Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-19, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. februar 2019síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 20. februar 2019 · Nr. 21 TEMA Á HÁLSI Nýggir møguleikar at fíggja bústaðir Samstarvsavtala við danska realkredittstovnin DLR gevur nú Suðuroyar Sparikassa nýggjar møguleikar at fíggja bústaðir Tað var á 75 ára føðingar­dags­ hald­inum hjá Suðuroyar Spari­kassa hin 27. oktober í fjør, at stjórin, Søren L. Bruhn, almanna­kunngjørdi, at Suð­ur­ oy­ar Sparikassi hevur gjørt sam­starvsavtalu við danska realkredittstovnin DLR. - Vit fegnast um avtaluna, sum gevur okkara viðskifta­ fólki enn fleiri møguleikar fyri at fáa fíggja sín bústað – eisini við fastari rentu. Suðuroyar Sparikassi kem­ ur á marknaðin við real­kreditt­ fíggingini í samstarvi við DLR í nærmastu framtíð, og vænt­ andi verður nýggi møguleikin royndarkoyrdur longu í næstu viku. Søren L. Bruhn sigur, at Suð­uroyar Sparikassi hevur havt fólk í Danmark til upp­ læring í sambandi við nýggju møguleikarnar, og tey arbeiða við fullari ferð fyri at fáa alt upp á pláss. Tey, ið ynskja at frætta nærri um samstarvið við DLR og nýggju fíggingarmøgu­leik­ ar­nar, kunnu venda sær til stjór­an í Suðuroyar Sparikassa, Sør­en L. Bruhn, telefon 239872 ella við at senda teldupost til soren@ss.fo. vilmund@sosialurin.fo - Vit fegnast um avtaluna, sum gevur okkara viðskiftafólki enn fleiri møguleikar fyri at fáa fíggja sín bústað, sigur stjórin í Suðuroyar Sparikassa, Søren L. Bruhn