Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-19, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. februar 2019síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. februar 2019 · Nr. 21 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lagt til rættis: Magnus Gunnarsson Myndin er av Dánjal Jákup Jacobsen, vanliga nevndur Dánjal Jákup í Skips­handlinum í Havn. Bilurin er ein Morris Minor vørubilur, eisini nevnd­ir Morris 1000. Bilurin stendur við Sandsøluna hjá Dánjal Jákupi, sum var niðan fyri Skansan, har á leið sum rundkoyringin er í dag. Morris Minor vórðu framleiddir av BMC (British Motor Corpora­ tion) frá 1948 til 1971. Her hjá okkum vóru teir væl um­tóktir sum pick-up og vøru­bilar. Tað var bilasølan hjá Sigird av Reyni í Rættará, sum seldi Morris í Før­oy­ um. Myndaeigari: Inga Simonsen SUDOKU-KAPPINGIN Dagarnar 8. til 10 august verður landsins størsta tónleikatiltak hildið í Klaksvík. Summar Festivalurin bjóðar kendar altjóða bólkar og fjølbroytt úrval av tí besta á føroyska tónleikapallinum. Í tríggjar dagar ljómar tónleikurin á festivaløkinum, og millum pallarnar ber til at hugna sær, hitta fólk og fáa sær okkurt gott at eta ella drekka. Summar Festivalurin hevur kunngjørt Rasmus Seebach sum fyrsta høvuðsnavnið í 2019. Øll, ið senda loysnina á Sudoko inn komandi vikurnar, eru við í lutakastinum um eitt vikuskiftispass til Summar Festivalin. Loysnirnar skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 1. mars. Vinnarin verður kunngjørdur í blaðnum mikudagin 6. mars. Sendið til: Sosialurin, Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Merkið brævbjálvan "Sudoku" Vinn vikuskiftispass til Summar Festivalin 2019 9 4 8 9 3 4 5 1 8 6 9 2 8 5 6 3 7 3 1 1 7 4 2 2 9 8 5 3 6 2 Vinn vikuskiftispass til Summar Festivalin 2019 Morris Minor Van MENTAN