el og øðrum
tekniskum vørum?
Her er tín møguleiki at seta tín
persónliga dám á eitt sjálvstøðugt starv
í eini fyritøku í menning, har góðir
starvsfelagar standa klárar at bjóða
tær vælkomnum til ein gerandisdag,
har felagsskapurin er umráðandi og
persónliga frælsið stórt.
Á odda fyri deild okkara í Føroyum
Tú stendur á odda fyri hinum fýra
starvsfólkunum hjá okkum og
myndar harvið dagligu leiðsluna, men
nógv tann størsta partin av tíni tíð
(umleið 80%) verður brúkt til at loysa
søluuppgávur. Tá ið eitt viðskiftafólk
manglar eina loysn innan el og teknik,
stendur tú klár/klárur at ráðgeva og
hjálpur til við at finna røttu vøruna,
samstundis sum at tú syrgir fyri, at
bíleggingarnar koma fram.
Kundarøktin er tí kjarnin í einum
stórum parti av tí arbeiði, og tín dagur
fer tí við at:
• Svara fyrispurningum frá
viðskiftifólki umvegis telefon
og teldupost – og av og á eisini
persónligum fyrispurningum
• Gera vitjanir úti hjá viðskiftafólki
• Gera tilboð og syrgja fyri
dokumentatión og bílegging av
vørum
• Vera í sambandi við veitarar og
syrgja fyri flutningi út til kundan
• Gera roknskapartengdar uppgávur í
samstarvi við bókhaldaran
• Rapportera til leiðsluna – umleið
einaferð hvønn ársfjórðing ert tú við
á einum Skype-fundi
Eitt starv við møguleikum
Som deild eru vit sum ein lítil familja,
har vit øll loysa uppgávurnar í felag.
Vi loysa nógvar trupulleikar, meðan vit
drekka ein kopp av kaffi, og tú ert í
dagligum sambandi við tínar starvsfelagar
í Danmark. Um tað tí er okkurt, sum tú
til dømis tørvar eina tekniska útgreinan
uppá, so er tað altíð onkur, ið er klárur
at hjálpa tær við síni vitan. Við øðrum
orðum merkir tú týðiliga, at tú ert ein
aktivur partur av eini stórari organisatión,
sjálvt um okkara føroyska deild er lítil og
ógvuliga sjálvstøðug í gerandisdegnum.
Royndir við sølu og hegni til at
loysa trupulleikar
Tú ert motiverað/motiveraður og klár/
klárur at taka ábyrgd. Títt persónliga
samband við kundan hevur stóran
týdning fyri teg, og við tænastusinnaða
lyndi og teknisku vitan ert tú klár/klárur
at seta teg inn í avbjóðingarnar hjá
kundanum – eisini tá ið kundin kemur
á óvæntaða vitjan. Tú trívist í einum
gerandisdegi við nógvum bóltum í
luftini og megnar at skipa og raðfesta
tínar uppgávur. Harumframt vænta vit,
at tú:
• Hevur hollar royndir innan sølu
• Gjarna hevur eina bakgrund innan
fyri eitt ella annað slag av hondverki
• Hevur kunnleika til eina ella fleiri
ERP-skipanir, so sum SAP
• Tosar danskt og helst eisini enskt
Spurningar?
Set teg í samband við Peter Lund
Kofod, deildarstjóra, á tlf. +298
281155 ella PELK@lemu.fo og hoyr
nærri um starvið.
Áhugaður?
Send umsókn tína, lívsrensl og
møguliga onnur viðkomandi skjøl til
PELK@lemu.fo ella til Lemvigh-Müller
P/F, Postboks 1379, FO-110 Tórshavn
og helst skjótast gjørligt, tí vit viðgera
umsóknirnar leypandi.
Um Lemvigh-Müller
Hjá Lemvigh-Müller arbeiða vit fyri, at okkara kundar í ídnaðinum, byggivinnuni og installatiónsvinnuni kenna seg væl hjálptar og
vegleiddar. Tað gera vit gjøgnum eina góða leiðslu av okkara um 1.300 starvsfólkum. Vit brenna fyri at skapa tað besta hugsandi
arbeiðsumhvørvi við skiftandi uppgávum, spennandi menningarmøguleikum og ikki minst góðum starvsfeløgum. Eftir fleiri enn
170 ár sum størsta heilsøla innan stál- og teknik í Danmark hava vit gjørt tær royndir, at arbeiðsgleði gevur bestu úrslitini.