hósdagur 21. februar 2019síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. FEBRUAR 2019
SOSIALURIN 22
17
latið av hesi framleiðslu til svian,
Magnus Nielson, sum hevur tvær
Michelin-stjørnur á síni matstovu.
Hann hevur í trimum umførum
verið í Stóru Dímun og vitjað
okkum, her hann eisini hevur
smakkað av okkara rávørum.
Magnus Nielson dyrkar eitt heilt
univers av ymiskar grøði í Norður
svøríki, eins og Poul Andrias Ziska
brúkar tær rávørur, sum vit hava
kring um í Føroyum.
Skemtandi heldur hann fyri, at
slík fólk, sum hesir kokkar, um
framt aðrir góðir kokkar, vit eiga
í Føroyum og kring um í norður
londum annars, eru rættiligir mat
nørdar.
- Men, tað er eisini slíkt upp
søkjandi og leitandi arbeiði, sum
hevur givið og gevur ávøkstur,
og sum eisini sæst aftur í øktum
áhuga fyri føroyskum rávørum
– úr havi, jørð, bø og haga – kring
landið.
Vit kunnu leggja aftrat, at
Dímunargarður í 2017 fekk heið
urin at umboða Føroyar í bólk
inum “rávøruframleiðarin 2017”
í kappingini Embla Food Award,
og her kundi tey á garðinum hin
25. august í 2017 staðfesta, at Dím
unargarður ”won an Embla in the
category Primary Production on
the Nordic Food Awards…” sum
tað kallaðist.
Kraftin í grøðini
Jógvan Jón Petersen sigur, at tað
er ein serstakur smakkur og ein
serstøk kraft í føroysku grøðini í
mun til grøði, sum veksur skjótt í
heitaru londunum.
- Okkara veðurlag er soleiðis
háttað, at grøðin er lutfalsliga
seintveksandi, og vit halda, at
hetta gevur grøðini ein serstakan
smakk, kraft og saft.
- Vit hava ikki tann hitan, hvørki
í luftini ella jørðini, sum tey hava í
heitaru londunum í dagtímunum.
Tí veksur okkara grøði ikki eftir
einum mánaði, men kanska eftir
trimum mánaðum. Ein kolrabirót
hjá okkum vigar kanska eitt hálvt
kilo, meðan ein rót av sama slagi
úr øðrum londum kanska vigar
tvey kilo. Hetta ger, at tað er nógv
meira kraft og søtleiki í okkara rót,
sum soleiðis eisini verður nakað
serligt.
Jógvan Jón Petersen vísir á,
at tað eisini hevur verið stuttligt
og forvitnisligt at havt kendar
útlendskar og føroyskar kokkar
í Stóru Dímun, her ymiskt hevur
verið roynt.
- Vit, sum búgva her, liva sjálv
sagt í fyrsta lagi av teimum rá
vørum, sum vit hava í oynni.
Tað veri seg kjøtmatur og grøði.
Tá vit so hava havt forkunnuga
vitjan, hevur ymiskt verið roynt,
og soleiðis hevur eisini verið roynt
at blandað saman mos úr eitt nú
eplum og rótum.
Mong hava lyft
Ein tann ídnasti gjøgnum mong á
og sum eisini má sigast at vera ein
slóðari innan føroyskar rávørur,
er Leif Sørensen, og honum hevur
Jógvan Jón Petersen eisini stóra
virðing fyri.
- Tað eru mong, sum hava gjørt
eitt stórt arbeiði á hesum øki, og
tey eru mong, sum hava lyft undir
hugtakið við norðurlendska køk
inum, har leitað verður aftur til
upprunan í rávørunum og dentur
hevur verið lagdur á at fjøltátta
teir møguleikar, sum vit eiga í
havinum, bø og haga.
Tá tiltak fyrr í vikuni var í
Müllers Pakkhúsi í samband við,
at Koks nú hevur tvær Michelin-
stjørnur, var Jógvan Jón Petersen
har eisini.
- Jú, sjálvandi vóru vit við og
vildu fegnast saman við Koks og
umboðum fyri føroyskar mat
stovur og veitarar annars. Hetta er
rættiliga stórt, og hetta er nakað,
sum slett ikki ber til eftir ongari
tíð. Tað tekur tíð at uppbyggja
eitt “brand”, og tað skulu nógvar
góðar kreftir samstarva og lyfta
undir fyri at náa einum slíkum
úrsliti, sum Koks við Jógvani
Andriasi Ziska sum høvuðskokki
og hansara dugnaligu fólkum hev
ur rokkið.
- Vit her á Dímunargarði eru
ógvuliga fegin um at vera ein lítil
partur av hesum, sigur Jógvan Jón
Petersen.
a ein lítlan lut í tí stóra
Bóndahjúnini á Dímunargarði taka fyrstu mairøturnar
upp, sum verða pakkaðar og sendar á marknaðin
Tað er nógv arbeiði á einum garði alt árið, men serliga nógvar hendur skulu til, tá slaktið er fyri
Røtur veksa væl í Stóru Dímun, og her verður
roynt við ymiskari aðrari grøði eisini